mánadagur 7. desember 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Ábyrgdarblaðstjóri:
P/f Sosialurin
Jan Múller
Krisjan Dahl
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
Utgevari:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
Skal ráfiska-
grunnurin
avtakast?
SUM kunnugt verður arbeitt við
eini nýggjari prísásetingarskipan
fyri feskfisk. Vit umrøddu i odda-
greinini seinasta týsdag ætlanina
at lata fiskimenn fáa tann studn-
ing, sum í løtuni verður latin sum
ein partur av avreiðingarprísin-
um, sum vanligan studning
gjøgnum studningsnevndina.
Kesum mæltu vit frá, og mæltu
heldur til, at fiskimenn fingu allan
sín ágóða í einum, tá teir fingu
sína avrokning
MEN sum tað skilst er eisini ætl-
anin at í eini framtíðar skipan skal
einki fiskaslag lata »avgjald«. Tal
an kann bert verða um ískoyti til
teir ymsu fiskarisirnar. Hetta
verður ein avgerandi broyting frá
galdandi skipan. Víst var tað so,
at tá ráfiskagrunnurin var settur á
stovn, var bert hugsað um ískoyti
til teir ymsu prísirnar. Men vit
mugu minnast til, at tað vóru
nærum bert dyr fiskasløg, sum
toskur og hýsa inni í myndini.
Kongafiskur fanst nærum ikki, og
av upsa veiddu vit bert fá túsund
tons.
NÚ ER steðan ødrvisi. Ti »biligu«
fiskaslegini umboða ein heilt
stóran part av okkara veiðu. Og
fyri okkara týdningarmestu fiska-
sløg gjalda flakavirkini frá góðar
kr. 10 pr. kg. fyri tosk 1 og til kr. 2
fyri kongafisk.
VIÐ avgjaldi til tilskoti úr ráfiska-
grunninum hava hesir prísir verið
»javnadir« soleiðis, at fyri tosk 1
verður goldið 8-9 kr. pr. kg. og fyri
kongafisk 4-5 kr. pr. kg. Hetta má
sigast at vera ein rímiligur háttur
at býta tað avmarkaða fiskiríki-
dømi undir Føroyum millum teir
ymsu veiðihættirnar. Hin møgu-
leikin var at tey ymsu fiskasløgini
vórðu býtt soleiðis, at hvort skip
fekk eina kvotu av toski og eina
kvotu av kongafiski. Hetta vildi
fingið djúpvatnstrolararnar inn á
toskaleið og noytt útróðrarbátar-
nar at veitt kongafisk. Eingin ivi
er um, at hetta vildi verið tann
nógv verri hátturin at býta uppá.
HENDA skipan hevur eisini verið
tann higartil best virkandi háttur
oddagrein
at regulera veiðuna eftir teimum
ymsu fiskasløgunum. Við hesi
javning hevur veiðutrýstið verið
nøkurlunda eins á toski og upsa.
Nú kunnu vit sjálvsagt siga, at
tað er ov stórt í báðum fórum.
Men uttan ráfiskagrunnin høvdu
vit verið munandi nærri at trá-
roynt t.d. annan av hesum stovn-
um.
SKIPANIN stóð rættiliga sína
roynd, tá upsaprísurin fyri nøkr-
um árum síðan fór í botn. Men
samstundis hendi tað, at dollarin
fór rættiliga nógv upp, og gjørdi
hetta tað, at marknaðarprísir á
hýsu og frystum toski fóru mun-
andi upp. Um nú avreiðingarprís-
irnir høvdu fylgt marknaðarprís
unum høvdu upsaprísirnir farið í
botn, meðan hýsu- og toskaprísir
nir høvdu farið munandi upp. Tað
hevði aftur ført við sær, at allur
trolaraflotin hevði lagst á toskin
og hýsuna, og úrslitið kundi væl
verðið ein enn meira hóttur
toskastovnur, meðan upsin fekk
frið.
