hósdagur 14. januar 1988síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 -— 14. januar 1988 A SOSidlUrin|
KUNNGERÐ
frá
Líkningarráð Foroya
um innlatingarfreistir av sjálvuppgávu
fyri 1987 fyri roknskaparskyldug
Við heimild í $ 105, 1. stk. í legtingslóg nr. 86 frá 1. september
1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum
ásetur Líkningarráð Føroya hesar freistir at galda fyri at lata inn
sjálvuppgávur fyri 1987 hjá persónligum skattgjaldarum, sum
hava roknskaparskyldu.
Seinasta freist fyri at lata inn sjálvuppgávu við roknskapi er
treytað av fødingardegnum, og eru freistirnar hesar:
Fødingardagur: Innlatingardagur:
01.01 —29.02 05. apríl 1988
01.03—30.04 02. mai 1988
01.05—30.06 01. juni 1988
01.07 — 31.08 01. juli 1988
01.09—31.10 15. august 1988
01.11—31.12 01. september 1988
Kommunala líkningarvaldinum/líkningarráðnum er tó heimil-
að, tá ið serligar grundir eru til tess, at longja freistina, sum
nevnd er omanfyri, í aumarkaða tíð. Treytin fyri, at freistin
kann verða longd, er, at skrivlig umsókn verður send til
kommunala líkningarvaldið/líkningarráðið áðrenn freistin er
úti, og at sjålvuppgåvur, roknskapir og ognaruppgerðir fyri
eldri ár eru innkomin til líkningarvaldið.
Frammanfyri nevnda freist er eisini galdandi fyri at lata inn
ognaruppgerð pr. 1. januar 1988.
Sjálvuppgávan er roknað fyri at vera innlatin rættstundis, tá
ið hon í seinasta lagi síðsta innlatingardag er fingin líkningar-
ráðnum ella latin í postin.
Um fullfiggjað sjálvuppgáva yvir inntøku er ikki latin inn
rættstundis, eins og frammanfyri er ásett, veður farið fram
samsvarandi reglunum í 8 104 í løgtingslåg nr. 86 frá 1.
september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni
broytingum.
Kommunala líkningarvaldið hevur sbrt 8 103, 3. stk. í somu
lóg heimild at áleggja 100 kr. í sekt um dagin um roknskapar
skyldug lata ikki roknskap og sjálvuppgávu inn til ásetta tíð frá
tí degi, at freistin er úti, og til roknskapurin kemur inn.
Tórshavn, 11. januar 1988.
Líkningarráð Føroya
ATLANTIC AIRWAYS
Kapping um búmerki
Sum kunnugt fer nýggja føroyska flogfelagið á flog síðst i mars
í ár. Vit meta tað av stórum týdningi at fáa eitt gott búmerki til
felagið.
Vit hava áður havt kapping um búmerki. Inn komu umleið
100 uppskot. Har eru fleiri góð ímillum. Tó einki sum nevndin
fyrilitarleyst er fallin fyri.
Ti hava vit gjørt av at royna einaferð afturat.
Merkið skal vera einkult og vakurt. Tað skal kanska ímynda
Føroyar ella okkurt føroyskt ella okkurt sum flýgur. Ella bæði í
senn. Ella felagið Atlantic Airways. Ella okkurt annað. Tað er
eingin avmarking í kappingini. Tó skulu føroysku litirnir helst
vera uppii onkursvegna.
Hóskandi stødd er A4.
Tað avgerandi er at koma við tí rætta hugskotinum. Dugir tú
ikki so væl at tekna, ger so bara eina skitsu. Tað ber altíð til at
fáa tað teknað liðugt aftaná.
Tann, sum kemur við uppskotinum, sum verður valt til bú-
merki felagsins, fær eina virdisløn uppá
kr. 10.000,00
Valt verður millum áður innsend uppskot og tey, sum koma
afturat. Nevndin skilar sær rætt til einki uppskot at velja.
Uppskot skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi
31.01.1988. Uppskotini skulu hava frámerki. Navn og bústaður
sendarans skal vera í afturlatnum brævbjálva, sum fylgir við
uppskotinum.
Uppskotini verða at senda til:
Atlantic Airways
c/o Eyðfinn Jacobsen
postsmoga 85
110 Tórshavn
PS. Vit hava savnað nakað av búmerkjum hjá oðrum flog-
felogum. Tað kann kanska geva víblástura at síggja hvussu
onnur hava gjørt. tey, sum hava áhuga, kunnu ringja til 12171,
so senda vit úrvalið við postinum.
nn"
| || Radiotelefoni-
| Kunngerð | skeið 7
| 1. | Husavørdur
3jørt verður kunnugt, at eftir prístalin- | Radiotelefoniskeið, VHF, byrjar
| um januar 1988 er | ya Sjómansskúla mánadagin 18. janu
| minstalønin kr. 11.000,00 um mánaðin | | ar 1988 kl. 1900. Provtøkan er ætlað at | rur eftir husavørdi, ið her
| on | | vera 26. januar 1988. | igving sum timburmaður, til løgt
3
minstivinningur kr. 832,57 um dagin
sið og løgtingsins ogn á Aarve
"Skipa-teleks »n sambært sáttmála Starvsm
|
| to fyri snelluveidu: hålvur minstuvinn |
| Í
| ; sc
inn | Í % iGSINS
Ngur | | Fyri fólk, ið framman undan hava gene >
Í relt radiotelefon isertifikat. byrjar skeið msoknir verða at senda
5 r 108 stovun!, Box 208, Aarvegur
Lønjavningargrunnur
Skipsfiskimanna
nad
ag In
5. jar
nnan 28. januar 1988
Í
Í
| Føroya Sjómansskúli = |
| ————— |
Síða 15
|
|
|
|
|