Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. Telefon 118 20 Argjavegur 25, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Torshavn Ábyrgdarblaðstjóri: Utgevari: P/f Sosialurin > Jan Miller Krisjan Daht Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith ; Kalmar Lindenskov Pif Sosialurin Pif Pressan 1981 Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Ein glotti Í HESUM tíðum, har ein partur av fiskiflota okkara av mongum verður saman- borin við eina søkkandi skútu, ber kortini til at hóma glottar. Ein tílíkur glotti eru tey framstig, sum verða gjørd umborð á ngkr- um av fiskiførum okkara, framstig, ið skulu skapa grundarlag fyri at fáa fyrsta floks fisk til lands og harvið uppaftur slóða fyri, at meira fæst fyri fiskaútflutning okkara. SATURN 3 er nýggjasta fiskiskipið í flotanum og er heimahoyrandi í Vági. Hann er bygdur í Danmark og út- gjørdur til línuveiðu. Tað, sum sermerkir hetta skipið, fram um onnur skip av sama slag, er, at hann er út- gjørdur við sergjørdari hag- reidingarlinju og kassalast. Båturin er eitt urslit av royndum, sum fiskimenn og teknikarar hava gjørt sær mongu seinstu årini. Eitt adalmål teirra hevur verið og er tað framhald- andi at finna fram til, hvussu skipini kunnu fáa fyrsta floks fisk til lands. SAMBÆRT uttalilsum frá fleiri fólkum, ið hava til- knýti til fiskivinnuna, í blað- num í dag, kunnu vit vissu- liga siga, at ein glotti hóm- ast fyri fiskivinnu okkara. Kanska hann tykist lítil í fyrstu atløgu, tað snýr seg jú bert um einar tvær lastir av fiski, so eiga vit tó at duga at ímynda okkum, hvat hetta kann fáa at siga fyri útflutningsvirði okkara og ikki minst, hvat tað hev- oddagrein ur at siga fyri fiskimenn okkara, at teir kunnu fáa tað peningaliga burturúr, teir eiga fyri at lata fyrsta floks fisk til víðari viðgerð á landi. UM SO ER, at royndirnar umborð á Saturn 3 fara at geva sama úrslit framyvir eisini, so er einki at ivast í, at vit eiga at umhugsa at gera broytingar í verandi flota, men ikki minst hevur hetta týdning, nú tá vit skulu til at skifta skip út og endurnýggja henda partin av flotanum. SO ALT tosið um at steðga heilt við iløgum í fiskiskip má á ongan hátt forkoma okkum meguleikanum at betra og menna henda part- in av flotanum, soleiðis at hann fyri tað fyrsta skapar grundarlag fyri, at manning- arparturin gerst størri, har- næst at virkini kunnu fáa meira fyri vøruna og fyri tað triðja, at hetta kann lætta um trýstið á fiskastovn- arnar, nú okkum ikki nýtist tær stóru nøgdirnar at fáa tað sama burtur úr ella meira. Givið er, at skil skal vera á komandi iløgum i fiskiinnuna, men óttin fyri at hava gjørt skeivar iløgur í partar av flotanum má ikki taka hvørkratak um bjart- skygni hjá teimum, sum halda seg vera førar fyri at fáa meira burtur úr til land og fólk við nettup at gera nýggjar iløgur. jamii 134 — 24. november 1987 ; mel Ein tunnil er neydugur fyri bygdina I Dimmalætting 19. nov. 1987 skrivar ein skatta- borgari svar til grein mina um tunnil millum Gjogv og Funning, har hann roynir at gera gjøldur burtur úr kravi okkara. Fyri tað fyrsta átti ein, ið ikki torir at seta navn sítt undir eitt aftursvar, ikki at verið virdur svar, men eg fari tó at nema við okkurt, ið hann trívur í. Fyrst skal eg biðja við- komandi um at lesa fyrru grein mína enn eina ferð, tí hann hevur farið heldur leystliga igjøgnum hana, vísa allar misskiljingar- nar. Eg nevni ongastaðni, at Gjógv skal hava tunnil, ti t.d. Gásadalur fær, men nevni bert, at Gjógv eigur at liggja beint aftan á í reðini. Víðari verður ført fram, at vit skulu bert vera glað, tí vit hava fingið asfalter- aðan veg, og fast buss- samband fyri fleiri milli- ónir, og at hetta busssam- band vigar tungt í hall- inum upp á 26 milliónir, ið landið hevur av Bygda- leiðum. Til tað kunnu vit siga, at vegurin til