mikudagur 23. desember 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
— ii".
JU OO SO
UR NE
Nr. 147 — 23. desember 1987
2000 krónur
fyri eitt
lítið kamar
Einki eftirlit er við útleigaðum bústaðum
Tað er meira sjáldsamt, at
fólk, sum sekja eftir íbúð
ella kamari til leigu í
Havn, kunnu loyva sær at
velja og vraka. Tey mugu
taka við tí, ið tey kunnu
fáa.
Og prísirnir eru har eft-
ir. Upp í 2500 krónur er
vanlig leiga at gjalda um
mánaðin fyri eitt kamar.
Summi noyðast at lata
upp aftur meira. Demi
finnast um hús, ið verða
leigað út fyri 19.000 krón-
ur um mánaðin.
Tað ber væl til, tí einki
eftirlit er við helum, ið
verða leigað út. Tey verða
ikki skrásett nakra staðni,
og bert fá gera sáttmála
fyri leigumálini og fáa
hann góðkendan hjá leigu-
nevndini. Tískil eru tað
eisini nógvir útleigarar,
sum ikki uppgeva inntek-
una í skatt ella bara ein
part av henni. Upphæddin
kann ikki sporast aftur
kortini, tí leigarin skal
ikki uppgeva sína leigu á
sjálvuppgávuni, soleiðis
sum kravt varð fyrr.
Trotið á bústaðum til
leigu í Havn er stórt. Ikki
bara tí fólk ikki orka
fíggjarliga at seta seg fyri
hús, men eitt stórt tal av
fólki er í Havn og arbeiðir
í styttri ella longri tíð, og
hópur av ungdómi býr í
nekur ár í Havn, meðan
tey fáa sær útbúgving.
Tey, sum ikki kenna onkr-
an, sum kennir onkran,
hava Dimmu sum einasta
meguleika at finna sær
bústað.
Av tí at íbúðatrotið er
so stórt, ber væl til at
spekulera í húsakeypum.
Tað er góð forrætning at
keypa hús í Havn og leiga
tey út aftur í smáum t.d.
til ung í útbúgving. Tey
mugu hava innivist og
tora ikki at seta nakað
spurnartekin við leiguna.
Her er eitt demi av
mongum úr Havnini um,
hvussu umsteðurnar eru
hjá ungdómi. Avgjert ikki
tað ringasta, og neyðugt
er ikki at nevna nøvn.
Krevur stórar
åbøtur
Húsaeigarin eigur onnur
hús og hevur keypt eini
sethús afturat í Havn til
at leiga út. Húsini eru
komin so nógv til aldurs,
at tey høvdu uppiborið
eina sterri umvæling. Tey
hava verið útleigað í fleiri
ár, uttan at nakað er gjørt
við tey. Vindeyguni eru
ótett, tapetið er skrætt,
loftspappírið er farið og
spor síggjast eftir lekum
onkrastaðni.
Húsini eru innrættað
sum so nógv onnur sethús
til eina familju. Kekur,
tvær stovur við skjóti-
hurð ímillum og so nekur
kemur. Kemrini verða øll
útleigað, og somuleiðis
báðar stovurnar sær sum
tvey kemur við at seta
okkkurt upp fyri skjóti-
hurðina. Væl hoyrist mill-
um rúmini.
Tað búgva fleiri ungfólk
í hesum húsum. Hvert
rúmið verður leigað út fyri
1500 og 2500 krónur um
mánaðin. Kemrini, sum
kosta 1500 krónur, eru so
smá, at lítið meira enn
song og stólur rúmast
inni. Kamarið fyri 2000
krónur er eitt sindur
sterri. Stovan fyri 2500
krónur er til at vera í.
Rindaðu sjálv
fyri at seta
í stand
Tá leigararnir fluttu inn,
var gólvteppi á í flestu
rúmunum. Men teppini
vóru ikki til at halda, so
slitin vóru tey, og tí
skræddu leigararnir tepp-
ini av. Í staðin legdu tey
sjálv nýtt á gólvini. Eing-
in teirra bað húsaeigaran
um at gjalda fyri nýggju
gólváleggingina, og tey
hava eisini goldið, tað
sum tað kostaði at mála
og tapetserað.
Ymiskt er, sum bilar í
húsunum.
— Eitt tað ringasta er,
at vit sleppa ikki til málar-
an. Málarin er í eini íbúð í
húsunum, og eru tey ikki
inni, tá ein sikring fer,
mugu vit út at leita eftir
fólki, sum hevur lykilin til
íbúðina. | Húsaeigararnir
eru ikki altíð líka lættir at
finna.
Eingin av leigarunum
hevur nakrantíð klagað
um umsteðurnar. Tey
kenna vandan fyri upp-
segn.
— Vit gjalda kanske
ikki meira enn onnur fyri
kemrini. Men tað eru
nógvir pengar at lata, tá
so nógv bagir. Flestu okk-
ara ganga eisini í skúla og
hava tí onga innteku,
sigur ein av leigarunum.
randi
Innbúgv
og dúkar
seljast
hest
Tað gongst væl í Niðri-
stovu, har Ruth Olsen í
Havn selur brúkt innbúgu
og aðrar lutir
Slakir tríggir mánaðir eru
gingnir, síðani handilin
Niðristova í Skrivaragetu
í Havn læt upp. Væl
gongst við at fáa hendur á
lutum og sleppa av við
teir aftur, sigur ruth Ol-
sen, sum hevur handilin.
Allur kjallarin í húsum
hennara er á tremur við
sofum, stólum, borðum,
skápum, íletum, dúkum,
krukkum og nógvum eðr-
um lutum. Sumt hevur
hon keypt i Føroyum, ann-
að í Danmark. Tað eru t.d.
gamlir útskornir stólar,
ovnar og kommodur, men
lítið av tí er heilt antikt,
sigur Ruth.
Í Danmark hevur hon
keypt fleiri hondbroderað-
ar dúkar. Teir ganga sum
heitt breyð. Kamferkist-
urnar hava eisini áhuga.
Nakað hevur hon av
brúktum gardinum,
— Men stersta «
leggi eg å at hava gott
brúkt innbugv, sum er
bíligari hjá fólki at keypa
enn nýtt, sigur Ruth.
randi