Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-12-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

or Nr. 148 — 29. desember 1987 Birgir Danielsen, fiskasølustjøri: Síða 7 — Oll tosa um loysnir — eingin ger nakað — Tað fer at níva har men ikki slepst und- an at taka avgerðir, sigur Fiskasolustjór- in Birgir Danielsen í oddagrein í >Okkara Millum«. Hann skrivar: Evnid á fiskivinnuting- inum i år var: »Fåa vit sum frægast burtur úr fiskastovnunum?« Svarid frå øllum panel- ittakarunum og frå øll Im mongu, sum hevdu orðið á tingi, var eitt greitt NEI! Hetta er eitt ógvuliga breitt evni. Orðaskiftið bar dám av hesum, og var tí sera flákrandi. Tað gamla orðaskiftið um nýtslu av troli mót- vegis húki, steingjan av ávísum leiðum ávís tíðar- skeið, meskavídd, ráveru- prísir, tilskotsskipanir, partroling mótvegis lemmatroling, osfr., osfr. kom fram aftur. Øll tosa um loysnir av kreppuni innan fiskivinn- una, men eingin ger nakað við tað. Mótsigandi og hug- stoytt er tað at fáa eitt ný- mótans skip fyri og annað eftir innlimað í okkara fiskiflota, og hverja ferð fáa stóra og góða umtalu í altjóða fiskivinnubleðum og tíðarritum, og síðan á fiskivinnutinginum — vid greiðum tølum at fáa prógv fyri, at jú sterri og hesum meira nýmótans skipini eru, tess dýrari er fisk- urin, sum fingin verður í land. Tel, sum fiskivinnu- stjórin legði fram týðuliga, at vístu stuðulsveit- ingar vóru nærum ongar til tey bíligastu skipini, men hækkaðu munandi fyri tey nýggjaru og meira nýmótans skipini — ella sagt á annan hátt: tey skipini, sum fáa bíligasta fiskin í land, eru tey, sum kosta brúka, eftir okkara vanliga meti, tnan mest ótíðarhóskandi reiðskapin — nevnliga húskin. Sum met fyri »effek- tiviteti« hava vit havt lyndi til at nýta stedd á skipi, tal av trolbanum, útgerð á brúnni, stødd á motori, o.s.fr. Ikki hevur heldur verið óvanligt at brúkt stedd á manningar- parti sum met. Tíverri er tað sjåldsamt at »effek- tivitetur« verður máldur í góðsku og hvat tað kostar at fáa fiskin í land. Líka so sjáldan er málistokkurin: Kann skipið svara hverj- um sítt. Her má verða ein grund- leggjandi skeivleiki í fat- minst og anini av veruleikanum? Á fiskivinnutinginum varð varisliga nortið við summar av hesum spurn- ingum, men niðursteða varð eingin gjørd. Meskavíddin varð nógv umredd, eins og hon hev- ur verið tað líka síðan trolið varð uppfunnið. Vit hava verið trekir at gjørt nóg mikið við hendan spurning, men tingið endaði hesa ferð við eini inniligari vón- um, at meskavíddin verður víðkað frá 135 mm til 155 mm, áðrenn alt ov langa tíð. Hevði so hetta verið úr- slitið av hesum fiskivinnu- tingi, so var tað betri enn einki úrslit. Men allir lut- takararnir í tinginum vóru samdir um, at neyðugt varð nú at taka avgerðir — og tað stórar. Hetta fer at níva hart, men ikki slepst undan. BD Soluvirðið i år á sama stødi sum í fjør | við 30.000 tonsum minni Selan í november í ár er umleið 1.200 tons og 52 mill. kr. sterri enn í no- vember í fjør, og er virðis- ekingin serliga í frystum hýsu- og upsaflaki, salt- fiski og rækjum. Negdin í november í ár varð 7.738 tons, ímóti 6.493 tonsum í fjer, og virðið 132,5 mill. kr., ímóti 80,8 mill. kr. Selan av salt- fiski, rækjum og frystum flaki gav mest í oktober, og tey sterstu keypara- londini vóru USA, Frak- land og Ítalia. Nú bert 1 mánaður er eftir av árinum, hava vit selt 84.670 tons fyri 1.332,7 mill. kr. ímóti 113.860 tonsum fyri Hetta 1.358,8 mill. kr. — gevur eina minking í tons um upp á 29.190 tons, og í krónum, 26,1 mill. kr. Her er ein eking í mun til tey fyrstu 10 mánaðarnar, tá vit hevdu selt 85,7 mill kr. minni enn í fjør Sterst hevur selan verið í ár av saltfiski, 300 mill. kr., rækjur 234 mill. kr. og fryst upsaflak 197 mill. kr. Í fjor var tað saltfiskur 309 mill. kr, fryst upsa- flak 213 mill. kr. og fryst toskaflak 208 mill. kr. Sterstu selurnar í ár hava verið til USA, Vesturtýskland og Frak- land. Í fjør var raðfylgjan USA, Vesturtýskland og Danmark. Orindafólk Sekt verður eftir ørindafolki til Al- mannastovuna at byrja sum skjótast. Lon sambært avtalu. Umsókn verður at senda Almanna- stovuni, Postrum 196, 100 Tórshavn innan 4. januar 1988. ALMANNASTOVAN