Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-11-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 135 — 26. november 1987 Kappingarárið 1987 Frágreiðing frá kappingarnevndini til ársaðalfund Fótbólts- sambandsins leygardagin tann 21. november 1987 Frá tí at Fótbólts- samband Feroya varð sett á stovn í 1979 -og áðrenn hetta undir fótbóltsdeild ÍSF — vórðu á nærum hverjum aðalfundi framd- ar broytingar í kappingar- reglunum. Hetta hevði ti- verri við sær, at lógirnar í onkrum førum tóktust heldur flektar og kanska eisini sjálvmótsigandi og tí torskildar. Hetta hevði við sær, at légarnevnd Fétbéltssambandsins aftaná adalfundin 1986 fór i holt vid at kanna regl- urnar fyri at finna út av um neyðugt var við broyt- ingum. Henda endurskoð- an av reglugerðini hevði við sær, at Fótbóltssam- band Feroya á vári 1987 innkallaði til eykaaðal- fund har at kalla heilt nýggjar kappingarreglur vórðu einmælt samtyktar at koma í gildi sama kapp- ingarár. Kappingarárið 1987 er so fyrsta kappingarár, at leikt hevur verið eftir nýggju leikreglunum og tykist at vera breið semja um, at hesar eru munandi betri enn tær gomlu. Lættari er at finna út av ymsu greinunum, av ti at tær eru greitt settar upp og færri, fyri ikki at siga eingi, ivamál eru nú um hvussu einsteku brotini í kappingarreglunum skulu skiljast. Sjálvandi vil altíð vera okkurt at finnast at, tá kappast verður á fyrsta sinni undir nýggjari reglu- gerð, men havandi í huga, at einki felag leggur nakað uppskot um veruligar broytingar í reglunum fyri aðalfundin, má ásannast, at kappingarreglurnar roynast greiðari enn tær gomlu. Ungdóms- fótbóltur Men tað er ikki bert á lógargkinum, at broyting- ar verða framdar. Eisini ungdómsfótbólturin verð- ur møguliga munandi broyttur. Å ådurnevnda eykaaðalfundi varð heim- ilað Fótbóltssambandin- um at arbeiða vidari við tí fyribilsuppskotinum, ið gjert varð í samband við kappingarnar hjá teimum yngru, tí sonevnda »grøna ålitinum«. Ætlanin er, at yngstu deildirnar fram- yvir skulu kappast i ser- støkum økiskappingum, har tað verða økisnevndir, valdar av feløgunum í ein- støku økjunum, ið skulu skipa fyri kappingunum. Í hverjum eki skal veljast ein trymannanevnd, ið skal fara til verka i januar mánað. Tað verður tó fót- bóltssambandið, sum framvegis verður ovasti myndugleiki, men dagliga raksturin, t.v.s. legging av kappingini v.m., koma økisnevndirnar at hava. Ætlanin er, at bæði yngstu dreingirnir og yngstu genturnar skulu taka lut í hesum kapping- um og eigur eisini at verða umhugsað um ikki tað er rætt, at t.d. gentur/dreing- ir í seks til átta ára aldri — og meguliga eldri — fáa meguleika fyri at spæla á sama liði. Sum kunnugt er tað í hesum aldursbólki jú fyrst og fremst gleðin við at spæla fótbólt, ið telur, meðan úrslitini koma í aðru reð. Fyri tó ikki heilt at bróta við galdandi kappingarhátt, eigur meguliga at verða um- hugsað um vinnandi liðini í ymsu økjunum, aftaná loknar kappingar, skulu hittast eitt vikuskifti í finaluumfari og verður vinnarin her so kosin sum vinnari av ekiskappingini. Sum nevnt í grena álit- inum eigur eisini at verða neyvt samstarv millum ekisnevndirnar og ung- dómsdeild Fótbóltssam- bandsins, m.a. í samband við dreingjalandsliðið. Eingini ivi er um, at hetta samstarv vil ekja leik- dygdina hjá dreingja- landsliðinum — og tað er jú eingin loyna at júst dreingjalið okkara hevur brúk fyri góðum úrslitum. M.a. kann hugsast, at samstarvið millum ekis- nevndirnar og ungdóms- deildina hevur við sær, at okislið, sett av ymsum økisnevndum, hittast í ár- ligum kappingum, ið kunnu verða góð hjálp hjá landsliåsvenjaranum/- venjarunum, tá tað snýr seg um útteku av leik- arum. Hvat so enn spyrst burtur úr ætlanunum um økiskappingarnar, so er eingin ivi um, at hetta kemur at krevja meira av feløgum og leiðarum teirra enn nú. Arbeiðs- byrðan hjá tí einstaka veksur og