ÍSTAÐIN gjørdi skipanin vid rá-
fiskagrunnin tað gjørligt at nýta
tann hækkaða marknaðarprísin
fyri tosk og hýsu til at halda upsa-
prísinum upp, soleiðis at tað
slapst undan heilt álvarsligum
niðurskurði í upsaprísinum, og tá
ein tíð var fráliðin var upsakrepp-
an av, og tað fyri ein stóran part
takkað verið ráfiskagrunninum.
TÁ hetta er sagt skal sjálvsagt
eisini leggjast afturat, at tað skal
ikki takast av prísinum hjá veið-
um, har tað ikki gongur væl fyri at
leggja afturat har, sum tað gong-
ur betur. Hetta hevur jú verið
tann grundgeving, sum útróðrar-
menn hava givið fyri at vera ímóti
ráfiskagrunninum. Men hædd
skal sjálvsagt takast fyri hesum
sjónarmiðum, tá arbeitt verður
við nýggjari prísskipan. Men vit
vilja tó mæla landsstýrinum frá at
pilka við verandi skipan á hesum
økinum, uttan so at landsstýrið
við vissu hevur okkurt betur at
seta í staðin.
Nr. 140 — 7. desember 1987
Ferðingartíð
Í tvætlikanningini hjá
Flogvallarnevndini verður
m.a. komið fram til, at
hvert ferðafólkið sparir 2
tímar í farðatíð, um bygt
verður á Glyvursnesi.
Tá vágatunnilin kemur
verður henda sparing
allarhægst hálvur tími,
men hetta vil nevndin ikki
nevna.
Sjálvt um tú tekur hes-
ar órealistisku 2 tímarnar
og gangar hetta við árliga
ferðafólkatalinum: 80.000,
fært tå hægst eina saml-
aða tíðarsparing uppá
60.000 tímar.
Nú er tað so, at tað er
gingið upp fyri onkrum
,avnarmanni, serliga teir,
sum noyðast at koyra í
li, at ein stórur partur
av hesi koyritíðini verður
yrúktur til at koyra langar
umvegir, og at bíða í long-
um rekkjum fyri at sleppa
inn á næsta vegin. Summ-
ir av hesum neyðars bil-
koyrarum hugsa (so
frægt), at tad kanska
Åheitan
eisini hevði verið møgu-
ligt við einum skilabetri
veganeti, at stytta um
ferðatíðina hjá fólki á
havnargetum.
Kanningar vísa, at tað
t.d. i R.C. Effersøesgøtu
ferðast (minnist meg rætt)
18.000 bilar um dagin.
Siga vit, at í meðal eru
bert 2 fólk í hverjum bili,
og tú við eini betri ferðslu-
skipan kann stytta tíðina í
R.C. Effersæsgetu við
bert 45 sekundum, so
verður uppá eitt ár spart
(18.000 bilar ganga 2 fólk
ganga 365 dagar ganga 45
sekund) = 164.000 tímar.
Tekur tú so eisini allar
hinar floskuhálsarnar, og
skavar bert nekur fá
sekund av í hverjum føri,
ja, so hevur tú vunnið eina
tíðarsparing fyri havnar-
fólk sum er hundraðtaldað
tað tú ætlar at bjóða Før-
oya fólki.
At man so eisini spari
bæði bensin, asfalt og
annað í Havnar kommunu
å
skal bert lika nevnast.
Tå sleppur okkara borg-
arstjóri eisini undan at
avkrevja ALT Føroya fólk
fyri 500 kr. i bumm-
pengum hvønn vegin.
Sært tu harra borgar-
stjóri, hetta eru ting, sum
hevdu komið havnarborg-
arum til góðar, meira enn
tínar luftkastellur á Glyv-
ursnesi.
