Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | Nr. 135 — 26 . november 1987 Oll aftur í skúla Næmingarnir á studenat- skúlunum og HF-skeiðun- um eru nú farin aftur í skúla ell somul. Men tey kunnu tó ikki siga við vissu, um tey ikki finna upp á onkur tiltøk, fæst ikki semja í lag millum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og lands- stýrið. Allir næmingarnir vóru ikki líka fegnir um, at undirvísingin varð steðg- að mánadagin. Og týs- dagin avgjørdi Næminga- felagið í Hoydelum at fara aftur í skúla. Tað skilst, at samband- ið ikki hevur verið tað besta millum næminga- feløgini. Tey smærru næmingafelegini vistu lítið um, hverjar avgerðir vórðu tiknar í Havn, og tað hevur eisini elvt til misskiljingar. Í Hoydelum og í Getu var undirvísingin so at siga vanlig. Í Getu var tó eingin undirvísing, meðan lærararnir høvdu lima- fund eina letu fyrrapartin. Í Klaksvík og í Suður- oynni var eingin undirvís- ing í gjár. Næmingarnir brúktu dagin til at skriva brøv og til at fundast um, hvat tey skuldu gera. Bæði næmingafelagið á Klaksvíkar HF-skeiði og næmingafelagið á Suður- oyar HF-skeiði avgjørdu at taka upp aftur skúla- gongdina í dag. Næming- arnir í Suðuroynni siga, at tey ætla at ganga í skúla sum vanligt komandi dagarnar, men er eingin loysn funnin mánadagin, svara tey ikki fyri, um ikki okkurt tiltak verður gjert týsdagin. randi Fólk fara í storru handlarnar eftir tilboðsvorum — Enn er ov tíðliga at siga, um vit merkja tað á seluni, at Mikligarður hevur víðkað. Men vit klára okkum óivað kort- ini, sigur Hanna Egholm, sum fyri 10 árum síðani keypti matvøruhandilin Smæruna í Havn. Nakrir eru teir matveru- handlar í Havn, ið hava snarað lykilin um, síðan Mikligarður kom. — Eg haldi, at tað gongur væl hjá okkum nú. Selan er nekulunda stútt, sigur Hanna. Handilin hevur nógv fest viðskifta- fólk, sum keypa alt tað dagliga frá teimum, mat til degurða og til nátt- urða. Tey, sum keypa eitt sindur hvenn dag heldur enn at keypa inn fyri vikur. Smæran hevur eisini lagt seg eftir at hava foroyskan degurða- mat. Smæran hevur ikki til- boðsverur eins og handlar sum Mikligarður. — Tað kunnu vit ikki hava, sigur Hanna. Tilboðsverurna verða ofta seldar fyri lægri prís, enn vanligu handlarnir kunnu keypa somu verur fyri. Hvussu tað enn ber til. Smæran hevur eisini nakað av heitum mati, sum frikadellur, búffar og annað, ið fólk keypa við á arbeiðsplássið, ella tá tey fara heim at venda eina lotu í degurðatímanum Teimum verunum er grav gangur eftir Hanna sigur, at kundi ynskt, at parker ingsplássini vóru betri við Smæruna. Nekur pláss eru í M.A. Winthersgetu beint við dyrnar. Tað er eisini eitt stórt parker- ingspláss tætt við, og á Frúutreð eru fleiri pláss } on Men folk tima illa at ganga teir hundrad metrarnar til handilin, sigur Hanna. Tey krevja meira av smærri handlum Táð ráðini verða til tað, ætlar Hanna at umbyggja Smæruna. Ikki minst fyri at gera tað arbeiðsligari. Trappurnar eru nógvar, og tey noyðast at lyfta óneyðuga nógv. Tað má broytast. Handilin skal eisini gerast ljósari, frystaríið er ov stórt, og sluktariid treingir stórlgia til ábetur Smæran innflytir fram- vegis kjøt og frukt sjálv. Bæði tí allar verur ikki fá- ast i heilsølu, og tí tað loysir seg betur Við leysari hjálp eru tey ans 10 starvsfólk í Smæruni randi Hanna Egholm, sum yvir- sk Smæruna í mars mgunum ert anda, t mótmæla teir LFU stuðlar næmingunum á studentaskúlunum og HF-skeiðunum og hesin stuðul er staðfestur í opnum brævi til Landsstyrið og Yrk isfelagið Brævið varð stjórnarfundi mánakveldið »L FU, Landsfelag Feroy- inga í Utbúgving, mótmælir viðferð, limir okkara á Studentaskúlunum og HF-skeiðum kring landið faa. Vit kunnu als ikki góð- taka, at ein arbeiðsósemja millum Yrkisfelag studenta og HF-lærara og Landsstyr- ið skal tarna næmingunum í skrivað á harðliga ta at fullføra prógv teirra. Hetta rakar ikki bara teir einstøku næmingarnar, men eisini samfelagið sum heild. Tað fer at kosta landskassan um milliónir, at ein árgangur av útbúgvandi verður seink- aður eitt ella fleiri ár. Vit kunnu undir ongum umsteðum góðtaka, at limir okkara verða misnýttir og hildnir gíslar í eini sek mill- um Yrkisfelag studenta- og HF-lærara og Landsstýrið. LFÚ, ið umboðar allar stuðlar føroyingar í útbúgving, tekur fult undir við tiltøkunum, ið næmingarnir hava sei verk. Um undirvisingin ikk kemur í rættlag innan leygar dagin 28/11-1987, fer um boðsráðið at taka stødu til møgulig studulstiltøk Vónandi verður hetta ikk: neyðugt Eisini stuðul úr Marknagili Næmingarnir = á > Føroya Handilsskúla stuðla eisini studentaskúla- og HF-næm ingunum. Í yvirlýsing frá Næminga- ráðnum mánadagin stendur, at »vit mótmæla harðliga viðferðini, næmingar á sein- asta ári fáa< Og síðani stendur „Um verandi steða verður óbroytt, vilja næmingarnir á Føroya Handilsskúla um hugsa at stuðla teimum raktu næmingunum við einum- hverjum hóskandi tiltaki.s