Gjáar kom fyri útvið 30 árum síðani, og hann varð asfalteraður fyri nekrum fáum árum síðani. Men ein og hvor, ið hevur koyrt eftir hesum vegi á vetrardegi, veit at hann er óhóskandi og kann vera sera mikil. Hatta við Bygdaleiðum er ov bíligt. Ruta er til og frá Gjógv týskveld, friggjakvøld umframt vanda- leygardag og sunnudag seinnapart. Harafturat koyrir bussurin vid skula- børnum til og frå skulan- um å Oyrabakka, oghar kann ein sleppa vid, um plåss er. Men tann partin av koyringini, sum um- fatar skulabarnakoyring, man kommunan helst gjalda. So samladi part- urin av koyringini hjå Bygdaleiðum, sum er til Gjåar, er nærum ongin. Hesin sonevndi skatta- borgarin, ið skrivar í Dimmalætting, biður meg hugsa meira um fíggjar- ligu steðuna í landinum. Tað rokni eg við, at eg geri í minst líka stóran mun, sum mong onnur. Men tað hevur lítið og onki við hetta málið at gera. Verður t.d. so nógv hugsað um fíggjarsteðu, tá tað í Havn verða bygd handilshús fyri 200 milli- órir, ella tá byggjast skal flogvøllur i Havn fyri hálva milliard, tí havnar- fólk ikki tíma at ferðast vestur í Vágar til flog- vellin, sum er har? Ella allar ørskapurin við kemikaliu- og farma- skipunum? Var tað bert hugsað um fíggjarligt skynsemi, ella er alt hetta bert ein kapping um tey dýrastu projektini? Okkara krav um tunnil er eitt krav um tryggan farveg til og frá bygdini alt årid runt. Bygdin er vid i Felags- skúlanum á Oyrabakka, og haðar verða næming- arnir koyrdir til og frá alt skúlaárið. Sum er, kann illa forsvarast á vetrar- degi at lata bern koyra á hesum vegastrekki í stormi, kava og hálku. So tað mátti ein og hver sæð, at onki ónatúrligt er í ynskinum frá gjáarfólki um betri vegasamband. Fyri alt tað kunnu vit ikki bert hugsað í krónum og oyrum, tá vit tosa um útbygging av landinum. Tað er ein sannroynd, at vit hava utjadarabygdir- nar, og tær skulu vit hava, sjálvt um tað kann vera dýrt at útvega teimum nóg gott samband við meginøkini. Varð bert hugsað i krón- um og oyrum, so vóru ongir tunnlar gjørdir í Kallsoynni og Kunoynni, ella ongantíð komið upp á tal at gjørt tunnlar til Sumbiar, Gåsadals ella aðrar staðir. Í Grønlandi varð hildið at vera ov dýrt at gera livilíkindini sámulig á út- jadaraøkjunum og har fluttu tey fólkið til tey sterru plássini. Tá hugsað verður í krónum og oyrum einans, so var hetta bí- ligari enn hitt alternativi. Men í allar aðrar mátar var tað einki minni enn ein vanlagna fyri tey fólkini, hetta rakti. Tað er ikki ein spurning- ur, um vit hava ráð at gera tunnil frá Gjógv til Funn- ings, tað er ein spurningur um vit hava ráð at lata vera! Gjogv, 20. nov. 1987 Sofus Johannesen Flogvit i luftini Nú Tórshavnar Kommuna vil brúka milliónir til at kroysta vánaliga útlenska satelittsjónvarpsmentan inn í eygu skattaborg- arans, vildi eg hildið, at tað var meiri natúrligt — og bíligari — at skipað bleiv fyri at okkara egna danska sjónvarp, sum vit nú fáa tíðarforskotið, og tí ofta lítiðsigandi, ja, viðhvert mótsigandi, bleiv sent til ikki bert Havnina, men til alt Feroya land yvir verandi sendinet. Telefonverkið ræður longu nú yvir bæði sate- littkanalum og útgerð til hetta, og prisurin (í krónum) fyri hetta, hevði als ikki verið sterri enn tað, tað kostar Sólbjern at bjóða hansara vanligu »iryst á knøttin balle. Tær sendingar, SvF so sjálvt ger — og sum sambært Jógan As- bjer allar eru »seriøsar«, kundu so verið sendar har sum -okkum ti t.d. »pæredanske« (og óviðkomandi) sendingar eru. seriøsur skattgjaldari Eyðun Winther týddi Av misgáum komu vit at geva Eyðuni Viderø, legtingsmanni, æruna fyri at hava týtt eina av nýggju bókunum, sum Bókagarður hevur givið út. Tað er ein annar Eyðun, nevniliga Eyðun Winther, sum hevur týtt bókina >Dagbók í ári- num 1828 skrivað á eini ferð til Føroya«. Vit biðja hann halda okkum til góða. Blaðstj.