Forrestin var ein eina-
ferð fyri nógvum árum
síðani, saman við javn-
aldrum, farin ein túr suður
á Trøllarøkur (har vøllurin
skal liggja), landsynnings-
stormur var, og sjórokið lá
tjúkt niðan í hagan, ja, so
tjúkt, at bæði tari og smá
fiskar fylgdu við, og eg
minnist at vit kallaðu hes-
ar neyðars skapningar
fyri ervitisflúgvifiskar.
At hesir seinni skuldu
fáa »selskap« av javnlik-
um úr Havn, tað droymdi
eg ikki um tá
Bilkoyrandi borgari
Føroya Landsstýri
Tað verður í hesum deg-
um nógv tosað og skrivað
um ta útlendsku arbeiðs-
megina, sum floymir inn
yvir landið, og tann 6-
skattaða peningin, sum
floymir út av landinum.
Ásannast má, at hetta
ikki júst er stimbrandi
fyri vánaliga landsbúskap
okkara, og tann einasti,s
um kann gera nakað fyri
at rætta uppá hesa skeivu
gongd, er Feroya Lands-
stýri.
Ein meguleiki fyri at
gjørt tað, hevði verið at
tálmað tí alt ov stóra al-
menna byggivirksemin-
um, og ein annar at lækk-
að skattaprosentið á yvir-
tíðarlenini.
Tað er so í dag, at tú
fært ikki fólk at arbeiða
yvirtíð, tí tað lenar seg
ikki. Skattingin av yvir-
tidarlønini er sera høg, og
henda skatting ávirkar
eisini skattingina av tí
vanligu lenini. Sostatt
kann ein siga, at tú skalt
gjalda fyri at arbeiða í
yvirtíð. Viðmerkjast skal,
at hetta ber er galdandi
fyri okkum feroyingar, og
tað kann ikki vera rætt, tá
vit vita, at ongin króna,
útlendingarnir forvinna
her á landi, verður skatt-
að, men flutt beinleiðis til
útlandið.
Ein avleiðing av hesum,
at fólk ikki vil arbeiða í
yvirtíð, er, at tørvur verð-
ur á arbeiðsmegi, og er
hon ikki tek her á landi,
0 — — =
má hon flytast inn aðra-
staðni frá.
Í staðin fyri at lata allan
hendan peningin fara av
landinum, átti Landsstýr-
ið at umhugsað at lækkað
skattaprosentið á yvir-
tíðarlonini niður á t.d.
25%, tí so hevði tað lent
seg at arbeitt í yvirtíð.
Heldur ikki hevði verið
brúk fyri ellum hesum út-
lendingunum, og pening-
urin hevði verði verandi í
landinum.
Tveroyri tann 30. nov
1987
Feroya Handverkara-
felag
Leivur Nygaard, form.
Sjónvarpið — enn einaferð
Í hesum degum verður so
nógv skrivað og tosað um
Sjónvarpið, bæði positiv-
ar viðmerkingar og meira
ósakligar atfinningar — tó
sum ofta vanligt er í Fer-
oyum: rósandi orð eru
sjáldan at finna. Sjálv
haldi eg, at Sjónvarpið
hevur nógvar góðar send-
ingar, takk fyri tær — og
eisini nógvar sera vánalig-
ar sendingar — meiningar-
nar verða sjálvandi altíð
ymiskar um hetta. Tað er
tí altíð gott at fólk gera
vart við seg, og koma
fram við hugsanum sínum
— ikki minst um ein her á
landi so nýggjan fjølmidil.
Vónandi tekur starvsfólk-
ið á Sjónvarpinum hesar
metingar hjá síggjarunum
upp til viðgerðar.
Tað, sum eg her havi
hug at koma fram við —
ella finnast at — er hetta.
Eg má siga eg varð ikki
sert skelkað av my nda-
frásegnini Sjónvarpið
hevði frá tí syndarligu
ferðsluvanlukkuni í Vest-
manna, sum kravdi 2
.
mannaliv — nakad somu
kenslu minnist eg meg
hava, tá Sjónvarpið hevði
fråsøgn frá bussvanlukk-
D