Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

USS McCloy kom á Havnina 9. juli. 10. juli boðaði Landsstýrið frá, at skipið var óynskt í Foroyum, tí ongin vissa var fyri, tað ikki heuði kjarnorkuloðingar um borð. 11. juli vildu fýra fólk hjálpa skipinum avstað, tí tey hildu ikki tað hevdi rætt til at seta seg upp í móti viljanum hjá foroysku politikarunum og soleiðis vanvirða demokratiið. Ákærd fyri at kappa endarnar hjá McCloy: om = : 4 Vitjanin ein háðan r ÆDE. = moti føroyingum! — Gerð okkara var fult ut í tráð við viljan hjá hægsta politiska myndug- leika okkara her á landi. Landsstýrið, sum tey fólkavaldu í Legtinginum hava valt, gav 10. juli ríkisstjórnini boð um, at McCloy var óynskt í Fer- oyum, tí kravda váttanin fyri, ongar kjarnorkulød- ingar vóru umborð, kom ikki. Landsstýrið bað skipið fara hiðani og tí hevdu vit fullan rætt til at skera endarnar hjá tí. Og fer dómsvaldið nú at dema okkum fyri hetta, setir tað seg sjálvt yvir lóggevandi valdið og tað er púra óhoyrt í einum samfelag sum okkara. Soleiðis greiddi ein 21 ára gamal maður frá í Fer- oya rætti í gjár. Hann er saman við fýra eðrum ungum fólkum ákærdur fyri brot á politiviðtekuna fyri Tórshavn. Fýra eru ákærd fyri »at- ferð, sum kann hava við sær ólag í almennum reglulag«, tí tey leygar- náttina 11. juli í ár kapp- aðu tríggjar endar hjá McCloy, soleiðis, at for- skipið fór frá bryggjuni. Tey blivu handtikin og fingu seinni 500 kr. í bót, sum tey nokta at gjalda. Tí legði fútin málið fyri rættin. Ikki sek Málið var fyri fyrrapartin í gjár og har vóru trý teirra ákærdu hjástedd, tvær kvinnur og ein mað- ur. Tann fjórði, ein maður, er burturstaddur. Tey trý noktaðu seg sek í at hava brotið politivið- tekuna, hóast tey játtaðu at hava kappað endarnar hjá McCloy. Tey hava heldur ongantíð roynt at dylja hetta og gjørdu vart við seg, tá politiið kom oman á eystaru bryggju hendan leygarmorgunin í summar. Tiltakið var ætlað sum eitt mótmæli móti, at amerikanska herskipið kom til Feroya, hóast fólkavald í Feroyum ferð eftir ferð hava avgjert, at landið skal haldast uttan fyri allar hernaðarsam- gongur, at krígsútgerð ikki má vera í landinum og, at Feroyar eru kjarn- orkuvápnafrítt eki. Ongin vissa var fyri, at McCloy ikki hevði kjarnorkuleð- ingar. — Tað var at skúgva okkara fólkavaldu umboð til viks og vanvirða demo- kratiskar avgerðir, at McCloy kortini kom til Feroya, segði onnur á- kærda kvinnan í rættin- um. Mild ákæra Ákærin, sum í hesum máli var Hendrik Rubeksen, segði, at ongin ivi er um, at talan er um brot á politiviðtekuna. — Hetta er ein mild á- kæra. Vit kundu eisini brúkt revsilógina og ákært fyri herverk. Men vit hildu tað vera meira hóskandi at brúka politi- viðtekuna, segði hann. Ákærin kravdi eisini dóm fyri, at politiið hevði rætt til at leggja hald á ein knív, sum varð brúktur til at kappa endarnar hjá McCoy. Hesum mótmæltu á- kærdu ikki. — Hann hevur útfert sína uppgávu, segði ein teirra um knívin. Hevur goldið Ein maður afturat fekk Síða 5 500 kr. í bót fyri brot á politiviðtekuna leygar- morgunin 11. juli. Hann fekk bót fyri millum ann- að at hava sungið og