Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1987síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Hitt ljós á gøtu mint v/ P.J. Sigvardsen Ein frelsari er føddur »Ti at tykkum er i dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus i Dávids staði !< (Luk. 2.11). Jólaboðskapurin eins og tann kristni boð- skapurin í síni heild savnar seg í hesum eina rðinum: Frelsari! Um vit taka hetta orðið burtur, so er einki eftir. So er tann kristni gleðiboðskapurin burtur, og so er alt mist. Aðaltátturin í jólaboðskapinum er hesin, at okkum er ein frelsari feddur ! Tí bar eisini eingilin Jósefi tey boð, meðan barnið enn var í móðurlívið, at „Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.« (Matt. 1,21). Einki er so ålvarsamt her å jørd sum synd- in. Einki kann elva slikan skada millum manna sum hon. Syndin førir menniskjad inn undir Guds vreidi og dóm; hon ger skilnað millum Guds og manna, og ti hevur einki å jørd so ræðuligar avleiðingar sum syndin. Syndin er livsfiggindin mikli, og løn hennara er trældómur, deyði og undirgongd. Tí eru tað bert syndarar, ið hava bruk fyri einum frelsara, eins og tað bert eru tey sjúku, ið hava ein lækna fyri neyðini. Men sannleiki Bibliunnar um okkum øll er greiður og einfaldur: vit eru ju øll somul syndarar, og ti tørvar okkum øllum ein frelsara! Og gleðiboðskapurin er hesin, at barnið í krubbuni í Betlehem varð eisini tað Guds lambið, sum við deyða sínum og uppreisn hevur gjert fulnað fyri allar syndir okkara. Og óteljandi er tann mannaskari, ið hevur leitað inn til Jesubarnið við synd og neyð síni, sorg síni, niðurlegum sínum, og ell hava tey sannað, at hjá honum var hjálp og bjarg- ing at fáa, sjálvt tá harðast leikaði á. Frá honum fer eingin tómhentur, tí hann rekur ongan burtur, ið til hansara leitar. Aldri hann sveik nakran mann ! Jesus er okkara einasta von, ti at „ikki er frelsa í nekrum eðrum; tí at ikki er heldur Í nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við.“ (Åps. 4,12). Frelsari min og tin er Harrin Kristus i. Dåvids stadi. Han ner komin at leita upp hitt farna og bjarga ti. Eisini vit skulu leita, og i løtu, frelsarin og syndarin metast, og svndarin býður Jesusi inn sum Frelsara sín- um, tå birtist av sonnum eini signad og gledi- lig jól í eini mannasål. Tann gleðin ber ævin- leikan í sær! „Friður á foldum, menniskja, frø teg, tær føddur frelsari er í dag !< L Frímerki ir Grikkalandi hava vit ingið bræv frá frímerkja- avnara, sum sigur seg griksk merki fyri føroysk. Skrivið til Pantelis Saliaris, P.O. Box 75, GR- 821 00 Chios, Greece. avna frímerki, fyrsta- agsbjálvar og stemplað nerki. Hann vil lata Gudstænastur 4. sunnudag í advent Havnar kirkja: Gerhard Hansen Vesturkirkjan: Ejvind Vilhelm Argir: Hegni Poulsen Hvítanes: Hans J. Joensen Hestur: Kjartan Mørkøre Kollafjørdur: Martin R. Jacobsen kl. 12.00 Hvalvik: Marjun Bæk kl. 12.00 Funningur: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Elduvik: Emil Olsen kl. 17.00, altargongd Hellurnar: Emil Olsen kl. 19.00, altargongd Glyvrar: Jåkup Kass kl. 11.00, altargongd Oyndarfjørdur: Peter Petersen kl. 12.00, altargongd Klaksvik: Elsa Funding Hvannasund: Ólavur Christiansen og Jógvan Johansen kl. 12.00 Midvågur: David Johannesen kl. 11.00, talvan gongur fyri Sunnudagsbladid Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 12.00 Læknavaktirnar Tórshavn: Kristianna Nordendal, tlf. 12979, leygardag og Annika Ólsen, tlí. 17700, sunnudag. Vágar: Tlf. 32413 Suðuroy (norður): Tlf. 71560 Suðuroy (suður): Tlf. 73030 Norðoyggjar: Karen Haahr, tlf. 56763, leygardag og Jaspur Petersen, tlf. 56400, sunnudag. Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00 - 14.00. Tlf. 14544. Eysturoy: Karen Haahr, tlf. 56763 høgtidina Um jóla- og nyggjårshøgtidina eru rusk- bingjur uppsettar á hesum stoðum: — Ovast í gomlu Vardagøtu — Við skúlan á Fruutrød — Á parkeringsøkinum i Hornabø — Vid Vegin Langa Oman Hoydalar — Á Norðasta Horni við endan á Granagøtu. Å øllum stødum eru 2 bingjur til åvika- vist brennbart og óbrennbart rusk. Til burturbeining av fløskum eru fløsku- bingjur settar á hesum støðum: — Við P.A. Restorff — Við S.M.S. — Við Keypssamtøkuna í Hoyvík — A Skålatrød. TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ Nr. 145 — 19. desember 1987 Ein maður bað meg skriva eitt sindur um hesi bæði orðini nakrir og summir. Bæði åru tey í fleirtali, og her eru tey í kallkyni. Óneyðugt er at nevna tey í eintali og í hverjum kyninum sær, ið hvussu so er, í hesum føri. Í summum førum er torført at seta mark ímillum orðini bæði; men í ødårum førum ber væl til. Vóru tit nakrir menn, so hildu tit honum. Nakrir dropar vóru eftir í fløskuni. Skkt arbeiði verður ikki boðið nøkrum ødrum enn teimum. Menn talaðu um skipslívið, og hvussu strevið, ið mangan var, og hvussu væl lá fyri hjá summum monnum at flekja. Ein maður tók soleiðis til: Summir menn eru tiknir úr leikum at flekja. Aðrir vóru ikki so skjótir við knívinum. Hevði hann sagt, at nakrir menn eru tiknir úr leikum at flekja, so hevði hann óivað telur á, hvussu mangir, ið teir vóru ella um leið. Geva vit okkum ikki far um ávís ella hvussu mong, so siga vit summi, summir. Summir bátar torga so lítið. Summir bátar tola alt veður. Vit minnast bátar koma aftur at landi. Onkur kundi tá siga: Nógu er smátt; men nakrir góðir fiskar eru uppi. Teir kundu eisini taka soleiðis til: Vit hava fingið nakrar og fjøruti fiskar, sumt er óvanda- slag. Sv.T. 11. desember fingu Oluffa og Martin K. Joensen, Syðrugetu, eina dóttur. 12. desember fingu Ída Berg og Jógvan Z. Djurhuus, Vestmanna, eina dóttur. 14. desember fingu Turid og Sofus Joen- sen, Tórshavn, ein son. Vælkomið 15. desember fingu lítla barn Tordis og Beinir Olsen, Kambsdalur, ein son. 15. desember fingu Hammer, Runavík, ein Maria og Heini A. son. Heinesen, Argir, ein son. 17. desember fingu Sigurgunn og Thomas 15. desember fingu Kjelnæs, Rituvík, ein Ann Lis S. Jensen og son. Helgi Tórgarð, Tórs- havn, eina dóttur. 17. desember fingu Anne og Reidun Fors- 16. desember fingu berg, Argir, eina dótt- Katrin og Sigmund ur. Norðfoss, Tórshavn, ein son. 18. desember fingu Kára og Jónsvein Poul- 16. desember fingu sen, Fuglfjørdur, ein Hans og Fríðbjerg son.