mikudagur 23. desember 1987síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 147 — 23. desember 1987
tíðindablaðið
Síða 19
Heitur løgur …
Sigurd Joensen:
Eg stoyti heitt I-II
Mentunargrunnur Studentafelagsins
1987
263 + 226 bis
Sigurd Joensen er ein sjåldsamur mað-
ur. Juristur og sakførari, tjóðveldismað-
ur, romantikari, politikari, bladstjori
essayistur, skald, yrkjari, barnabóka-
høvundur og týðari. Klassikari og lesari
av alheims békmentum er hann eisini.
Ein sjåldsom kombination i eini tíð, har
kunnskapur av hesum slag hevur ringar
sømdir og gevur lítla virðing, tó human-
isturin valla hevur ignorantanna viður-
kenning sum mið fyri strevinum
Ignorantur er ikki hin óskúlaði, men hin
skúlaði, ið onki hevur skilt, og onki at
skilja við. Onkur skallutur slíkur er sera
frammarlaga í føroyskum politikki í
dag.
Juristurin og sakferarin skal ikki um-
reðast her. (At taka prógv sum juristur
krevur tó ikki so nógv til vit. Tað er ikki
juridiskt embætisprógv, ið skapar góðar
sakferarar, heldur ikki tað við tí eftir-
tráðaða fyrstakarakteri. Góður sakfor-
ari verður tú einans av tí, tú veitst um-
framt embætisprógvið, og har sigst
juristurin Sigurd at skara fram um tey
eintek av slagnum, vit hava gangandi
her á klettunum.)
Eg stoyti heitt er eisini ein sjáldsom
bók. Í henni eru tekstir av mongum
slag: Yrkingar, hugleiðingar, segur og
ævintýr, bókaummæli og greinir við
skiftandi innihaldi mest politiskum.
Men í grundini er næstan alt politiskir
tekstir, tó ofta latnir í littereran-skalds-
ligan ham.
Og hvat skal so ummælarin siga? Skal
hann skriva um skaldskap ella um poli-
tikk? Valkvelini slepst undan við at
skriva um bæði. Og »olitikarin, ið letur
sínar politisku viðmerkingar í skaldslg
an ham, má lata sær lynda, at politikkur
eisini verður umreddur
Sigurd er tjóðveldismaður = og
nationalistur Men nationalisman hevur
fleiri andlit, hon er bæði set og beisk
Eggjandi og føgur sum summarfleyr um
ennið. men grim sum strongur uppi.
treyst og stinn sum í berginum. em els-
ini felsk og svikafull. Og mær tykir hon
tekur Sigurd av bóli, her svíkur tað
bjarta vitið, ið ikki megnar at gjøgnum-
skoða fellurnar og vara seg. Kenslurnar
taka ræði av tí hvassa vitinum, og tá
kann alt henda.
Sekstan greinir eru í partinum Polit-
iskar greinir, og av teimum fimtan úr
blaðnum Búgvanum, ið kom út í Dan-
mark undir og nakað eftir kriggið, og
sum Sigurd sjálvur stjórnaði eina tíð.
Tað er ikki at undrast á, at tær fyri ein
stóran part snúgva seg um, hvat skal
henda við stjórnarsteðu Feroya eftir
kríggið og politiska rákið og tingingar-
nar upp til fólkaatkveðuna í 1946. Og at
enda viðmerkingar til hesa týdningar
miklu hending og tað, ið av henni stóðst
Í einari sjonvarpssamreðu hoyrdi eg
Sigurd nú ein dagin siga okkurt um, at
nógv av hesum var skrivað fyri fjøruti
árum síðani, og at hann sjálvsagt ikki
hevði skrivað alt soleiðis í dag. Eyðvitað
tað, men tann kensluliga nationalisman
stendur so frammarlaga, og sum hon
kemur fram í so mongum av hesum
tekstum, ógvast ein. Bæði tá Sigurd
beinleiðis viðger politikk, og í eðrum
sambandi. Hver hevur eitt nú givið Sig-
urd Joensen og eðrum tjóðveldisfólki
nakran rætt til at skifta føroyingar eftir
kvaliteti við teirra steðu til Tjóðveldis-
politikkin sum mátistokki. Hesin um-
mælarin ógvast og ræðist, tá tjóðveldis-
menn soleiðis geva seg í kast við at
handla feroyingar sum seyð. Her havi eg
ikki minst í huga, at tjóðveldismenn enn
tosa um fólk í Føroyum, har summi við
feðing eiga natúrligan heimstadrætt,
onnur ikki. Hvat er meiningin??? Hetta
er ikki í tríatiárunum og í einum eðrum
landi, vit liva.
