Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. desember 1987síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 145 + leygardagur 19. desen desember 1987 Liðkappingin í judo: Kappingin komin í helvt Triðja umfar av liåkappingini í judo var í Havn seinasta sunnu- dag, og nú kappingin er komin í helvt, liggur Klaksvíkar Judo- felag á odda í dreingja-, gentu- og mansdeildini, meðan Havn- ar Judofelag liggur á odda í unglingadeildini Seinasta vikuskifti var triðja umfar av liðkapp- ingini í judo leikt í Havn millum Havnar og Klaks- víkar Judofelag, og var hetta samstundis síðsta umfar í fyrru helvt av kappingini. Menn Í mansdeildini metti Havnar Judofelag fyrst a- liðnum hjá Klaksvík. Hendan dystin vann Klaksvíkar Judofelag 5-0. Fyrst kom Benny Ejdesgaard móti Finn Jacobsen. Hetta var ein sera trekur dystur hjá Benny, og einki vísti seg at bera til. Finn fekk so eitt wasa-ari, og tað vann hann so dystin uppá. Bjarki Thomsen kom ímóti Josef Grettirsson. Eisini hetta var ein javnur dystur, hóast ikki so nógv hendi. Hvergin fekk nak- að stig í hesum dystinum, men beint áðrenn tíðin var farin fekk Bjarki eitt shido (revsistig) fyri passivitet, og harvið vann Josef dystin við einum koka. Fróði Magnussen royndi seg móti Poul Eli Jacobsen, men heldur ikki hjá Fróða bar rættuliga til, og Poul Eli vann dyst- in upp á eitt koka. Hjalmar Johannesen kom ímóti Óla Skarðenni, men hóast hann bardist manniliga, so var klaks- víkingurin tann, ið dró longra stráið, og Óli vann við ippon. Ingi Skovgaard náddi ikki fram til tíðina, so Birgir Christiansen vann uttan dyst. Altso, KJFa vann 5-0 við leikstigunum 33-0. Men gekk illa í fyrra dystinum, so royndist betur hjá HJF, tá teir komu ímóti b-liðinum hjá KJF. Benny Ejdesgaard kom ímóti Peter Petersen, og hesa ferð vann Benny við ippon. Bjarki Thomsen kom ímóti Gunnar Gardar, og eisini hann vann við ippon. Fróði Magnussen leikti móti Niels Jákup Dala- brúgv, og vann upp á ippon. Í teimum báðum síðstu vektbólkunum hevdu klaksvíkingar ongan mann, so Hjalmar Jo- hannesen vann uttan dyst. Endaliga úrslitið av hes- um dystinum var sostatt 4-0 til HJF við leikstig- unum 40-0. Unglingar Síðani royndu unglingar- nir seg. Í tí lægsta bólkinum hevði hverki liðið nakran, so har gjerdist ongin dyst- ur. Men í bólkinum -55 kg. var Búgvi Poulsen fyri Havnar Judofelag, meðan ongin umboðaði Klaksvík. Búgvi vann sostatt uttan dyst. Hendrik Johannesen kom ímóti Brian Rygaard. Hetta gjørdist ein sera stuttur dystur, bert 16 se- kund! Tá eydnaðist tað Hendrik at kasta Brian so hann fekk ippon upp á tað. Men teir varnaðust ikki, hvat dómarin demdi, so teir hildu fram, til dóm- arin mátti steðga teimum. Altso Hendrik vann dyst- in. Ragnar Joensen royndi seg móti Hans Edmund Josephsen, og hetta var ein sera javnur dystur, sum ongin avgerð fekst í, so dysturin endaði javnt. At enda royndi Øssur Hilduberg seg móti Nikláa Poulsen, og hend- an dystin vann Niklái við ippon. Sostatt endaði dysturin 2-1 til HJF við leikstigun- um 20-10. Dreingir Í dreingjadeildini kom Havnar Judofelag fyrst ímóti a-liðinum hjá KJF. Kalmar Róðá kom ímóti Erik Biskupsteð, og hend- an dystin vann Kalmar við ippon. Síðani kom Sjúrður Johannesen móti Finni Lútzen, men her var tað Finnur, ið vann upp á ippon. Jan Larsen kom móti Louis Balsa, og hendan dystin vann Louis tepurt við einum yoku. Mikkjal Thomsen leikti móti André Matras, og hendan dystin vann André við ippon. John Thomsen kom móti Christian Nystrem Hetta gjerdist ein sera javnur dystur, og endaði hann við javnleiki Harvið vann Klaksvíkar Judofelag dystin 3-1 við leikstigunum 25-10. Men eisini í dreingja- deildini gekst betur hjá Havnar Judofelag, tá teir komu móti b-liðinum hjá Klaksvík. Kalmar Róðá kom móti Hans Jákup Heinesen, og hendan dystin vann Kalmar við ippon. Sjúrður Johannesen kom móti Brian Hughes, og eisini Sjúrður vann við ippon. Jan Larsen royndi seg móti Kei Jacobsen, og Jan vann dystin við ippon. Dreingir: 1. KJFa 2. SJF 3. HJF 4. KJFb Wo Á Á u Unglingar: 1. HJF 2. SJF 3. KJF NN N Menn: 1. KJFa 2. HJF 3. SJF 4. KJFb wow Tu Gentur: i. KIF Stødan Í teimum báðum sein- astu vektbólkunum hevði Klaksvíkar Judofelag ongan leikara, so Mikkjal Thomsen og John Thom- sen vunnu uttan dyst Endaliga úrslitið a dystinum var sostatt tað, at Havnar Judofelag vann 5-0 við leikstigunum 50-0. Sum nevnt var hetta seinasta umfar av fyrru helvt av liðkappingini í judo. Seinna helvt byrjar við einum umfari á Oyra- bakka í seinnu helvt av januar. 10- 3 83- 30 6 10- 5 94- 38 4 8- 6 80- 49 2 0-14 0-140 0 5-3 45- 30 4 6-4 33-35 2 2-6 20-53 0 14-1 12( 6 |} 7. 7 7 P |