hósdagur 17. desember 1987síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bw.
+ Á rd
um 2!
r & OK, Fa
» EEN
Yy:
Ungdómur er ein
iløga!
Nógu hevur verið tosad um útbúgu-
ingarløn seinastu 20 árini. MFS skip-
aði eisini nýliga fyri einum panel-
fundi um hetta evnið. Niðurstoðan á
hesum fundi var, at útbúgvingarlon
fór ikki at koma í nærmastu framtíð.
Sosialistiskt Ungmannafelag hev-
ur altid roynt at gera sítt til at hjálpa
teimum, sum eru ringast fyri, og ti
eisini teimum, sum eru í útbúgving.
Stoðan hjá útbúgvandi í Foroyum
eins og aðfastaðni er figgjarliga út av
lagi vánalig.
Føroyar eru eisini illa fyri, sjålvt
um tað nú sær nógu ljósari út enn
fyri 4 árum síðani. Men hetta má ikki
steðga ella forða fyri neyðugum åbøt-
um á okkara samfelag. Og her áttu
tey útbúgvandi langt síðani at fingið
teirra harðliga tiltrongdu åbøtur.
Sosialistiskt Ungmannafelag hev-
ur seinastu tvey árini arbeitt við at
gera eitt uppskot til útbúgvingarlon.
Arbeiðið við hesum uppskoti hevur
verið torfort, ti illa hevur gingist at
fingið tilfar til vega, sum er neyðugt,
tá ein skal tilevna eitt tílíkt uppskot.
Nú halda vit okkum vera komin á
mál, og eftir at hava fingið viður-
kenning frá LFU fyri okkara upp-
skot, er nú ætlanin at lata Lands-
stýrinum tilfar og frymlar, so teir
saman við juristum o.0. kunnu til-
evna lidna uppskotið.
Vit mugu minnast til, at hver
króna, sum fer til ungdómin, altíð vil
vera ein iløga, sum kemur at løna seg
fleirfaldad aftur.
Eydolv Dimon
Pedagogur
Vegna barnsburdafarloyvi verdur søkt
eftir einum pedagogi i tidarskeidinum
frå 15. januar til 3. juni 1988.
Viðkomandi skal starvast á eini stovu
við 20 børnum og arbeiðstíðin er 40 tím-
ar um vikuna.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til stovnin á tlf. 178 78.
Skrivlig umsókn verður at senda til
Barnagarðin á Kommansmýru
Nr. 144 — 17. desember 1987
MÁLGAGN HJÁ
Fangalegurnar í dag
Ein samrøda, sum danin, Morten Andersen, heuði við eina pinda
iranska kvinnu, fekk hann at sammeta tey iransku flóttarfólkini
við KZ-fangar undir krígnum. Í staðin fyri smáliga at tosa um
flóttafólkakvotur, áttu vit heldur at verið hjartans fegin um
hvort einasta flóttafólk, og roynt at fingið so nógv sum gjørligt
hendanvegin. Annars kunnu eftirkomarar okkara spyrja okkum
tað sama sum vit spyrja teir polsku grannarnar hjá Auschwitz
Ein iransk genta, eg
kendi, segði mær um eina
kvinnu í einum iranskum
fongsli, sum var pínd við
einum dustsúgvara.
Við einum dustsúgvara,
hugsaði eg. Hvussu i all-
ari víðu verð pínir tú fólk
við einum dustsúgvara?
Væl hevði eg hoyrt um, at
fangaverðarnir har niðri
neyðtóku fangarnar við
fløskum”o.ø. Men tó skilti
eg ikki hvussu dustsúgv-
arin kundi nýtast í slíkum
sambandi. Tað vísti seg
seinni, at gentan meinti
við eitt strúkijarn. Hon
dugdi ikki so væl danskt.
Teir hevdu skrivað
»hurra fyri Khomeini« á
bróst hennara við
sigarettglóðum. Síðan
nýttu teir strúkijarnið til
at brenna ryggin og arm-
arnar. Bert tí hon hevði
stríðst fyri sínum hugsan-
um um eitt betri Iran.
