hósdagur 26. november 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Nýggjar leiðir
EITT tað mest brúkta orðið í blød-
unum í fjølmidlunum eins á paliborðs-
fundum og á legtingsins rødarapalli,
tá tað hevur snúð seg um fiskivinn-
una, hevur hesi senastu árini verið
GÓÐSKING. Hóast tað eru fleiri
meiningar um målsliga brúkið av
sjálvum orðinum, so eru ikki so nógv-
ar meiningar um, at vit eiga at gera
meira við fiskin, áðrenn hann fer av
landinum sum søluvøra.
AFTUR og aftur er orðingin „vit eiga
at góðska okkara fisk meira« tikin
upp á tungu ella fest á blað. Serliga
hava politikararnir verið frammi við
peikifingrinum og givið størstu út-
flutningsfyritøku okkara, Føroya
Fiskasølu, skyldina fyri, at vit hava
ikki góðskað størri part av fiskinum.
Leiðslan á Fiskasøluni hevur ikki ver-
ið sein at svarað aftur og hevur
svarið sum oftast verið tað, at tað er
ikki bara sum at siga tað at skula fara
undir víðari góðsking av fiski. Fiska-
selustjórin hevur ferð eftir ferð víst á,
at útreiðsiusteðið í Føroyum, t.v.s.
lønir 0.a., er so mikið høgt, at vit hava
ilt við at klára okkum í kappingini við
aðrar, sum eitt nú hava nógv minni
timaløn og harvið ikki nýtast at fáa
so nógv fyri veruna.
EISINI hevur fiskasølustjørin víst á,
at tað kann ikki vera rætti vegurin at
innflyta pipar, salt og rasp o.a. til at
leggja uttan á fiskin, áðrenn vit út-
flyta hann. Hetta gevur fyri tað fyrsta
meirkostnað av øktum innflutningi,
talan er um at flyta råvøruna henda
vegin og so av aftur landinum, men
sum rosinan í pylsuendanum, so
heldur hann, at vit eiga ikki at fjala
fiskin við pipari ella raspi, men heldur
marknadarføra hann sum reina fiska-
vøru.
Í SAMRØDU við blaðið í dag nemur
stjórin á Heilsufreðiligu Starvs-
stovuni við eitt týdningarmikið orð í
øllum hesum prátinum og tað er
traditión. Hon heldur tað hevur týdn-
ing at uppbyggja eina traditión fyri
Útgevari: P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Blaðfólk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Torfinn Smith :
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/F Pressan 1981
víðari góðsking, tí fyrr enn slík festir
røtur, spírar ikki, er einki itøkiligt at
vísa á. Vit fara at geva henni rætt í
hesum, tí skulu komandi ættarlið
kunna tosa um, at vit nú hava traditi-
ón fyri at góðska fiskin víðari til dýr-
ari veru og harvið hava meira av ar-
beiðinum í landinum, so mugu vit
longu nú til at skapa fortreytirnar og
grundarlagið fyri eini víðari góðsking.
Og kanska er tað júst hetta, sum í
hesum degum er við at henda eitt nú
á Bacalao.
HAR hava tey í eina tíð sagað upp
upsablokkar og pakkað upsan í
smærri portiónir. Hetta er so ein leið
at ganga, tá talan er um at gera meira
við fiskavgruna. Ein onnur gongd leið
er framleiðslan av fiskafingrum.
Royndir fara nú fram á Bacalao við
eini nýggjari maskinu, sum Heilsu-
frødiliga Starvsstovan og danska
fyritøkan Atlas hava útviklað í felag.
Fer henda maskina at virka eftir ætl-
an, so eru møguleikar fyri at byggja
upp eina framleiðslu av fiskafingrum
í Føroyum, eina framleiðslu, sum er
meira rationell og minni arbeidskrevj-
andi enn verandi framleiðslur av
fiskafingrum, sum fara fram í okkara
grannalondum í dag.
VIÐ hesum royndum eru lunnar lagd-
ir undir víðari góðsking. Í hesum
sambandi kann viðmerkjast, at suð-
ringar komandi summar skipa fyri
einum pallborðsorðaskifti um,
hvussu vit tryggja okkara fiskiídnaði
støðuga arbeiðsmegi. Tað er givið, at
víðari góðsking er eitt av svørdunum.
Við víðari góðsking verður tað meira
hugaligt og meira nossligt at arbeiða
hjá fólkinum í fiskiidnadinum, og nú
tað tykist at vera sera torført at fáa
fólk at stødast í hesum partinum av
vinnuni, so kann sigast, at víðari
góðsking ikki bert eigur at roynast,
men tað er helst ein fyritreyt fyri at
fiskiidnadur okkara í framtíðini fær ta
neyðugu arbeiðsmegina.
jamii
Sandoyar Syslu
Javnadarfelag
Felagid skipar fyri hugnakvøldi i Eiriks-
garði í Dali, leygarkveldið 28. november
kl. 19, fyri limum við maka og ødrum
javnaðarhugaðum.
Sigið frá á tlf. 61206, 61693 ella
61 334.
Nevndin
Viðvíkjandi brúnni um
Sjatlánna á Vatnsoyrum
Avsannan frå Føroya Hanaverksmeistarafelag
Visandi til bladgrein i
Oyggjatíðindum nr. 81 av
18. nov. 1987, har Oyggja-
tíðindi veit at siga frå
Henning Jacobsen á
Landsverkfreðingsstovn-
inum, at grundin fyri at
teir bóðu donsku fyritek-
una Højgaard & Schultz
A/S um tilboð uppá
brúnna var tann, at feroy-
ingar ikki megnaðu at
gera brúnna.
