týsdagur 5. januar 1988síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 1 — 5. januar 1988
Síða 6 tíðindablaðið
Utgevari: P/f Sosialurin >
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjøri: Krisjan Dahi
Blaðfótk: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Térfinn Smith
Ljésmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
»— Eitt vakurt land
— eitt reint landa
Havnardalssuggan er nú komin til Hoyvíkar, og hetta er hent hóast Frið-
ingarnevndin setti sum fortreyt, at einki burturkast mátti vera uttan fyri ta
hegu girðingina rundan um brennisteðina. Harumframt setti Tórshavnar
Heilsunevnd sum trevt, at brennisteðin skuldi fylgja teimum strangastu um-
hverviskrevum í Norðurlondum. Her síggja vit so úrslitið!
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Valár
VIT hava nú sett á eitt nytt ár. Ikki eitt TAÐ er greitt, at hóast loyalitetur verður
settur frammaliga av javnaðarflokkinum í
heilt vanligt ár. Tad er nevniliga valár
føroysku veljararnir skulu nú aftur til at
kjósa sær umboð síni á legtingi, sum so
aftur skal velja landsstýri
TAÐ eru gott og væl trý ár síðani, at
sitandi samgonga tók við. Og helst eru
fleiri meiningar um, bæði í andsteðuni og
í samgonguni sjålvari, hvussu hon hevur
roynst í verki. Tað vil so vera
OKKARA meting er, at samgongan hevur
roynst væl. Hóast avgerðir eru tiknar
sum ikki hava hóvað øllum samgongu
tinglimum ella veljarum líka væl, so hevur
eini samgongu. so eigur eisini javnaðar
flokkurin at brynja seg út til dyst — til val
stríð. Flokkurin eigur eisini í teimum
førum, har hann sum avleiðing av luttøku
síni í eini fleirflokka samgongu. hevur
verið noyddur at víkja frá og slaka uppá
egna stevnu og áhugamál at siga
Feroya fólki ikki minst teimum mongu
nýggju veljarunum hvat flokkurin veru
liga stendur fyri. hverji floksins grund
leggjandi sjónarmið eru
MEN ikki nóg mikið við tí. Hóast
javnaðarhugsjónin ikki er nýggj so
tað tó eyðkent hesa samgonguna. at hon stendur einki í stað, skiftandi tíðir hava
frá byrjan hevur funnið rætta stevið broytingar við sær og eiga floksins
sjonarm Á ti eisini at takast upp til met
AÐ vilja altiå vera brotasjógvar. ikk gar av nyggjun tå uttan at stevnan
altid er líka rætt at sióva saman 17 ymsar
åskodanir til eina felags stødutakan
flest øllum samfelagsmálum. Men sum
sagt. tað má sigast um hesa samgongu
og ikki minst um løgmann, ið er hann. ið
situr við styrisvøl, at tað hevur eydnast at
halda skútini á rættkjøli. Bert fáar trætur
og stórvegis klandur hevur nervað sam
gongulagiå
LEITA vit so nøkur fá ár aftur í tíðina. so
minnast vit ell, hvussu táverandi borgar
liga samgonga hóvreiggjaði sær. Tá
høvdu vit ein løgmann og undir hegru lið
hansara ein stavnamann, sum rætt og
slætt spældu hund og harvið hildu alt Fer
oya fólk fyri tað turra spott. Tann sam
gonguskutan megnaði hvørki eitt ella
annað. Hon kláraði tó einsamøll uttan
hjálp frå andsteðu at kollsigla
HENDA samgonga, sum nú situr, er ikki
lítaleys. Og eru vit heldur ikki á einum
máli við hana í øllum teimum avgerðum
sum tiknar eru. Men tað hevur so kortini
eydnast henni ikki minst takka verið
eini dyggari og skynsamari javnaðar
leiðslu at fáa bygt uppaftur virðingina
fyri okkara politisku stýrisskipan. sum
undanfarna samgonga megnaði at máa
alt grundarlag undan eitt nú við síni
ådemokratiska grein 13 politikki, ið køvdi
alt initiativ og allan framburðshug. Tann
greinin er farin í seguna sum eitt minni
sum skomm og skendsil yvir eina
borgarliga samgongu
HÓAST tað hevur táttað í við hvert. so
hevur tað kortini eydnast teimum fýra
samgonguflokkunum, sum nú sita
Tinganesi, at draga somu línu. Tað hevur
eyðkent samarbeiðið at ioyaliteturin
mótvegis hverjum ødrum, hevur staðið
sera fram aliga. Ikki minst hevur loyali
tetur verið eitt sermerki fyri luttøku javn
adarfioksins í hesi eins og undanfarnum
samgongurr
MEN nú er valår og jú meira nærkast val
degnum, tess minni bundnar tykjast ting
limir kenna seg at avtalum, sum vórðu
gjørdar fyri tímum árum síðani. M.a
hava vit sæð og hoyrt, hvussu ávísir ting
limir í samgonguni hava talað at poli
tíkkinum, sum samgongan rekur
TAÐ er greitt. at vit eiga at føra ein kon
tinuerligan dialog um allar samfelags-
spurningar. Tíðirnar skifta og mugu vit
eisini laga avgerðir til skiftandi tíðirnar —
til broyttar umstødur. Men hvørvitt hesin
dialogur kann skaða verandi samgongu
skulu vit ikki her spáa um. Tíðin, sum er
eftir av hesum valskeiði, fer at vísa tað.