spælt gittar og fyri at hava verið drukkin. Hann hevur goldið og var tí ikki í rættinum í gjár. Grein 3 í politiviðtekuni fyri Tórshavn, sum hesi fimm fólkini fingu bót fyri at bróta, verður brotin terð eftir ferð hvert ein- asta kveld og hverja nátt í miðbýnum, uttan at nek- ur bót verður givin fyri tað. Tað er helst álvarsligari brot at órógva ameri- kanska hervaldið enn náttarfriðin hjá Havnar- borgarum! hd Teir sluppu — Ikki grundarlag at ákæra tveir McCloy-menn fyri harðskap, sigur fútin. Tá tey fýra fólkini høvdu kappað endarnar har frammi gingu tey aftur við McCloy. Tá komu tveir menn av skipinum niður á bryggjuna og løgdu á tey, serliga teir báðar menninar. Letu seinni komu aðrir menn av McCloy og tóku teir báðar skipsfelagarnar við sær umborð aftur. Fer- oyingarnir á bryggjuni róptu eftir teimum og teir vóru skjótir aftur á bryggjuna og legdu aftur á tey. Men segan endur- tók seg, teir blivu tiknir um borð aftur. Og letu seinni kom so løgreglan og tók feroy- ingarnar. Teir báðir amerikan- ararnir blivu meldaðir fyri harðskap. Hetta var 13. juli. Og 9. september svarar fútin, at onki verð- ur gjert við málið. Talan er ikki um álop, sambært revsilógini, og heldur ikki um skaða á likam og heilsu. Soleiðis, sum fútin hevur fingið málið upp- lýst, er ikki grundarlag at ákæra fyri harðskap, verð- ur sagt í svarinum til tann, sum meldaði. Viðkomandi hevði meguleika at kæra svarið hjá fútanum til ríkis- advokatin ella sjálvur leggja sak móti ameri- kansku marinuhermonn- unum. Sum tað hverki gjert. Ongin, heldur ikki fútin, veit nøvnini hjá ameri- konsku marinarunum, sum so manniliga vardu skip sítt. skilst, er hd =z rr ”” Bilur á sjógv i dag I dag klokkan tvey fer ein bilur við trimum monnum á sjógv í Vágsbotni í Havn. Tann eini maðurin brýt- ur ein rút og sleppur úr bilinum, áðrenn hann sekkur. Hinir báðir fara til botns við bilinum. Men teir verða bjargaðir og fluttir á Landssjúkrahús- ið. Talan er ikki um óhapp, men um eina bjargingar- roynd, sum Tórshavnar Froskmannafelag skipar fyri við hjálp frá Lands- sjúkrahúsinum, slekkilið- num, legregluni og Vakt- ar- og bjargingartænast- uni. Tvey sjónarmið hava ur royk úr erva. Stórur skaði Sethúsini hjá Mathiasi Petersen í Gæsugetu uppi á Ternuryggi í Havn fingu rættiliga stóran skaða, tá eldur kom í tey hóskveldið. Eldurin varð fráboðaður kl. 20.15 og slekkiliðið bar skjótt at, tí longu kl. 20.30 var slekt. Politiið kannar nú orsekina til eldsbrunan, sum helst er byrjaður i køkinum. Eldurin er ikki åsett- Fleiri fólk, vaksin og børn, sótu í kjallaranum og hugdu eftir Degi og viku, tá tey varnaðust verið frammi í seinastuni um, hvussu berast skal at, tå bilur fer á Summi mæla til at bíða til bilurin er komin á botn og so royna at sleppa út Onnur halda, rættast er at royna at sleppa út sum skjótast og áðrenn bilurin sekkur. Í dag ætla froskmenn at royna bæði ráðini. Ongin vandi er fyri monnunum í bilinum, sum fer á sjógv í dag, tí teir hava frosk- mannaútgerð á sær, eitt nú súrevnisfleskur. Okkurt annað er eisini á skránni, millum annað fer Tjaldrið at slekkja eld á einum flaka úti á vágni. hd sjógv hd