Fyri at gera tað lættari,
kunnu vit kalla gentuna,
eg tosaði við, Parvaneh. Á
iranskum merkir tað fir-
valdur. Hon er eins vekur
og skroypilig sum tann
fínasti firvaldur tú kanst
hugsa tær. Hon hevur
sjálv sitið í fongsli. Og
sjálv sæð 12-13 ára gaml-
ar gentur verið píndar.
Hon sigur, at tað ringasta
var, tá tær róptu á gud
teirra ella foreldrini. Tí
har var eingin gudur og
eingi foreldur.
Parvaneh hevur eisini
sagt mær um, hvussu hon
varð tvungin til at síggja
vinkonur sínar avrætt-
aðar. Fyrst vórðu tær
neyðtiknar. Tí Khomeini
lesur í koranini, at ein
jomfrú kann ikki avrætt-
ast. Tí verða tær, kveldið
fyri, giftar við einum av
fangaverðunum. Við
presti og ellum. Sami
fangavørdur er næsta dag
við til at drepa hana. Um
teir ikki lata ein av henn-
ara samfangum gera tað,
við hóttanini um annars
sjálv at verða dripin. Hes-
in framferðarháttur verð-
ur nú mest nýttur millum
teir mannligu fangarnar.
Dagin eftir, at kvinnu-
ligur fangi er skotin, fer
fangaverðurin, sum varð
giftur við henni, heim til
foreldur hennara og gevur
teimum ta symbolsku
gávuna, sum siður er at
ein maður eigur at geva
konuni eftir brúðarnátt-
ina. Samstundis fáa for-
eldrini rokningina fyri tey
2-6 skotini, sum vórðu
nýtt til at skjóta dóttrina
við.
Alt hetta hevur fingið
meg betur at skilja, hví so
nógv fólk rýma úr Iran, og
til at spyrja meg sjálvan,
hvat vit sum tjóð kunnu
gera fyri at hjálpa iranar-
unum.
Hví síggja vit ikki hetta
fyri okkum: Flogvellurin í
Teheran ein sólskinsdag,
seinnapart. Í einum króki
á vellinum standa tvey
hvítmálað flogfer hjá
SAS, við reyðum krossum
málaðum á síðurnar. Tað
stuna fleiri hundrað polit-
iskir fangar út til hvert
flogfar — hjálptir úr
iranskum fangatippum og
undan beðlinum.
Við júkandi áheitanum
hevur tað eydnast donsku
sendistovuni at yvirtala
Khomeini, ella hver tað nú
er, sum ræður í Iran, um
at fangarnir eins væl
kunnu royna at skapa sær
eina betri tilveru í Dan-
mark, sum at verða skotn-
ir í iranskum fangatipp-
um. Flogferini fara úr
Iran og verða móttikin í
Kastrup vid fløggum og
blómum av hundratals-
túsund denum, ið eru
erpnir av, at teirra land á
henda hátt ger, hvat tað
kann fyri at ell menniskju
á jørdini skulu hava eitt
semuligt lív.
Dagin eftir fara flogfør-
ini aftur til Iran, eftir fleiri
fangum. Og tá fangatipp-
ini har eru tómd fyri polit-
iskar fangar, verður farið
til Chile, Sovjetsamveldið,
Sudurafrika og til ell onnu
rlond, har fólk verða mis-
handlað, tí tey ikki hava
»røttu hugsanina«. Sjålv-
andi kostar hetta ein brot-
part av okkara brutto-
tjóðarúrteku at byrja við.
Tí tað er greitt, at ætlanin
er at flóttafólkini skulu
verða rætt viðfarin, tá tey
eru komin higar. Har-
afturímóti fær landið ein
higartil ósæddan vekstur.
Hvussu skuldi tað kunnað
gingið annarleiðis, tá vit
fáa so mong klók, sterk,
framskygd og avgjerd
menniskju til landið? Fyri
ikki at tala um, at tiltakið
gevur Danmark eitt good-
will á nýggjum útflutn-
ingsmarknaðum og nógv
samband, sum geva okk-
um ein fyrimun í kapping-
ini við eitt hvert vestur-
lendskt land. Alt hetta fer
síðan at gera, at londini í
Vesturheiminum fara at
kappast um hvat fær flest
flóttafólk.