Dialogur og krev eru hver sitt!
harvið verður slept Stavnhaldið er
framvegis eitt demoktariskt samfelag
har hver einstakur hevur frælsi undir
ábyrgd. Tað er størri sosialt rættvísi
javnrættindi, solidaritetur framburður
fyri allar borgarar og sterri sjálvbjargni
FLOKKURIN eigur nú beinanvegin at
stinga út í kortið og gera sær greitt
hvussu vit útbyggja og menna hetta sam
felagið komandi 12 árini fram til ár 2000
Flokkurin eigur at taka stig til ein dialog
undir heitinum: Hvussu menna og út
byggja vit Føroyar í 90-unum
GJØRD eigur at vera skitsa ella ætlan um,
hvussu okkara samfelag kann og skal út
byggjast fram til ár 2000. Tað nógva prát
ið og skrivingin um landsplanlegging má
gerast til veruleika. Tørvur er á eini meira
miðvísari og meira professionellari og
politiskt minni bundnari tilrættalegging
av samfelagsútviklinginum komandi 12
árini. Hetta snýr seg ikki bara um reint
fysiska útbygging so sum framtíðar bygn
aðin av okkara fiskiflota. av okkara sam
ferðslukervi o.s.fr.. men tað snýr seg eins
nógv um reint menniskjanslig virði her
undir ábetur og nýhugsan innan okkara
sosíallóggávu. at seta hol á íbúðarspurn
ingin, sum alt ov leingi hevur ligið í órekt
at geva umhvervisspurninginum sterri
ans og yvirhevur at leggja ætlan fyri
framtíð Føroya fram til ár 2000
UTTAN mun til alt hetta so eigur flokkur
in ikki at lata seg vika ein tumma, tá tað
snýr seg um at verja demokratisku rætt
indi okkara. Flokkurin hevur sum tann
ítarsti her á landi víst at hann er bolverkið
móti teimum hóttandi antidemokratisku
reddunum vit finna í stavnamansins
flokki. Javnaðarflokkurin hevur higartil
verið garanturin fyri einum demokratisk
um og meira rættvísum Feroyum. Tað vil
hann framvegis vera saman við stavn
haldinum at tryggja landi og fólki okkara
størri sjålvsåbyrgd og sjálvsavgerðarrætt
og eitt rættvísari býti av samfelagságóða
num
VIT eru við at fara frá ársins myrkastu tíð
Men hóast tað longu nú er farið at ganga
móti ljósari tíðum. so tykist kortini sum at
svartskygni hevur fingið fastatøkur í før
oyingin. Ringar tíðir fyri stóran part av
fiskiflota okkara og vána útlit fyri selu av
fiski hava líkasum tikið tað bjartskygni,
sum annars hevur eyðkent okkum føroy-
ingar, frá okkum
OKKUM tervar ikki svartskygni. Okkum
tørvar ein meira grundleggjandi dialog og
eina meira munadygga landsplanlegging
og stýring. Men lat okkum fyri alt í verð-
ini ikki drepa spíran til menning av sam-
felag okkara: bjartskygni.
R
(Myndin, id vit ikki sleppa at síggja í fjølmidlunum!)
Nevndin fyri
ms
Studningi til Fiskivinnuna
Teir studningar ið Nevndin fyri Studningi til Fiskivinnuna, sam-
bært logtingslóg nr. 31 frå 29. mai 1985, åsetti 18. desember
1987, at galda fyri tíðarskeiðið 1
hendan broyting í studningunum.
Manningar-
studningur
Idnaðarfiskur veiddur
við smámeskaðum
botntroli
Fyri allan idnadarfisk landaðan í Føroyurr
2) Fyri allan idnadarfisk landaðan uttanlands
Tórshavn 30. desember 1987
Nevndin fyri Studningi til Fiskivinnuna
januar
Rakstrar-
studningur
31. mars 1988, er
Prísískoyti
skip og
manning