Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Læknarnir moøguliga i verkfall Vil Landsstýrið ikki játta hjálparlæknunum á sjúkra- húsunum foroyaviðbót í seinasta lagi 4. januar, fara | Sme teir møguliga í verkfall Ð RØNTGENDEILD 3 & SJÚKLINGADEILDIR Tað er ymiskt frá deild til deild, hvussu nógvir hjálparlæknar eru. Yvirlæknarnir kunnu ikki fara í verkfall Medisinska deild og skurðdeildin verða harðast raktar, um hjálparlæknarnir fara í verk- fall Tað eru fleiri fakbólkar í sjúkrahúsverkinum, sum fáa viðbót fyri mista dýr- tíðar- og takstregulering. Tað eru sjúkrasystrarnar, fysioterapeutar, økonom- ur, laborantar, yvirlæknar 0.0., sum eru lent eftir donskum sáttmálum. Við- bótin kom í 1983, tá lenir- nar í Danmark við lóg ikki longur vórðu reguleraðar. Men hjálparlæknarnir fáa ikki hesa viðbót. Hjálparlæknarnir | sam- ráddust í 1985 við J.A. Serensen, sum tá var sjúkrahússtjóri. Avtala var nærum gjørd, tá J.A. Serensen fór úr starvi sín- um. Síðan hava hjálpar- læknarnir bíðað og teir hava eisini mint Karter Højgaard, sjúkrahús- stjóra, á málið, men einki er hent. Í summar sendu lækn- arnir sjúkrahússtjóranum krav um at fáa viðbótina sum skjótast, men kravið beindi sjúkrahússtjórin víðari til Landsstýrið, sum síðan hevur svarað, at hjálparlæknarnir ikki fáa viðbótina. Hetta vilja hjálparlækn- arnir ikki góðtaka. Hinir danskt-løntu bólkarnir hava fingið sína viðbót uttan viðgerð í Landsstýr- inum, og tær avtalurnar hevur Landsstýrið seinni staðfest. Hjálparlæknarnir gjørdu fyrst í november mánaði Landsstýrið vart við mismunin. Landsstýr- ið segði tá, at tað fór at taka steðu sína til nýggja umhugsan. Læknarnir hava ongantíð fingið grundgeving fyri, hví teir ikki kundu fáa viðbótina eins og hinir bólkarnir. Hví bara hjálparlæknarnir? Hjálparlæknaráðið hevur onga hóming av, hví bara hjálparlæknunum verður sýtt viðbót. Kanska er tað fyri at trýsta hjálparlækn- arnar at gera feroyskan sáttmála, heldzr Heðin Thomsen, íormaður í Hjålvarlæknarådnum. Nr. 143 — 15. desember 1987 Seinni skal ringvegur gerast ovari i Marknagilsvegurin ska! nú gerast til breiðan veg allan vegin heilt vestur til brúnna um Marknagilsá. Tað samtykti Tórshavnar byråd á fundi hoskvøldid. Tað hevur verið drúgt at loysa ferðsluspurningin í ovara parti av vesturbý- num. Ætlanin hjá býráð- num at leggja ringvegin nakað omanfyri núver- andi Marknagilsvegin varð vrakað av friðingar- myndugleikunum. Meiri- lutin í býráðnum mælti til at breiðka Marknagils- vegin allan vegin út eftir — og kalla hann sambind- ingarveg. Men samstund- is skuldi eki leggjast av til Hotel projektera ringveg uppi við Borg og ál henda vegin beinanvegin. Fyrst ringveg Hetta varð einmælt sam- tykt. Men fyrst atkvøddi býráðið um eitt broyt- ingaruppskot frá Javn- aðarflokkinum í býráð- num. Fyri Javnaðarflokk- in setti Tórfinn Smith so- ljóðandi uppskot fram: „ki verður lagt av til uppskotna ovara ringveg, og farið verður undir at projektera hann beinan- vegin. Beint sum projek- teringin er liðug, verður arbeiðið útboðið alment, og arbeiðið byrjað beint sum steða er tikin til til- boðini. Marknagilsvegurin verður gjørdur sum sam- bindingarvegur vestur til brúnna og eigur hann at lagast eftir tí tættbygda íbúðagki, hann gongur igjøgnum, so ferðslan darvar teimum, sum har búgva, minst meguligt. Arbeiðið við at gera Marknagilsvegin frá Sval- bardsvegnum og út til brúnna eigur ikki at verða byrjað fyrr enn ovari ring- vegur er liðugur. Hetta fyri at tryggja at Mánadagin fingu hjálp- arlæknarnir bræv frá Landsstyrinum, sum skrivar, at Landsstýrið er sinnað at gera sáttmála við hjálparlæknar. Tað kann hugsast, at hjálpar- læknarnir skulu hava onkra kompensatión, men tað hongur saman við sáttmálaviðurskiftunum, skrivar Landsstýrið. Endaligt svar er sostatt ikki komið enn úr Lands- stýrinum, og nú eru hjálp- arlæknarnir troyttir av at bíða. Mánadagin hevdu teir fakligan fund allan dagin, og dagurin fór m.a. við át skriva til Landsstýrið. Læknarnir halda ikki, at Landsstýrið kann nýta sáttmálaviðurskiftini sum undanferslu, tí sáttmála- viðurskiftini eru greið, siga læknarnir. Læknarnir eru til reiðar at gera sátt- mála við Landsstýrið, men fyrst vilja teir vita „um Landsstýrið er hugað at halda núgaldandi sátt- mála og um Landsstýrið vil geva okkum somu semdir, sum givnar eru hinum starvsbólkunum í sjåkrahusverkinum«, skriva læknarnir. Seinasta freist 4. januar Hjálparlæknarnir = vilja hava endaligt svar frá Marknagilsvegurin fyrst ringvegur ikki Marknagilsvegurin verður ringvegarloysnin nógv ár framyvir«. Hetta uppskotið fekk einans triggjar atkvødur. Áðrenn tað kom so langt sum til atkvødugreidslu, hevði Poul Michelsen, bý- rådsformadur, longu koll- dømt uppskotid. Tórfinn Smith segði, tå hann setti uppskotið fram, at hann óttaðist fyri at gera Marknagilsvegin til breiðan veg nú. Er tann vegurin eina ferð komin, so verður ovari ringvegur- in langt úti í framtíðini, segði Tórfinn Smith. randi Landsstýrinum í seinasta lagi 4. januar, og hava teir ikki fingið positivt svar tá, halda teir fund 3. januar og taka har stødu til verkfall dagin eftir. Hjálparlæknarnir = eru allir teir læknarnir á sjúkrahúsunum, sum ikki eru yvirlæknar. Yvirlækn- arnir eru tænastumenn og kunnu ikki fara í verkfall. Men hjálparlæknarnir, sum eru umleið 30 í tali, kunnu fara í verkfall. Verður verkfall, fer tað ikki at raka fólk, sum verða akutt sjúk. Hjálpar- læknarnir ætla eisini at ganga vakt. Pengaliga snýr kravið hjá hjálparlæknunum seg um í miðal 1.000 krónur fyri hvenn mánaðin. Aftur til 1983 er samlaða upp- hædd 2 mill. krónur, sum hjálparlæknarnir eiga til góðar. randi sæ