hósdagur 17. desember 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
.-..
Síða 2
Atgongumerki
til Dubliners
Í samband vid tíðindastubban frå B 36 viðvíkj-
andi vitjanini hjá The Dubliners kom eitt av tele-
fonnumrunum skeivt fyri í Sosialinum.
Tey, ið skulu hava atgongumerki kunnu ringja
tlf. 176 16, 168 95 ella 152 98
Annað bind av bókini >Tilburðir í okk-
ara øld« eftir Finnboga Ísakson er nú
komin — við nógvum áhugaverdum,
upplýsandi og skemtiligum tíðinda-
stubbum frá árunum 1906 til 1909
Bókin er 275 síður og prýdd við nógv
um myndum.
Alt skrivi-, prenti- og innbindingarar-
beiðið er gjørt i Føroyum.
Bilagdar bøkur kunnu verða signerað-
Undirritaði bíleggur int. av bókini
»Tilburdir í okkara old 2« fyri 190 kr. é
Sendarin rindar postgjaldið
Navn:
Bústaður:
Bygd/býur:
Signerast: ja nei (set kross)
Sendið henda lepa í brævbjálva til:
Forlagið FRØI,
Villingadalsvegi,
100 Tórshavn
BA sosialurin| Mr. 144 — 17. desember 1987
Boygdu okkum
fyri trýstinum
— TY skrivaðu vit undir skeytið fyri íbúðir-
nar á Berjabrekku, sigur Hans Hendrik
Bøtger, bráðfeingisformaður í eigarafelag-
num »Berjabrekka«. — Nú ræður um hjá
okkum at fáa ávirkan á byggingina, sigur
hann
Býráðsformaðurin í Havn
steðgaði ikki útgjalding-
unum, soleiðis sum hann
hótti við í seinastu viku,
um ikki nevndin í eigara-
felagnum »Berjabrekka«
skrivaði undir skeytini
fyri íbúðirnar. Hósdagin í
seinastu viku skrivaði
nevndin undir og somu-
leiðis fleiri av eigarunum.
Nevndin skrivaði øll
undir, uttan formaðurin
Klæmint Olsen. Framman
undan hevði nevndin gjert
avtalu vid trímanna-
nevndina hjå byrådnum
fyri byggingina, men by-
ráðsformaðurin vildi ikki
skriva undir avtalu við
treytum.
— Eg helt, at vit høvdu
givið nóg nógv eftir. Og
við at skriva undir sá eg
meg ikki feran fyri at
verja áhugamálini hjá
limunum, sigur Klæmint
Olsen.
Hósdagin í seinastu
viku vórðu formaðurin og
ein nevndarlimur kallaðir
til yvirteku fund uppi á
Berjabrekku Fyri
formannin metti næstfor-
maðurin. Tá kravdi býráð-
ið, at allir limirnir skriv-
aðu undir og eisini eyka-
limirnir í nevndini.
— Vit skrivaðu undir, tí
vit hildu okkum íkki
kunna taka ábyrgdina av,
at byggingin steðgaði,
sigur Hans Hendrik Bet-
ger, sum er bráðfeingis-
formaður í eigarafelag-
num. Klæmint Olsen hev-
ur tikið seg frá sum for-
maður.
Nevndin somu
støðu
— Vit hava kortini ikki
broytt steðu, og nevndin
er samd um, at vit vóru
við undirlutan. Vit
boygdu okkum fyri trýst-
inum, sigur Hans Hendrik
Betger.
Eigarafelagið hevur á-
talað mátan, sum yvirtek-
an fór fram upp á. Býráðs-
formaðurin = vildi ikki
skriva undir avtaluna,
sum eigarafelagið framm-
anundan hevði gjert við
eina nýggja
trimannanevndina, men
bert geva munnliga vátt-
an. Harafturat heldur eig-
arafelagið, at yvirteku-
fundurin var ógvuliga illa
fyrireikaður. Hinir nevnd-
arlimirnir vórðu kallaðir á
fund at undirskriva, mitt í
arbeiðstíð, eftir at fund-
urin byrjaði, og eini 50
fólk komu at undirskriva í
senn í tí lítla skúrinum á
Berjabrekku.
Eigarafelagið ætlaði ct
handa býráðsformannin-
um eitt fyrivarni, men tað
vildi hann ikki móttaka,
heldur ikki fyrivarnini frá
teimum, sum skrivaðu
undir. Eigarafelagið hev-
ur síðan sent býráðsfor-
manninum sínar treytir.
Hans Hendrik Bøtger
hevur tó vónir um, at av-
talan, sum gjerd var við
trimannanevndina fyri
íbúðabyggingina fer at
halda, soleiðis at eigara-
felagið fær at síggja allar
sáttmálar, byggirokn-
skapin pr. 1 desember,
uppgerð yvir arbeiðið og
tíðarætlan
Kvoldseta
útsett
Gríma ' skuldi hesa
vikuna hava kveldsetu
Pætursastovu, men
kveldsetan er útsett til
30. desember. Gríma
fer tá at sýna ein film
um Odinteatret, og
—
harumframt verður
sangur og upplestur í
Pætursastovu.
Men nú er tað eigarafe-
lagið, sum stendur sum
byggiharri.
Matrikuleringsspurning-
urin má eisini loysast, og
tað eru aðrir spurningar,
sum sakferararnir hjá
pørtunum mugu tosa
saman um.
Hans Hendrik Betger
ivast framvegis í, at tað
fer at halda, sum stendur í
skeytinum, at alt fyrsta
byggistig verður liðugt í
august 1988. Um kostn-
aðarætlanin fer at halda,
hevur hann heldur ongan
meguleika at vita, tí eing-
in í nevndin kennir telini,
sum ætlanin er bygd á.
Í gjárkveldið hevði eig-
arafelagið limafund fyri at
greiða limunum frá steð-
uni. Ætlanin er at halda
eykaaðalfund fyrst í jan-
uar mánaða. Tá fæst at
vita, um limirnir stuðla
meirilutanum í nevndini,
sum skrivaði undir skeyt-
ini. Val av nýggjari nevnd
og nýggjum formanni
verður eisini á skránni fyri
eykaaðalfundin.
randi
Nevndin í P/f Atlantic
Airways fær úr at
Teir hava tríggjar mánaðir
vera
komandi tríggjar mánað
irnar, tí 28. mars byrjar
flúgvingin hjá føroyska
danska felagnum.
Nevndin hevði fyrsta
fundin: týsdagin og er
myndin tikin tá. Nevndar-
limirnir eru frá vinstru
Liggjas í Bø, Ingolf Niel-
sen Jógvan Simonsen,
Bjørn á Heygum og (sit-
andi) Hans Ingolf Nielsen
og Eyðtinn Jacobsen, sum
verður nevndarformadur
fyrsta árið.
Fyribils skal nýggja
flogfelagið hava skriv-
stovu hjá Tyrludeildini á
Strandferðsluni.
Nógv skal fáast av
skafti skjótt. Millum
annað skal Landsstýrið
byggja hangar í Vágum.
Til hetta eru tekar 22 mill.
kr.
Eisini skulu Flogleiðir
inna jf“
samráðast
konsessiónin skal býtast
um, hvussu
millum feroyingar og
danir. hd