Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 1987síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hondbóltur 1. deild menn, H71-VÍF 19-23 Sum flestum kunnugt taptu vestmenningar sín fyrsta dyst í landskapp- ingini í ár seinasta leygar- dag. Teir taptu við einum máli ímóti Kyndli, sum hendan dagin leikti sera væl. Men tá ið dysturin í- millum VIF og H71 var byrjadur mikukveldið, vísti tað seg at VIF aftur fór at tapa. H71 legði hart út, og stýrdu fyri tað mesta fyrra hálvleiki. Teir vóru eisini frammanfyri við fýra málum í hálvleikin- um. Í seinna hálvleiki gekk eisini hampuliga væl hjá H71 í byrjanini, men síð- ani fekk VIF vind í segl- ini. Danski venjarin hjá H71 fekk reyða kortið, tá ið einir tíggju min. vóru eftir, og tá misti H71 takið á vestmenningum. H/1 loypti hvøkk å vestmenningar Tað eydnaðist VIF fyrst at koa upp á javn- leik, og komu síðani fram- um. Endaliga steðan gjørdist ein sigur til VIF, 23-19. Men hóast munin til seinast uppá fýra mál, kann sigast, at H71 gjørdi sitt til at dysturin var spennandi. Gdm- Hondbóltsúrslit hjá VB VB-Stjørnan, gentur 16 år 8-12 VB-Stjørnan, dreingir 16 år 19-15 VB-Stjørnan, 2. deild menn 17-19 VIF-VB, dreingir 14 år 23-14 VÍFa-VB, gentur 14 ár 10-13 VIFb-VB, gentur 14 ár 5-17 VIF-VB, 1. deild kvinnur 9-16.