Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. desember 1987síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 17. desember 1987 Trygdargrunn urin: Tiltrongd hjálp hjá timaløntum - Timalønt eru í dag illa fyri. Hóast inntokan svíkir skulu útreiðslurnar gjaldast og tað botir ikki um hjá teimum at liva við ótta- num fyri lønarmissi um virkið fer av knóra- num. Tí heilsa vit trygdargrunninum væl- komnum, segði Hendrik old, løgtingsmadur undir viðgerðini av Trygdargrunninum Uppskot landsstýrisins um trygdargrunn fyri av- reiðingar, lenir v.m. var til viðgerðar á tingi mána- dagin. Sambært hesum upp- skoti skulu øll timalønt hava len sína tryggjaða hóast virki fer á húsagang og tey eiga løn til góðar. Uppskotið fekk góða undirtøku á tingi, og lítið er at ivast í, at allir flokk- ar taka undir við uppskot- inum. Fyrsti maður at taka orðið undir viðgerðini var Henrik Old. Hann segði, at hetta var ein tiltrongd hjálp hjá tímalentum, sum eru illa fyri í dag. — Tey tímalentu ar- beiða í eini stórari Óvissu, serliga tey á flakavirkjum. Ikki vita tey nær arbeiði er og úrtekan er ógvuliga svikalig. Harafturat skulu tey liva í óttanum fyri at missa løn, um virkið fer á húsagang. Hetta seinasta tryggjar Trygdargrunn- urin, nú hann kemur, segði Henrik Old. Hann helt tó fyri, at eingin ynskir at nógv brúk verð- ur fyri trygdargrunnin- um. Henrik Old nam eisini við spurningin um sokall- aða skipapakkan og segði, at ein torir næstan ikki at siga, at ein er fyri at fáa eitt nýtt skip til landið. — Sjálvandi eiga vit alla tíðina at nýmótansgera fiskiflotan og hetta krevur at ein ávís tilgongd kemur av nýggjum skipum ístað- in fyri gomul og ótíðar- hóskandi. Hava vit ikki eina tílíka nútímansgerð av fiskiflotanum, fáa vit ivaleyst nógv brúk fyri einum trygdargrunni, helt Henrik Old fyri. Realistiskt uppskot Fleiri = aðrir tingmenn hevdu eisini orðið og tóku teir i høvudsheitum undir við uppskotinum frá landsstýrinum. Ívan Jo- hannesen úr Sambands- flokkinum helt hetta vera eitt realistiskt uppskot og spurdi landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmál- um, um landsstýrið hevði havt samráðingar við ar- beiðstakararnar, tí teir skulu eisini vera við til at gjalda. Jógvan Sundstein úr Fólkaflokkinum fegnaðist um, at landsstýrið var komið við uppskotinum nú, og hetta líkist nógv einum uppskoti, sum Fólkaflokkurin fyrr er Henrik Old løgtings- madur: Timalønt eru illa tryggjað, men trygdar- grunnurin er ein hjálp komin við, segði hann. Væl undirbygt Vilhelm Johannesen, sum hevur arbeidsmarknadar- mál, segði í sambandi við spurningin frá Ivani Jo- hannesen, at landsstýrið hevði ikki havt beinleiðis samráðingar við nakran, men at uppskotið var lagt fyri allar partar á arbeiðs- marknaðinum. Millum annað skipaði landsstýrið fyri einum arbeiðsmarkn- aðartingi, har meira enn tjúgu feløg frá arbeiðs- marknaðinum vóru við. Landsstýrismaðurin legði afturat, at hetta var eitt væl undirbygt uppskot, og takkaði hinum flokk- unum fyri ta góðu undir- teku, ið uppskotið fekk. tór.- Arbeiðsmenn í Havn hægri livstrygging Limirnir i Havnar Ar- beidsmannafelag hava fingid hægri livstrygging. Higartil hevur tryggingin hjá ellum limum verið 100.000 krónur, men á aðalfundi í felagnum í seinastu viku varð sam- tykt at hækka trygging- ina til 200.000 krónur fyri limir millum 18 og 40 ár, 150.000 krónur fyri limir millum 40 og 50 ár. Lívs- tryggingin fyri limir mill- um 50 og 67 ár er óbroytt 100.000 krónur. Tann hækkaða lívstryggingin verður fíggjað við rentuni av frítíðarlenini. — Tað kann koma væl við hjá nógvum, at trygg- ingin nú er hækkað, sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafe- lag. Afturvaldir Á skránni fyri limafundin nevndarval. Tveir nevndarlimir, Kristoffer Joensen og Kristian Joensen stóðu fyri vali. Teir vórðu báðir afturvaldir. Hinir nevnd- arlimirnir eru Karl Johan- sen, formaður, Andreas Debes og Ásbjern Justin- ussen. Nevndin hevði uppskot um at broyta lógina hjá fe- lagnum viðvíkjandi inn- kalling til eykaaðalfundar. Tað krevjast bert 25 undirskriftir fyri at fáa eykaaðalfund. Hetta ætl- aði nevndin at broyta til 100 undirskriftir, men uppskotið fall. Umleið 70 vóru á eyka- aðalfundinum hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Fe- lagið hevur 1200 limir. randi var eisini | FERÐSLUTRYGD er altíð at vera blanka edrúur Nýtt berghol millum Hvalba og Tvoroyri Herfyri samtykti eitt einmælt bygdaráð í Hvalba at heita á Leg- tingið um at fáa gjert eitt nýtt og sterri berg- hol millum Hvalba og Tveroyri. Hetta bergholið var hitt fyrsta í landinum, men nú er tað vorðið ótíðarhóskandi, tí sterri akfer, so sum sementblandibilar, konteynarar og sterri byggielement, sleppa ikki gjøgnum berghol- ið. Kommunan hevur fingið at vitað frá teknikarum, at megu- leikarnir at víðka ver- andi berghol eru smáir fyri ikki at siga ongir. Harafturat heitir bygdaráðið á tingið um at fáa vegferingina frá Ur Hovi bergholinum Hvalbiar megin lagda í neðra heim gjøgnum Líðina Prestfjallsmegin. Sagt verður, at um nýtt berghol verður gjørt, fæst tilfar til vegin úr nýggja berg- holinum og kann vegurin soleiðis gerast bíliga. Bygdaráðið sigur, at sum er verður koyrt í erva eftir gamla kola- vegnum og er hann alt annað enn ferðslu- vinarligur bæði við- víkjandi hædd, hálku og vindi, og tað er bert undrunarvert, at ikki eru hendar enn fleiri vanlukkur á hesum vegi, enn hendar eru, sigur bygdaráðið Betri alimoguleikar Hovs Kommuna hevur skrivað til tingið. Kommunan sigur, at í ár vórðu triggir ali- ringar lagdir í Hovs- fjørð vid 300.000 sílum. Hesi síl eru klár at slakta til várs aftur og eingir meguleikar eru til at fáa nakað upp á land her í bygdini, og at flyta livandi fisk til aðrar bygdir letur seg illa gera, sigur komm- unan og leggur afturat, at eisini er alt ov trongt hjá alibátunum at koma inn og út úr bátahylinum. Kommunan iosað við hevur Landsverk- freðingin, sum hevur rátt til at gera eitt grótkast vestur úr nú- verandi bátahyli til at- løguplåss til alibåtar- nar. Har kann sam- stundis slaktast fiskur, sum so verður fluttur vidari vid bilum, sigur Hovs Kommuna og sekir um eina million til nevnda arbeiði.