leygardagur 19. desember 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 145 — 19. desember 1987
Rok á tingi um 200.000 krónur:
Formella
kom
dagin fyri
umsóknin &
Umsekjarin var Tordur
Niclasen, sum sjálvur er
limur í figgjarnevndini.
— Kanska óheppið, men
eg havi einki skeivt gjørt,
sigur Tordur
Tað eru ikki altíð tær
stóru krónuupphæddir-
nar, sum elva til tað stóra
orðaskiftið á tingi. Tað
fingu fólk at sanna, tá
fíggjarlógin kom til triðju
og seinastu viðgerð miku-
kveldið.
Eftir drúgva orðaskiftið
undir aðru viðgerð sama
dag, roknaði valla nakar
við, at teir stóru trupul-
leikarnir fór at koma undir
triðju viðgerð. Men tá
Karin Kjelbro bað um eina
frágreiðing um eina ávísa
konto undir almannamál-
um — nevniliga har tað
stóð: 19904 Nýtt nr.:
FPV, verður sett til
200.000 kr., kom eldur í.
Karin Kjelbro vildi hava
at vita hvat hesir bókstav-
ir stóðu fyri, hvat hetta
var fyri felagsskapur,
hver stóð aftanfyri og
hvat endamálið við felags-
skapinum var.
Fíggjarnevndarformað-
urin Jergen Thomsen tók
orðið, og las eitt bræv frá
felagsskapinum Feroya
Pro Vita, har greitt varð
frá, hvat felagsskapurin
stóð fyri. Hetta vóru ting-
menn kortini ikki negdir
við og serliga ikki, tá tað
kom fram, at hann, ið
hevði undirskrivað bræv-
ið, var fíggjarnevndarlim-
urin Tordur Niclasen.
Tingfundurin varð so
niðurlagdur eina letu og
tá hann um ellivu tíðina
mikukveldið varð tikin
upp aftur, kom eitt broyt-
ingaruppskot frá fimm
tingmonnum. Uppskotið
var ógvuliga greitt orðað:
Tekstur og upphædd verð-
ur strikað! Hetta upp-
skotið varð samtykt, og
síðani kundi samlaða
fíggjarlógin samtykkjast
endaligt.
Kff at ferðast fyri
Undir viðgerðini av hes-
um máli fullu herð orð.
Adolf Hansen segði, at
hann kendi seg lumpaðan
og at hann hevði atkvett
fyri fíggjarlógini undir
skeivum fortreytum.
Adolf Hansen skuldi
brúka hesar pengar at
ferðast fyri. Aðrir ting-
menn hevdu eisini orðið
og spurt varð, um tingið
kundi loyva tílíkum
huldubrevum sum hesum.
Fyri lívið
Tordur Niclasen sigur, at
nekur fólk hava tikið seg
saman um felagsskapin
Feroya Pro Vita, sum
merkir fyri lívið. Ætlanin
hjá felagsskapinum er at
seta eina ráðstovu á
stovn, sum skal vegleiða
teimum kvinnum, sum
umhugsa fosturteku. Fe-
lagsskapurin skal virka
fyri at minka um fostur-
tekur.
Tordur Niclasen sigur
seg ikki skilja, hví so nógv
orðaskifti stóðst av hes-
um máli. Hann sigur, at
tað hevur verið leingi al-
ment kunnugt, at fólk
hava arbeitt við hesum
felagsskapi. Sjálvur hevur
Tordur borið upp á mál
fyri meirilutanum í fíggj-
arnevndini, at játtaðar
vórðu 200.000 kr. til eina
ráðgevandi stovu, og
hann skilti, at hetta fekk
fulla undirteku.
Tordur Niclasen sigur,
at fíggjarnevndarformað-
urin kortini vildi hava
eina formella umsókn og
hendan kom, men hetta
var aftan á, at upphæddin
var komin á fíggjarlógina.
Tyrlan umaftur?
Formella brævið frá fe-
lagsskapinum FPV, und-
irskrivad av Tordi Nicla-
sen, kom til tingid tysdag-
in, sum fíggjarlógin kom
til aðru og tridju viðgerð
mikudagin.
Er hetta ikki at formali-
sera nakað aftaná at gerð-
in er gjørd? Líkist hetta
ikki eitt sindur tí, sum
júst Tordur Niclasen tal-
aði so nógv ímóti í tyrlu-
málinum?
Tað heldur Tordur ikki
sjálvur. Hann sigur seg
hava fingið munnliga játt-
an áður og tí kann hetta
ikki sammetast. Fíggjar-
nevndin kundi bert sagt
nei, sigur Tordur.
Men heldur Tordur
Niclasen, at onnur høvdu
fingið tílíkar semdir sum
Tordur fekk — sjálvur
sum umsekjari og sam-
stundis limur í fíggjar-
nevndini?
— Tad er møguligt, at
tað var óheppið, at tað var
eg sjálvur, sum standi fyri
umsóknini, men so kundi
formaðurin bert latið vera
við at seta upphæddina á
fíggjarlógina, sigur Tord-
ur Niclasen.
Onnur feløg
Tað eru so ómetaliga nógv
feleg og áhugabólkar, sum
gjøgnum fleiri ár hava
sekt um at koma á fíggjar-
lógina uttan at tað hevur
eydnast, og nú kemur ein
felagsskapur, og uttan
nakað himpr er hann á
fíggjarlógini.
Spurdur um hetta ikki
kann tykjast órættvíst,
sigur Tordur Niclasen, at
tað var helst beint, at ein
skrivlig umsókn kom frá
felagsskapinum beinan-
vegin heldur enn bert ein
munnlig áheitan, men
hann heldur seg kortini
einki skeivt hava gjert.
tór.-
Tað eru ikki altíð tær
stóru krónuupphæddir-
nar, sum fáa tingmenn á
gos
Úr tinginum
Ein gomul kista av
kamfertræ...
(nýggjar) hondskornar.
Hin >perfekta< jólagávan til hana, X |
KAMFERTRÆSKISTUR Gl
Góðir, brúktir møblar
Hornasofur, vanl. sofur, lenistólar, sofaborð, dup. |
og einkultar sengur, etagusengur, stórur gamal
skenkur, spisistovumøblar (umtalað í Bo Bedre),
toilettmøbil, køksmøblar, radiogrammofon, gom-
ul toyrulla, karðar, vaskibrettir (glas), ymisk nips-
ting, koppar, mokkakoppar, bestikk (plett), gamlir
hondbroderaðir hvítir dúkar, langar stovugardin-
ur, stuttar gardinur til kok og komur og stovu,
skrivimaskinur, stovsúgvarar, turkihjelmur,
frystiskåp, el-orgul, gamlar klokkur og baromet-
ur, mynstrut gólvteppir uml. 3X4 m og nógv ann-
að.
Vælkomin inn á gólvið.
NIÐRISTOVA
Z
<
|
v/ Ruth Olsen |
Skrivaragøta 3 - Tlf. 10310 '