Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. desember 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Sands Kommuna stórar ætlanir Sands Kommuna hevur rættuliga stórar ætlanir fyri framman. Ein ætlan er, um Landsstýrið játtar stuðul, at útbyggja havnina vestureftir Sum flestum kunnugt, er stór útbygging farin fram kring alt Feroya land, bæði á privata og almenna ekinum, í seinastuni. Sandoyggin er ikki nakað undantak í so máta. Á Sandi eins og í Skopun, hevur verið arbeitt við út- bygging av havnunum, og ætlanir eru eisini frammi í onkrari av smærru bygd- unum í oynni, at hava havnaútbygging. Vit hava tosað við for- mannin í Sands Komm- unu, Tummas Lekjá, og frá honum fingið nærri at vitað hverjar ætlanir liggja fyri framman á Sandi. Havnin Í fjør var arbeiðið byrjað uppá at dýpa havnina. Ein stór mongd av gróti var sprongt burtur, uml. 4000 m' og niður á 7 metrar dýpi. Í ár varð so hildið fram við arbeiðinum og somuleiðis sprongt niður á 7 metrar dýpi. Hetta er eisini ein av fortreytunum fyri eini evt. nýggjari havn. Innsiglingarpirar- nir til nyggju havnina eru eisini gjørdir i år. Ein byrging er sett fyri inn- siglingarpirarnar, soleidis at tå arbeidid innanfyri er liðugt, er einans at taka byrgingina burtur. Avísar ábetur eru eisini gjørdar í tí teir kalla »Ytra havnin<. Nakað nógv av gróti ella hellu, var niður við kistunum, og hetta er nú alt sprongt burtur, so- leiðis at tað nú er heilt reint niður við kistunum. Hetta varð gjert m.a. fyri at fáa betri pláss, men ikki minst fyri tryggleikan. Nakrar ábetur eru eisini gjørdar inni í småbåta- havnini. Har var einans grót at koma til, og var tí mangan sera vandamikið. Hetta grótið er nú eisini sprongt burtur, og ein lægri bryggja er gjørd i staðin. Hesin hylurin er nú dýpdur ein metur, frá fimm til seks metrar. Stendur og fellur við havnajáttanini Tummas Lekjá sigur, at projekteringin av nýggju havnini er um at vera lið- ug, men ætlanin stendur og fellur við havnajátt- anini hjá Landsstýrinum. Fáa vit ongan stuðul, er spælið liðugt, sigur hann. Menn halda ikki fram at arbeiða undir verandi um- stødum í langa tíð afturat. Sum demi kann nevnast, at um tveir av teimum stóru bátunum landa í senni, kunnu aðrir út- róðrarbátar ikki kom inn í havnina, tí tað er ikki pláss fyri teimum. Bygdarráðið vónar sjálvsagt at fáa part av havnajáttanini, tí fyri Sands bygd er virksemið kring havnina alt avger- andi. Tað hevði verið stórt spell, um so var at bátar- nir rýmdu aðrastaðir. Handil og ídnaður Sands Kommuna hevur júst góðkent ein nýggjan bygdarplan, sum gevur góðar meguleikar til idn- aðarvirkir. Økid, talan er um, liggur stutt norður vestur frá havnini. Umsóknir eru longu komnar til kommununa um loyvi at gera virkir á økinum, men bygdarráðs- formaðurin heldur tað ikki vera rætt at upplýsa, hverjar umsóknirnar eru enn. Ellis- og røktarheim Fyrr í ár varð ein sokallað Ellis- og rektarheims skip- an, sum Almannastovan hevur gjert, góðkend av kommununum í Sand- oynni, og Tummas Lekjá sigur, at hendan skipanin væntandi kemur at virka til várs. Projekteringin er um at vera liðug, so klárt skuldi verið at byrjað uppá arbeiðið fyrst í kom- andi árinum. Bygdarskúli Meguleiki fyri einum betri bygdarskúla er eisini til staðar á Sandi. Økid til skúlan er klárt, og komm- unan er nú í ferð við nakrar broytingar, ið hava til endamáls, at næmingar til og við sjeynda flokk skulu ganga í skúlanum og ikki sum nú einans upp til fimta flokk. Roknað verður við, at skúlamynd- ugleikarnir far at góð- kenna ætlanina nú áðrenn jól. Um so er, at ætlanin hjá kommununi viðv. bygdar- skúlanum verður sam- tykt, verður skipanin við Meginskúlanum eisini broytt, soleiðis at bert næmingar frá 8. flokki koma at ganga á skúlan- um. Tummas Lekjá, formaður í Sands Bygdarráð Grundstykki Við í nýggja bygdarplan- inum eru eisini nógv set- húsagrundstykki. Men bygdarráðsformaðurin sigur, at tað framvegis eru heilt nógv privat grund- stykki, ið kunnu fáast til keyps, so hetta við kommunalum grund- stykkjum er ikki so alt umráðandi fyri Sands bygd enn. Í meðal um árið verða eini fimm til seks sethús bygd. Ítróttarhell og graslikisvøllur Fólkatalið á Sandi er so spakuiiga vaksandi, og spurt kann verða hví bygdin er vaksandi. Ein av orsøkunum er sjálv- andi tað ekta virksemið í oynni, eins og aðrastaðni í landinum. Men hetta er ikki øll orsøkin. Fyri at ein bygd skal vera i vøkstri, krevst at Ov åtid pláss er inni í havnini á Sandi, og tí vón- ar Bygdarráðið at stuðul, soleiðis at kunnu útbyggja fáa teir Nr. 146 — 22. desember 1987 eldra ættarliðið, og harvið eisini kommunan, skapar fortreytirnar fyri góðum trivnað millum ungdómin. Á sandi hava kommunan og ítróttarfelagið í Sand- oynni, B71, havt eitt ávíst samstarv. Stýrið fyri Meginskúlan er nú í ferð við at kanna meguleikar í samb. við gerð av ítróttarhell. Somuleiðis eru teir í ferð við at kanna meguleikar- nar fyri at útvega gras- likisvøll til ítróttarfelagið. Bæði ítróttarhellin og graslíkisvellurin skulu vera í samband við Megin- skúlan. Fíggjarorkan Inntøkugrundarlagid hj. Sands Kommunu liggur um einar 50 mill. kr. år- liga, so tað er avmarkað hvussu nógv ein tílík kommuna kann t.d. stuðla frítíðarvirksemið í oynni, men kommunan hevur eftir førimuni roynt sum frægast. Eisini skal ein minnast til, at tá ein havn verður bygd, er kostnaðurin tann sami fyri sama arbeiði, sum um kommunan var dupult so stór. Samarbeiði við hinar kommunurnar Eitt ávíst samarbeiði er millum kommunurnar i Sandoynni. Fyrst og fremst er tað Meginskúlin og síðani sosialmál, lækna- og heilsumál. Tummas Lekjá sigur, at teir hava eitt gott felags- kommunalt samarbeiði, ið kemur øllum til góðar. Gdm-