torfert verður at sita bæði í felags- og økisnevnd. Útbúgvingar- deildin eigur í hesum sam- bandi at skipa fyri skeið- um fyri teimum, ið koma at manna økisnevndirnar. Í fjor varð á fyrsta sinni roynt at skipa fyri ser- stekum vikuskiftis- kappingum fyri yngru deildirnar. Hesar eydn- aðust væl, men tíverri - vórðu hesar kappingar í ár av ongum, men eingin ivi er um, at hetta er táttur, ið eigur at verða tikin upp aftur. Meguliga eiga tær tó at verða broyttar eitt sindur, soleiðis at kapp- ingarnar í ymsu aldurs- bólkunum ikki verða sama vikuskifti, tí tað vísti seg, at fleiri feløg hevdu trupulleikar at útvega leiðarar til øll lið teirar. Hetta m.a. av tí at sami leiðari dagliga tekur sær av at venja fleiri lið. Fimta deild Broytingar fara at henda í yngru deildunum, men eisini i vaksnamanna- deildini verða broytingar. Í dag fyriliggur uppskot um at økja talið av liðum í 1., 2. og 3. deild til tíggju, meðan tað skal vera óav- markað tal av liðum í 4. deild — t.v.s. »fri tilmeld- ing«. Sambært uppskotinum dettur 5. deild burtur sum landskapping og er hetta i trá við teir tankar, ið komu fram á eykaaðal- fundinum í vár, har tað jú varð heimilað FSF at ar- beiða víðari við teimum tankum, ið kom fram í „gula álitinum<. Í hesum áliti varð m.a. skotið upp, at skipa fimtu deild í økis- kappingar, hetta m.a. av tí at nógvir av leikarunum í 5. deild bert hevdu fót- bóltin sum ítriv, har teir stuttleikaðu sær, og ikki høvdu framsekni (»ambi- tiónir<) um at vinna nakað FM-heitið. Eisini varð havt í huga, at fleiri teirra ikki høvdu hug at nýta heilan dag at ferðast til og frá dysti. Við uppskoti FSFs verður eingin upp- og niðurflyting millum fimtu og fjórðu deild. Fjórða deild verður at sammeta við 5. deild, so sum vit kenna hana í dag. Uttan iva er onkur, ið ivast í um tað fer at bera til at fáa nóg nógv lið í 4. deild, men mett verður, at eingin ivi er um, at fjórða deild eisini verður ein stór deild. Í landskappingini 1987 tóku 23 lið lut í 5. deild og lítil ivi man vera um, at fleiri teirra fara at melda til í 4. deild, um nýggja skipanin verður samtykt. Her verður ser- liga hugsað um tey feløg, hvers næstbesta lið hevur spælt í 5. deild í ár. At tey fara at spæla í 4. deild, er neyvan nakað at ivast í. Um tað so t.d. verður loyvt leikara at spæla bæði í landskappingini í 4. deild og í økiskappingini í 5. deild, er neyvan nakað at ivast í, at flest øll feløg hava manning til bæði at hava lid i 4. og 5. deild. Økt tal Tá komið verður til upp- skotið um at ekja talið av liðum í teimum trimum ovastu deildunum til tíggju, er uttan iva onkur, ið fyrst leggur til merkis, at uppskotið sigur, at hetta skal koma í gildi frá kappingarárinum 1988. Lat okkum tó ikki nýta alla orku at kjakast um nakra ávísa tíðaráseting, men heldur leggja dent á um tað er ítróttarliga for- svarligt at ekja talið av liðum. Talan kann bert vera um at økja deildirnar um hetta tænir ellum tí feroyska fótbóltinum og ikki bert nekrum fáum fe- legum. Øll eru vit vitandi um, at í londum kring okkum ganga teir øvugtan vegin — teir minka talið av lið- um í ovastu deildini — men ivasamt er, um vit altíð skulu »kopiera« tað, ið onnur gera. Tað er jú ikki vist, at slíkar av- gerðir hóska her hjá okk- um. Vit mugu í staðin royna at laga okkum eftir egnu viðurskiftum okk- ara, so at vit fáa sum frægast burturúr. Fót- bóltssamband Feroya heldur tað vera forsvarligt at økja talið av liðum í ein- støku deildunum, millum annað av tí at breiddin í føroyskum fótbólti er rættuliga stór og av tí at hetta kann geva eina meira spennandi og áhugaverda kapping. Fót- bóltur skal vera spenn- andi — bæði fyri leikarar og áskoðarar. Utbugving Seinnu árini hevur Fót- bóltssamband Feroya lagt stóran dent á útbúgving. Serstek útbúgvingardeild er, ið fyrst og fremst hevur tikið sær av at út- búgva venjarar. Meguliga er tíðin komin at broyta bygnaðin