Tær konkretu metingarnar av teimum
politisku viðurskiftunum í samband við
fólkarættarligu steðu Føroya eftir
kríggið, eru áhugaverdar í positivan
máta eisini. Tí sjálvsagt hevur Sigurd so
inniliga rætt, tá hann lýsir lokabregdini
í samband við fólkaatkveðuna. Har var
framt svik so dyggiliga, at ongin kann
gloyma tað. Sjálvsagt aliarmest frá
teimum, ið bragdliga gingu undan, og —
uttan iva, tó eg ikki veit tað við vissu —
sigldu undir følskum flaggi: Sjálvstýris
politikarar. ið við einar: redc lovadu før
oyingum, at nú skuld: bera elía bresta
hvussu so úrslitið ax
atkvødun: blel
meðan teir við aðrari rødd (1: teskand
skymaskotunun NOISLIANSDU 4
aðrastaðir) helst hava iovað ai nvuss
so urslitiå bærv skuid: ongin 10VSinE
tara fram. Skommun er ikki dana. neidu
ikk: so nog
stersi
sambanasmanna non e
hjá teimum góland: sjaivstýris-
politikarum (teimum radikalu!;. ið t;
ongantíð nava hildið svikið vera skomn
Sigurd hevur á sin eit: sindur ogvusliga
mata rætt: svikið varð tram
meiriluti fyri loysin
Hja ti, ið skrivar poluski skaidsliga
ræður um at velja góðar myndir, og lýsa
tær væl. Tað dugir Sigurd, ið hevur
skaldagávurnar góðar. Søguns um
vættrarnar í Eysturoynni damar mæ:
best. Her sleppur tað skaldsiiga hug
flogið best á flog, og segan er meistarlig
í steðum. Henda meistarahond kemur
til sjóndar allan vegin í bókini.
Meistaraheitið hevur Sigurd eisin:
uppiborið fyri mál sítt. Sjáldan heppin
mangan, men eftir mínum tykki meira í
prosa enn í yrkingum. Í prosastykkjun-
um er hann nógv sterkari, og her kemur
tað fram, ið eg serliga hefti meg við
málinum viðvíkjandi: tað ið hjá eðrum
kann tykjast fornt og torskilt, fellur í
prosapenni Sigurdar lætt og natúrligt.
Sjáldsamar máliskur og vendingar
koma her fyri sum lættasta gerandis-
Har var
mál. Soleiðis kann tað skrivast
Eg hevði einaferð eini erindi til Sigurd
Joensen. Bað hann skriva eina grein um
eitt serstakt evni, eg beint nú havi
gloymt, hvat var, men eg helt tá, at
hetta kundi bara Sigurd. Tíverri varð
endin tå, at Sigurd bar seg undan, men
vísti mær til ein vinmann, ið eisini dugd
at skriva. Eg helt tá fyri. at nevndi vir
maður, ikki kundi skriva júst tað, e;
vildi hava. Tá flenti Sigurd við kontr:
bassinum (he, he!) og helt fyri: >Tað «
rætt, tú sigur. Ég eri skulpterurin, hi
er málarin í skrivingariag'« Sigurd «
mangan sum skulpterurin, ið hevur s
torfert tilfar at arbeiða við, at har n
konstruerast av tekniskum grundur
Yrkingarnar verða heldur stirvnar
tunga
ur av
so at innblasturin kamasi bur
konstruktion. Kanska er ta
juristurin, ið her spennir fót fyri skaldi
ur
Urvalið tekur um tað mesta. Sigur
Joensen hevur skrivað, tó eru iki
narnasegurnar KOMmna við. I ottir
lurið nevur savnað og skipað tilfari/
kanska hevur hon hugsað um at barn:
segurnar kunna koma út aftur fyri seg
Vonandi: Tað hava tær uppiborið. Fáa
ella ongar skravaða
betur á Tær høvdu ti
helst ikki hóskað so væl undir heitinun
a hesi DOK
Konklusiónin uggur nær. Politiskt e
Eg stoyti heitt helst góður uppbygg
ingariesnadur hjá tjóðveldisfólki av eir
um serligum slagi. Heitið. ið er tikið frí
einari av segunum ber boð um. at út
gevarin hevur mest hugsað politiskt
ella hildið tann politiska bodskapin vera
mest týðandi í skrivingini. Soleiðis
søgdu tey gomlu við vættrarnar undir
durahelluni, tá tey stoyttu heitan leg út
fyri dyr. Og mangur kann hava grund at
hava seg til viks av hesum legi Sigurd
ar. Politikkurin í bókini er tó ikki so
áhugaverdur hjá hesum ummælara, sum
alt hitt í bókini. Tað bókmentaliga og
skaldsliga virðið og so málið, ið er so
eggjandi gott.
barnasegu" eru
ieroyskum mál
Eyðun Andreassen
Handverkararnir
nytt felagshús
Havnar Handverkara-
felag hevur í hyggju at
keypa eini stór sethús í
Stoffalág til nýtt felags-
hús. Nevndin í felagnum
hevur boðið 1,9 mill. krón-
ur fyri húsini, og ætlanin
er at yvirtaka tey hálvan
februar, men tað er treyt-
að av, at eykaaðalfund-
urin 6. januar í felagnum
góðkennir keypið. Húsa-
keypið skuldi ikki komið
Húsini,
hæddum,
so óvæntað á limirnar.
Tað eru tvey ár síðan, at
nevndin fekk heimild til at
kanna meguleikan fyri at
keypa nýtt hús.
sum Havnar
Handverkarafelag ætlar
at keypa, eru í trimum
135 fermetrar
hvert. Grundstykkið er
1000 fermetrar. Miðhædd-
in í húsunum er liðugt inn-
rættað. Loftið er alt í ein-
um, og har ber til at gera
eitt stórt fundarrúm.
Felagið heldur annars
til í egnum húsi í Tróndar-
getu. Tað húsið er heldur
lítið. Avgjert er ikki, um
tað húsið í Tróndargetu
skal seljast fyri at keypa
nýtt, ella skal leigast út.
randi