týsdagur 1. desember 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
SE SOSÍalUrin
Vágatunnilin kemur
— hvussu við flog-
havnini hjá Poul?
»”
I Dagblaðnum 27
november 1987 roynir
Svend Áge Ellefsen, leg-
tingsmaður fyri fólka-
flokkin í Vágum, at snara
tankunum frá flogvallar-
ætlanini á Glyvursnesi við
at misteinkja leiðsluna í
javnaðarflokkinum fyr: at
ganga ímóti Vágatunnilin-
um. Hann ákærir óbein-
leiðis Frank Davidsen fyr
at royna at fjala útyvir
»illvilja« floksins í sam-
band við fasta sambandið
um Vestmannasund
Hetta er Ága so líkt
Hann roynir nú at fáa
Vágatunnilin inn í parta-
politiskt kjak, fyri á tann
hátt at leiða tankarnar hjá
vágafólki frá tí vanda-
miklu >poulismuni<, sum
Frank Davidsen 0.0. av
rettum ávara so álvarsliga
ímóti.
Javnaðarflokkurin
tekur fult undir
Lat meg beinanvegin sláa
heilt fast, so eingin skal
ivast: Føroya Javnadar-
flokkur tekur fult undir
við kommununum í Våg-
um um fasta sambandið
um Vestmannasund.
Hvørki nøkur paragr. 13
ella tólkafloksmiðsavning
fer at steðga tunnlinum
undir Vestmannasundi, tí
skal m.a. javnaðarflokkur-
in syrgja fyri.
Flokkurin skal undir-
strika, at kommunurnar i
Vágum nú, sum ikki eina-
ferð, hava gjert eitt slóð-
brótandi arbeiði. Flokk-
urin tekur til eftirtektar
ynski hjá kommununum
at halda málið uttanfyri
partapolitikk.
Málið er lagt fyri Fer-
oya landsstýri, og tær
samreður, sum nú eru
millum landsstýrið og
kommunufelagsskapin í
Vágum, fara at mynda tað
uppskot, sum verður lagt
fyri legtingið. Áge skal
ikki ivast í, at hetta upp-
skot verður í tráð við upp-
skot kommununar í Vág-
um.
Eg skilji væl, at Áge
Ellefsen og Suni Jacobsen
í Servági, sí Dimmalætt-
ing 28.11, eru illa við, nú
bæði málið um Gásadals-
bergholið og holið undir
Vestmannasundi verða
loyst av hesi samgongu.
(Gásadalsbergholið
verður byrjað til várs sum
ætlað). Teirra samgonga
steðgaði allari berghols-
gerð. Paragr. 13 setti jú
bann fyri tí.
Vágatunnilin er
í góðum hondum
Góðu tit báðir Áge og
Suni, latið kommunufe-
lagsskapin í Vágum og
Feroya landsstýri hava
frið at loysa sambandið
um Vestmannasund.
Gangið ynskinum hjá
kommununum í Vágum á
meti; dragið ikki málið inn
í partapolitikk. Vága-
tunnilin er í góðum hond-
um, og hann kemur. Áge,
tak tú undir við uppskot-
inum, tá tað kemur frá
landsstýrinum, tí so hevur
tú tænt oynni og Feroyum
væl í tí málinum.
Flogvallarmálið
Málið um flogvell á
Glyvursnesi, sum Frank
Davidsen ferð eftir ferð
ávarar ímóti, er verri fyri.
Steðan er tann, at fær
Fólkaflokkurin ta undir-
teku til komandi legtings-
val, sum seinasta fólka-
tingsval bendi á, so er
flogvellur á Glyvursnesi
áðrenn langt um líður.
Teirra hugsjón
er miðsavnandi
Tann hugsjón, sum Svend
Áge Ellefsen umboðar,
konservatisman, er alla-
staðni miðsavnandi og
privatiserandi. Tann hug-
sjónin hevur sum hevuðs-
endamál at skapa fáar og
sterkar eindir, sum við
sterkum kapitali aftanfyri
seg skulu stýra heildini.
Í dag stýrir Poul
Michelsen peningasterk-
astu kommununi í landin-
um eftir konservativu
hugsjónini, og Áge tekur
sjálvsagt innast inni undir
við honum í hesum poli-
tikki. Hann vil sjálvsagt,
at legting og landsstýri
geva Pouli frítt spæl at
umsita tann pening, hann
krevur inn frá Havnar
borgarum.
Sambært hugsjónini hjá
Svend Áge Ellefsen og
Óla Breckmann, er tað tí
sjálvsagt, at bæði Sunds-
depil og flogvellur á
Glyvursnesi verða veru-
leiki.
Gævi at tað ikki hendir,
at henda skaðiliga hug-
sjónin fær meguleikar at
leggja føroyska bygda-
samfelagið í oyði.
Miðvágur, 30.11.1987
Hans Jergensen,
skrivari í Javnaðar-
flokkinum
er altíð til reiðar at spæla til veitslur og
annað.
Tif. 73345
pt byggivirkid
1. desember 1987
SVARDIN
CD
Gå
DS
SO
Byggivirkið
pf. Finn í Puntabyrgi
VARÐIN VISIR VEGIN
Kent byggivirki
broytir navn!
Fríggjadagin 27. november
vóru liðin júst tvey ár, síð-
ani Niclas Olsen yvirtók
pf. Finn i Puntabyrgi.
Sama dag fær felagið
navnabroyting til Byggi-
virkið Varðin.
Pf. Finn í Puntabyrgi varð
stovnað í 1975. Hetta er
eitt byggivirki ella entre-
prenørvirki, sum mest
hevur tikist vid jørd- og
betongarbeiði. Felagið
prosjekterar ikki, men
virkar sum arbeidstakari,
og tað merkir, at felagið
sjálvt eigur kompressarar,
boriútgerð og kranar, men
leigar lastbilar og t.d.
gravimaskinur, sum terv-
urin er á.
Kent felag
Felagið er rættuliga nógv
umrett seinnu árini, og fe-
lagið hevur gjert nógv
ymisk arbeiði, nevnast
kunnu sum demi skúlin á
Strondum, svimjihøllin í
Kollafirði, Verkstaðið
Vón, Nunnukleystrið,
Norðstreymoyar
Javnaðarfelag
Fundur í Hósvík
Norðstreymoyar Javnaðarfelag hevur
almennan fund í Hósvík sunnudagin 6.
desember kl. 15.
Til viðgerðar vera aling, fiskivinna,
ídnaður og samferðsla.
Við á fundinum vera Vilhelm Jo-
hannesen, Jørgen Thomsen og Thomas
Arabo.
Nevndin
Dagstovnurin í Hoyvík,
umframt at felagið hevur
gjørt jør- og betongarbeið-
ið hjá nýggja Sjóvinnu-
bankanum í Havn, hjá
Sparikassanum við Ting-
húsvegin og í sambandi
við nýggja revisorvirkið
hjá Jógvani Sundstein.
Fríggjadagin vóru liðin
júst tvey ár, síðani Niclas
Olsen yvirtók virkið frá
Finn í Puntabyrgi. Sama
dagin fekk virkið alment
nýtt navn. Finn í Punta-
byrgi hevur altíð nýtt
varðar í búmerki sínum,
og tað ger nýggja felagið
eisini, nú tað fær navnið
Byggivirkið Varðin.
Hetta merkir kortini
ikki, at nakrar broytingar
henda í felagnum. Starvs-
fólkið — tey eru um 25 í
tali — verður tað sama, og
felagið kemur framhald-
andi at hava samskifti við
somu viðskiftafólk.