At henda misálitisvekj-
andi frágreiðing er vána-
ligur skaldskapur, vita ell
sum duga eitt lítið sindur
at hugsa, vit kunnu bert
líta runt okkara land, hvar
nógvar brýr eru, og kanna
eftir hver, ið hevur bygt
hesar.
Men onkur skal nú um-
beringin vera fyri eina
slíka gerð.
Vónandi eru lesararnir
meira kvalifiseraðir í
teirra giting, enn hvat
Henning Jacobsen er í sín-
um úttalilsi.
Tað, sum í hesum feri
skal standa fast, er, at
áhugaðir úr Vága Hand-
verksmeistarafelag sam-
an við Vága Handverkara-
felag, hava gjørt vart við,
bæði yvir fyri Landsverk-
freðinginum og yvir fyri
Feroya Landsstýri, at
kvalifiserað arbeiðsorka
var tek til at byggja
brúnna um Sjatlánna, og
at teir ynsktu at sleppa at
bjóða uppá hana.
Eftir at hava ringt fleiri
ferðir til
Landsverkfreðingin, varð
endiliga svarað tann 3.
juni 1987 — at Hejgaard
& Schultz A/S skuldi gera
brúnna uppá ROKNING.
Hetta svar ferdi síðani
til, at kallað bleiv saman
til fund í Vágum sama
kveld, og tí niðursteðu, at
senda Feroya Landsstýri
bræv um málið.
Hetta bræv varð sent
tann 4. juni 1987.
Fyrst tann 24. juni 1987
læt Føroya Landsstýri vid
seg koma, við tað at tá
varð fundur við lands-
stýrismannin, ið Lands-
verkfreðingurin hoyrir
undir.
Hesin fundur var saman
við Feroya Handverks-
meistarafelag, og var úr-
slitið ein slutur fyri ein
slatur, og nøkur ikki upp-
fylt lyfti.
17. juli 1987 ringdi
Mikkjal Helmsdal til for-
mannin i Våga Hand-
verksmeistarafelag og
segåi hann, at arbeidid var
so »spesielt«, at teir å
Landsverkfrødings-
stovninum ikki vóru førir
fyri at átaka sær hetta ar-
beiði. Og spurdi tá for-
maðurin í Vágum, hver ið
tá skuldi hava eftirlit við
arbeiðinum, og váttaði tá
Mikkjal Helmsdal, til
mikla undran, at tað
skuldu teir sjálvir hava.
Hetta helt formaðurin í
Vágum vera merkiligt, og
spurdi víðari, hvussu
kunnu tit hava eftirlit við
slíkum, ið tit ikki duga at
gera?
Hetta er bert ein brot-
partur av tí, ið fram er far-
ið í hesum máli. Niður-
steðan má blíva:
1. Eitt vilja vit her frá
felagnum sláa fast: >Tað
eru kvalifiseradar fyritøk-
ur her i Føroyum at gera
umtosaðu brúgv=<.
2. Somuleiðis vita vit, at
okkara arkitektar høvdu
dugað at formað eina tí-
líka brúgv, landi okkara
til prýðis.
3. Eisini vit her í felag-
num hava tað álit á okk-
ara verkfreðingum, at teir
duga eins væl at rokna og
dimensionera sum teir, ið
búgva í Danmark. Tit eiga
at minnast til, at okkara
menn hava sitið á sama
skúlabonki sum teir, ið
búgva í Danmark, og
skuldu soleiðis havt lært
tað sama, og at royna at
billa fólki inn, at vit ikki
duga tí at vit búgva í Fer-
oyum. Handan er byrjað
at eldast nú.
Nei, vælsignaðir menn,
sum úttala slíkt ókvalifi-
serað vrevl, hugsið áður
enn tit tosa: Hugsið fer-
oyskt og handlið feroyskt,
tað kemur at gagna okk-
ara landi og fólki.
Føroya Handverks-
meistarafelagi
Niels Th. Petersen, form.
Um skemt
og gudsspottan
Hesar seinastu dagarnar
hevur verið nakað av blað-
skriving um táttin Snekl-
ar í sjónvarpssendingini
Rætt og slætt lætt næst-
seinasta leygarkveld.
Brævskrivararnir = hava
skilt innslagið um excors-
ismu sum gudsspottan, og
innslagið um alternativa
heilsuviðgerð halda teir
vera ov ágangandi.
Til hetta er at siga, at
brævskrivararnir munnu
hava misskilt okkurt.
Sjónvarpið hevur als ikki
ætlað at havt nakra guds-
spottan Ii
excorsismu
táttinum um
Haraftur-
ímóti varð gjøldur gjørt
burtur úr
sum 1 da
teimum mongu,
g royna seg sum
aðrir »Jesusar«. At spotta
Gud og at spotta guds-
spottarar er hver sitt.
Um innslagið um
alternativa heilsuviðgerð
var skemtiligt ella ikki,
kann hver einstakur taka
steðu til. Men ikki hugsi
eg, at so mong hevdu
gjørt vart við seg, um teir
í Snøklunum í staðin
høvdu — gjørt gjeldur
burtur úr einum væl út-
búnum lækna.
Eftir míni áskoðan eiga
landsstyri og legting
beinanvegin at skarva
nógvar milliónir av játt-
anunum til heilsuverkið,
um tað veruliga ber til at
avgera, hvenn heilivág
2itt sjúkt fólk eigur at fáa,
bert viðat stea nekur
medisingles á búkin á tí.
Finnbogi Ísakson
BL
Minnist til veitsluna 27. nov. í Veitslu-
holl Klubbans kl. 21.00.
i Vinarligast
17928.
ringid tlf.
17358 ella
ds