týsdagur 29. desember 1987síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 148 x tysdagur 29. desember 1987
60. årg. % Kr. 6,00
Sosialurin ynskir lesarum,
viðskiftafólki og ødrum eitt
gott nýggjár og takkar fyrr
tað skjótt farna.
Blaðið kemur út aftur týsdagin 5. januar 1988.
Hetta eru vápnini, løgregl-
an tók frá tí 30 ára gamla
manninum jólaaftan
Bannaðar
í Danmark
Í Danmark verða
sleingibyrsur sum
tann, 30 ára gamli
onglendingurin
brúkti jólaaftan,
bannaðar 1. januar
1988, tá broytingar í
vápnalógini koma
gildi. Tað vil siga, at
serligt loyvi verður
kravt til tess at hava
tær, tað
IOYVI
vápna-
Men í Feroyum
hava vit okkara egnu
vápnalóg, so broyt-
ingar í donsku lógini
hava onki við Fer-
oyar at gera
- Ektaður sjórænari á Westward Ho
— Jolaløta við sleingibyrsu og rottum dramatikki.
Kúlan fór gjøgnum eina 6
mm tjúkka plátu úr kross-
viði, tá skotið varð fimm
metrar burturfrá.
Hetta var úrslitið, tá
løgreglan í Havn royndi
sleingibyrsuna hjá tí 30 ár
gamla onglendinginum,
sum jólaaftan varð hand-
tikin um borð á sluppini
Westward Ho.
Maðurin varð í grund-
lógaravhoyring jóladag kl.
17.00 fongslaður í 14
dagar. Men hann situr
ikki í varðhaldinum í Jón-
as Broncksgetu. Hann er
á psykiatrisku deild á
Landssjúkrahúsinum, har
hann, í samrái við lækna,
er tvangsinnlagdur.
Onglendingurin, sum
hevur verið í Feroyum
eina tíð, er skuldsettur
fyri brot á vápnalógina,
fyri stuldur, fyri at seta
onnur í vanda og fyri harð-
skap móti tænastumonn-
um í arbeiði. Hann noktar
seg sekan í at hava gjørt
nakað ólógligt.
Skjeyt eftir
løgregluni
Jólaaftan um hálvgum-
seks-tíðina fekk løgreglan
fráboðan um, at West-
ward Ho var rikin yvir
móti bátabrúgvunum á
vestaru våg. Endarnir
vóru kappaðir og ein mað-
ur sat uppi í formastrini
og hótti við at skjóta eftir
øllum, sum nærkaðust.
Hann hevði eina verk-
smiðjugjerda sleingibyrsu
og lóðrið var stálkúlur.
Hann hevði eisini tveir
knívar uppi í sær.
Fýra legreglumenn og
fleiri onmu komu á staðið
og legreglan royndi at
tosa mannin til rættis og
tað eydnaðist so frægt, at
hann kom longur niður. So
langt, at legreglumenninir
fingu lopið á hann og tikið
hann. Maðurin skjeyt
minst tvær ferðir eftir
teimum við sleingi-
byrsuni, tó uttan at raka.
Hverki Westward Ho
ella aðrir bátar fingu
skaða, tá sluppin rak út av
vágni.
hd
at finna fram til
Næstan altíð moguligt
um eldur er ásettur