Og nú var tað, at filmur-
in slitnaði, og eg vaknaði,
ella hvat?
Nýtist henda fråsøgnin
at vera longri frá veruleik-
anum enn veruliga steðan
er í dag, har tey flestu
londini í Vesturheiminum
royna at hava markið
stongt so leingi sum gjer-
ligt? Eg skilji ikki hví,
men lat meg fyrst skriva
nakað um, hvussu eg havi
fingið hesa hugsan.
Tað byrjaði við, at eg sá
filmin >Shoah< um jedaút-
ruddingina undir seinna
heimsbardaga í sjónvarp-
inum og fylgdi nakað við
skrivingini í bleðunum
aftaná. Eitt av tí, sum
ofta varð ført fram, var, at
tað var skelkandi, at so
mong bert høvdu hugt at,
hóast tey væl vistu, hvat
fyrifórst í fangalegunum.
Í einstøkum førum varð
hetta samanborið við
støduna hjá flóttafólkun-
um í dag. Hetta var hóast
alt tað, sum eyðkendi
orðaskiftið.
Harafturat sá eg ein
film í svenska sjónvarpin-
um um Raoul Wallenberg,
og hvussu hann bjargaði
nógvum jødum i Ungarn
vid at geva teimum
svenskan ríkisborgara-
rætt.
Og so segði Parvaneh
mær, at hon hevði fingið
at vitað úr Iran, at teir nú
har niðri vóru farnir at av-
rætta í stórum hógravum.
Júst sum nasistarnir í
SOSIALISTISKUM
UNGMANNAFELAGI
Týsklandi undir krígnum.
Í einum býi í Suðuriran
skuldu vera dripin 700
fólk fyri tveimum vikum
síðani. Hetta kann jú
sjálvandi vera slatur. Men
sjálvt um vit draga 50%
frá, er steðan kortini eins
álvarslig. Og leggja vit
hesi trý tingini saman, er
tað eg finni út av, at vit —
um vit vilja vera »bekent«
við at vera eitt fólk, sum
vil hava samkenslu og
hjálpa ellum, sum hava
tað verri enn vit — í ellum
forum eiga at hjálpa teim
politisku fangunum í Iran,
eins og Raoul Wallenberg
gjørdi fyri ungarsku jød-
arnar.
Ella, sum Folke Berna-
dottes gjerdi fyri donsku
fríheitskemparunum i
tyskum fangalegum moti
endanum av krígnum,
júst fyri somu sek.
Tey fyrstu árini, tá
iransku flóttafólkini komu
hendavegin, varð roynt at
vekja hesa hugsan. Men
tað er eins og at tey, sum
tosaðu mest fyri flótta-
fólkanna sek, í dag mest
forsvara, at Danmark
sjálvandi bert kann hýsa
nekrum fáum flóttafólk-
um. Her er tað trupulleik-
in kemur. Tíðin er ikki til
verju. Eitt álop á fasismu,
sum skaðar flóttafólk, má
vera á rættari leið.
Ein slíkan hátt kunnu
vit nýta í samband við
flóttafólkaspurningin, við
t.d. at spyrja, hvat vit
kunnu gera fyri t.d. at
hjálpa teimum túsundum
av fólki, sum líða í fongsl-
um Khomeinis. Og eg veit
ikki, um vit á henda hátt
koma nakran veg. Men eg
haldi, at vit kunnu krevja
av okkara stjórn, at hon
setur teir bestu diplomat-
isku heilarnar at hugsa,
um hetta uppskotið er
nakað vert.
Gera vit einki fyri at
hjálpa hesum neyðars
fólkum, kann eftirtíðin
spyrja okkum, sum vit
spyrja bendurnar, sum
vóru grannar til Ausch-
witz undir krígnumk: Hví
hjálptu tit ikki???
Lat okkum koma burtur
frá at tosa so smáliga, um
vit nú eisini skulu geva
flóttafólkunum friðskjól,
sum hava verið í fleiri
londum, áðrenn tey eru
komin higar. Men ístaðin
vera glað hverja ferð vit
síggja eitt menniskja,
sum t.d. er sloppið undan
barbarínum í Iran. Hver
veit, nær tað verða vit,
sum fáa trupulleikar við
mannarættindunum???