av hesi útbúgvingardeild, so- leiðis at hon verður skipað í fleiri bólkum — hver við sínari sergrein. Hugsas kann, at ein bólkur tekur ini, meðan annar tekur sær av at útbúgva fót bóltsleiðarar og nevndar- Tr Síða 1£ Opel Kadett Arg. 83, koyrt 40.000 km, í góðum standi — til sølu. TLF. 55775 limir i reløgunum. Eingin loyna er, at øll feløg hava brúk fyri nógvum leiðar- um og er serstakliga stórur tervur á ungdóms- leiðarum. Nú, tå økiskapp- ingarnar byrja, koma øll feløgini at hava fyri neyð- ini stórt tal av ungdóms- leiðarum og vert hevði uttan iva verið at fingið í lag skeið fyri hesar, bæði hvat viðvíkur fótbólts- venjing, taktikki og fyri- skipan av felagslívi, so- leiðis at yngstu leikarar okkara frá byrjan av koma at trívast í felegum sínum. Uttan iva vilja ymsu ungdómsleiðararnir fáa nógv burtur úr at hittast av og á fyri at tosa um ymsu royndirnar teir hava, ymsar felags trupul- leikar o.a.l. Ein fyritreyt fyri at út- búgvingardeildin kann ekja virksemi sítt er tó, at feløgini taka av ymsu til- boðunum, ið hon hevur at bjóða. Ítróttarskúli Vit feroyingar hava altíð havt lyndi at leita av klettunum at læra okkurt nýtt. Vit hava ongantíð verið bangin fyri at taka upp samstarv við aðrar tjóðir. Tað er eisini rætt at samstarva við fólk úr fremmandum tjóðum, tí hetta vikar sjónarring okkara samstundis sum tað ger okkum betur fer fyri at skilja eyðkennini hjá fremmandum fólki, fata teirra livihátt og siðir, samstundis sum hetta gevur okkum megu- leika at kunna onnur um tjóð okkara. Hvert ár fara fleiri fer- oyingar uttanlands á yms- ar ítróttaskúlar. Henda skúlagongd gevur næm- ingunum nógv, og eiga vit meguliga at fara at hugsa um at seta á stovn ítrótta- skúla í Føroyum. Við teimum góðu royndunum vit hava av Norðurlanda- húsinum í huga, er kanska vert at umhugsa at stovn- seta ein norrena ítrótta- skúla í Feroyum. Hetta vildi givið føroyskum ung- dómi meguleikan fyri at lært annan norðurlendsk- an ungdóm at kenna, sam-“ stundis sum norðurlend- ingar vilja fáa møguleikar fyri at nema sær vitan um føroyskan itrou og ter- oyska samíelagið sum heild. Sum er hava vit — ella fáa vit — framúrskar- andi ítróttafasilitetir Feroyum, so her er góður meguleiki at leggja tilikan skúla. Roknast kann við, at Norðurlanda Ráðið vil fíggja tílíkt felags norrent tiltak, ið stórur partur av norðurlendska ungdómin- um vil fáa gleði av. Sum er gevur norðurlendski mentunargrunnurin stuðul til ávís feroysk tiltek, og eingin ivi kann vera um, at umreddi skúlin kemur undir enda- málsgrein grunnsins. Nevndin Á hesum aðalfundi leggur stórur partur av kapping- arnevndini frá sær. Tíðin vit hava sitið í hesi nevnd, nekur leingi onnur stytri, hevur verið góð men strævin. Áðrenn ein tekur av vali til nevnd innan FSF, eigur ein at gera sær greitt, at nógv arbeiði fylgir við tílíkum nevndar- sessi. Skal arbeiðið gerast til fulnar, er neyðugt at nýta stóran part av frítíð síni til hetta. Sum sagt er tað strævið og tað kann eisini vera ótakksamt, tí ein av og á verður noydd- ur at taka avgerðir, sum ikki dáma ellum líka væl, og onkur illstøda kann tí taka seg upp. Hóast hetta, so er arbeiði tó altíð áhugavert og stuttligt. Ein kemur í samband við stóran hóp av feroysku fótbóltsspælarunum og - leiðarunum. Knýtir nýggj vinabnd og lærir at síggja ítróttar- og felagsliv frá aðrari síðu enn ein er van- ur. Vit, ið nú leggja frá okkum, vilja nýta høvid at takka ellum teimum vit gjegnum árini hava sam- starvað við og vilja sam- stundis ynskja teimum, ið nú taka sæti í sessum okk- ara, góða eydnu og blíðan byr í størvum teirra. Kappingarárið 1987 er nú komið at enda og stutt er til nýtt kappingarár byrjar. Vit vóna at kapp- ingarárið 1988 fer at royn- ast eins væl og tey undan- farnu — líka mikið hvat alið av liðum so ern verð ur og hver kappingar? verður nýttur Við ítróttarkveðu Kappingarnevndin Berge B. Hansen