Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-02-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 1988síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Utgevari: P/f Sosialurin í Abyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn FOLKAFLOKSINS stavna- maður, løgtingsmadur, fólkatingsmaður, blaðstjóri og faktuelli um enn ikki for- melli leiðari er vanliga ikki erkvisin í skrift og talu, tá hann tekur ødrvisi hugsandi til viðgerðar. Hesin pá- standur okkara varð í hvussu so er prógvaður til fulnar við teimum hundrað við hansara ið vórðu lagd ar fyri Føroya rætt undir ti tals greinum navnamerki sakarmåli, sum fyribils end adi tysdagin. Hinvegin av dúkaði fyrst sjálv stevning in og síðani gil rættarvið gerðin hvussu ómetaliga erkvisin, smásárur og for fongiligur = sami stavna maður er, tá onnur hendingaferð rinda honum aftur við somu mynt, sum hann so ríkiliga letur ganga yvir síni veruligu og óveru- ligu mótstøðufólk. MEN hetta lata vit liggja í hesum umfari, tó at vit kundu unt stavnamannsins beundraraskara at uppliva hann á vitnisbonkinum sum angrandi, bótferduga og forfylgda óskyldugheit. „Mest forfylgda og mest út- spilta menniskja í Føroy- um«, ljóðaði einaferð við piprandi rødd — onkur sigst at hava sæð tár glitra í høgra eygnakróki. Nei, latum okkum heldur royna at lýsa blaðsins stóðu til úr- skurð og dóm: DÓMURIN varð fyrst og fremst ein moralskur sigur fyri Jan Múller og Jóannes Dalsgaard og tann skara, sum hevur åtikiå sær tann ótespiliga setning at av- Krisjan Dahl! Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Fyritaksstjóri Blaðfólk AU UU dúka fólkaflokkin og tann politikk fólkaflokkurin rek- ur gjøgnum stavnamann og Dagblað. Óli Breckmann er fólkaflokkurin og fólka flokkurin er Óli Breckmann alt annað er uttanumtos lótir og kávalæti. Hesin pá- standur varð eisini skjal prógvaður í rættinum. Men hvat gevur okkum rætt til at tosa um moralskan sigur hóast bót og mortifikatión? Jú, fyri tað fyrsta hetta, at Jóannes varð fríkendur fyri revsing og at skriving Óla móti honum av rættinum varð lýst sum »ondsindet« sterk dómaraorð væl nokk tey sterkastu til hend- an dag og sonn dómaraorð, sum dómaraorð nú einaferð eru! AÐRAR grundir til okkara moralska sigur kunnu verða nevndar: Rætturin gekk pá- standi okkara um, at Breck- mann verjir stjórnina í Suðurafrika, á meti. At rætturin so kemur til ta niðurstøðu, at Breckmann ikki verjir racismu stýrisins taka vit sjálvsagt til eftir- tektar vit polemisera jú ikki við rættin! Kunnu tó ikk bara okkum fyri at seta okkum sjálvum hendan spurning: Tá tað nú er alment viðurkent, at grund- leggjandi eyðkennið við stýrinum í Sudurafrika er racisman — nakað sum ger hesa stjórn ødrvisi enn allar aðrar stjórnir í Verðini — hvussu kann man verja hesa stjórn uttan at verja tað stødi, hon stendur á? Og víðari: Tað stóra erdur- gjald, sum stavnamaður og fólkaflokkur høvdu kravt Nr. 14 — 4. februar 1988 og hugsað sær til varð av ongum. Sakarmålskostnad- in, sum vanligt er at delikventurin rindar, noyð- ist stavnamaðurin sjálvur at leggja út. VIÐARI rætturin »ysærdeles kunnu vit visa å, at nýtir orð sum hårdhændet« »utiltalende« og »særdeles provokerende« um viðferð stavnamannsins av ødrvisi hugsandi UTTAN at vit å nakran hått skulu royna at taka Føroya rætt til inntøku, so loyva vit okkum at visa å, at hetta er sama orðalag, sum vit i Sosialinum vanliga nýta um skriving stavnamannsins. Hetta notera vit eisini sum ein moralskan sigur. ENDILIGA vilja vit á kreditt- síðuni notera, at sakin gav okkum høvi til at savna saman so at siga alla ta óflýggjaskriving, sum Dag- blaðið goymir frå 1974 til hendan dag. Hetta savn, »Félkaflokksiana«, er eitt einastandandi dokumentar- ium. Her hava vit alt, sum stavnurin hevur framleitt av líkum og ólíkum, vit hava ll krumspring fólkafloks- formannsins frá tí degi hann segði seg leggja sjógv til stavnin og til hann svølgdi hann vid húð og håri. Fyri tann, sum vil granska fólkaflokkin hansara kuvendingar, skarslop og opportunismu og hansara herferðir móti ødrvisi hugsandi, er »Følka- flokksiana« eitt satt gull- nám. Vit eiga av álvara at umhugsa at fáa hetta digra savn út til almenningin, so Føroya fólk alt sum tað er við sínum egnu eygum kann lesa alla ta óhumsku, sum fólkaflokkurin hevur borið føroyingum inn um dyrnar nú í tjúgu ár! MEN ar djómurin ein moralskur sigur, so kunnu vit tó ikki siga, at vit eru nøgd. Sjálvandi eru vit ikki fegin um bótina hjá Jan og vit harmast sjálvsagt um tað ikki eydnaðist okkara frágera advokati at sann- føra rættin um, at samband var millum stavnamannin og ljósskýggjandi donsku feløgini. Tað er ein spurn- ingur, um ikki tað er beint at umhugsa appel í hesum samanhangi. Vit fara at um- hugsa hendan møguleika við stórum álvarsemi og taka avgerðina saman við advokatum okkara. Men sum sagt eigur hesin møgu- leiki at umhugsast gjølla vid øllum ti hann inniber av eyka arbeidi, kanningum og rannsakan á leiðum, sum ikki allar eru líka tespiligar at fara um. TANN, sum vil hava alt grugg fólkafloksins upp, noyðist at røra leingi — líka til tað fer at rúka — íkki minst í teimum pottum, sum stavnamaðurin kókar á sínum mongu uttanlands- ferðum! MEN livst so spyrst — enn eru ikki allar súðir syftar og vit fara í komandi døgum at taka støðu til, um vit skulu syfta tær ella goyma tær til næsta umfar. JAMU/JD É[[——mmm———— &=—&& —=——————otjome——"j—