Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 1987síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 140 — 7. desember 1987 Næstseinasta sunnudag hevði Feroya Symfonior- kestur konsert í Norður- landahúsinum, so sum tað so væl var boðað frá frammanundan. Men mær vitandi er onki orð grett aftur um konsertina aftaná, og tað má kennast hugstoytt hjá teim luttak- andi, ikki minst teimum, sum eisini praktiskt hava staðið fyri tiltakinum. Verður tað ju í okkara fjøl- miðlum veitt so mikil tíðar- og teigarúmd til mangt lættisoppaligt, ið kemur fram, og tá var tað her talan ikki bert um krúnuna innan okkara tónleikalív, men um or- kesturspæl, sum bar av ollum, vit higartil hava hoyrt undir heitinum fer- oyskt. Konsertskráin var heppisliga vald bæði til undirhald og musikalska dygd, byrjandi tignarliga við gitnu Coriolan-over- turuni eftir L. van Beet- hoven. Beinanvegin merktist, at orkestrið um enn minni í vavi hesaferð var betur fyri enn nakran- tíð. Spælið var reinari, ljómurin fagrari og dynamiska skiftið meira sannferandi, enn vit áður hava hoyrt í hesum unga orkestri. Fr. Schubert, ið átti næsta stykkið á skránni, er tónaskald, ið altíð fellur væl í oyruni, og Scherzo úr einari av hans- ara symfonium er júst nakað, sum ein og hver hevur frægd av at sita og lýða á. Við trimum av slavisku dansunum hjá Frålikt Foroya Symfoniorkestur tjekkiska tónaskaldinum Antonin Dvorak bar væl til at halda spenninginum uttan linna heilt fram til steðgin. Ja, við tí seinasta av teimum, nr. 8, ið er so væl kendur frá óteljandi grammofoninnspælirg- um, kom slíkt flog á bæði spælarar og áhoyrarar, at rættiligt kæti var á fólki, sum tá fór út í ta hugna- ligu forhellina til tess í sínámillum práti at gleða seg til framhaldið eftir steðgin. Og her var eisini nakað at gleða seg til. Klaver- konsertin í a-moll man meira enn nakað annað av hansara verkum hava gjert norska tónaskaldið Edvard Grieg gitnan um allan heim og man eisini vera eitt av teimum held- ur fá tónaverkum úr Norðurlondum, ið veru- liga teljast millum stór- verk í altjóða tónleika- heimi. Mergjað og mátt- mikið er hetta verk við sínum eyðkenda norður- lendska moll-dámi og hug- takandi tey yndisligu mill- umbilini við dansikendum tónalag, sum tú kennir aftur frá so mongum av smærru klaverstykkjun- um hjá Grieg. Hevur tú verið í Noregi, berast fyri tær hugmyndir av friðum og fjallalag, skógvaksnum dølum og kavaklæddum tindum. Men er tað nú veruliga so, at tónleikur Griegs er runnin av norsk- um jerðildi, ella er tað heldur tað, at tað er tóna- skaldið Edvard Grieg, sum í so stóran mun er vorðin eyðkenni fyri alt, ið norskt er? Solisturin í konsertini var russiski pianisturin Nina Kavtaradze, sum nú hevur búð so mong ár í Danmark, at danir munnu vera farnir at rokna hana sum ein av teirra. Vit hava áður hoyrt hennara framúrskarandi spæl, og av umtalu vita vit um hennara tónleikaligu sigursferðir víða um í heiminum. At vit á hesi konsert í Norðurlandahús- inum eisini fingu varhuga av klaverspæli í heims- klassa, er ikki ov mikið sagt. Neyvan hava vit meira bergtikin sitið og fylgt leiki sum honum, ið hesa letuna fór fram mill- um solist og orkestur. Hann, sum hesuferð stóð á leiðarapallinum, var okkara egni Martin Mouritsen. Martin er longu kendur sum framúr góður klarinettspælari, men at hann eisini sýnir leiðaraevni og tykist at menna seg við uppgávuni, er ein eydna fyri okkara tónleikalív. Vit vita, at tað eisini eru aðir í orkestrin- um, sum væl og virðiliga kunnu taka um endan, um Martin onkutíð heldur vil vera við í leiki, og tað er besta steði undir fram- haldandi menning í orkestrinum. Fyri spælar- arnar, sum her gera eitt gott og íðið arbeiði, og sum fleiri koma úr musi- kalskt rættiliga fram- komnum umhvervi, og eisini fyri áhoyrararnar hevði tað ivaleyst verið kveikjandi, um orkestrið innímillum, t.d. eina ferð um árið, fekk dirigentvitj- an uttanífrá. Nú er her sagt so nógv rósandi um hetta føroyska symfoniorkestur, og mangur, sum kennir til viðurskiftini, man við góðum rætti spyrja: er hetta nakað feroyskt orkestur, sterra helvtin er jú útlendingar? Rætt er tað, at mergurin í Feroya Symfoniorkestri eru okk- ara musikklærarar, sum teir flestu enn eru útlend- ingar staddir her í bert styttri tíðarskeið, og til hesa krevjandi uppgávu var styrkurin uttanífrá, tey flestu føroyskir tón- leikarr undir útbúgving, enn dyggari enn áður. Stovnurin er tó feroyskur, og talið á feroyskum musikaru, sum veruliga megna at spæla við einum symfoniorkestri, ið er ann- að enn bert eitt eiti, er í stødugum vekstri. Til samanburð kann nevnast, at íslendska symfoni- orkestrið, sum hevur ólíka meira at oysa av, enn í rættiliga fittan mun verð- ur mannað av úrvaldum musikarum m. Við miðvísum uppal- Síða 21 úr útlandin- sum í sterri mun verður mannað av men tað er besti lørovingum, ingararbeidi og framhald andi góðum vilja frå ti al- menna fåa vit so vid og vid eitt symfoniorkestur nerst hesari stremban, at dygd in nú beinanvegin verður sett í hásæti Ólavur Hátún FOROYSK MÁLING Til zinktekjur: máling Oxydmúnja og TOL-Húsa Til asbest- og eternitttekjur: Acrylgrundara og Acrylmåling (hålvblanka elia silkiglans) Til zinkhåsaklædning: Oxydmúnja og TOL Husamåling. Til betonghus, garðar, trappur, gólv o.s.fr.: Acrylgrundara, Acrylmáling Kunstharpiksmáling (matt) (silkiglans) ella Til træhús: Alkydoljubaserað Træverja. Un húsini eru málað tá TOL-Húsamáling Acry Máling ella Kunstharpiksmåling Til træbátar: Grunda við linoljufernis ella alkyvd oljubaseradari Træverju sidan TOL-Husa måling ella Skipslakk Til stálskip: Oxydmúnja eila Aðalmúnja, síðan Skipslakk. Til loft, stór arbeiðsheli innandura o.s.fr. plastmåiing fæst fyri 15 kr. /litur, tá ið nøgdin er minst 200 lítrar, og málingin verður leverað tunnum, soleiðis at pakkitilfarid einki k i handlum. Onnur sløg a anfyri nevndu må | Ingum fáast eisini í nógvum målingahandlur | Vørur, sum ikki fáast á plássinum, kunna vit senda við Strandferðsluni PF. MÁLING - 3815 Strendur Telefon 47601 - Teies 81354