hósdagur 17. mars 1988síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tiðindablaðið
Í farnu viku varð skipað
fyri konsert í Norður-
landahúsinum. Á konsert
ini vóru fleiri av okkara
tónikalærarum., og
ætlanin er at skipa fyri
fleiri líknandi konsertum í
vár
Hetta verður gjørt sum
ein roynd at lata okkara
tónleikalærarar spæla fyri
almenninginum soleiðis
at hesir sera framkomnu
tónleikarar kunnu koma
okkara livandi tónleikalívi
til góðar. Tilsamans eru
32 tónleikalærarar, su
undirvisa Dørnum og ung
im kring alt landið
Olavur Hátún sum
starvast sum lands
musikkskúlaleiðari, er feg
in um, at hetta konserttil
takið nú er tikið upp, tí vit
eiga so nógvar kvalifiser
aðar tónleikalærarar, sum
eg haldi ell fólk í hesum
landi eiga at hava gleðina
av at hoyra, sigur hann
Fyrstu ferð, skipað varð
fyri slíkari konsert, var á
Giljanesi herfyri. Skjót
r send
Myndirnar eru frá kon-
sertini í Norðurlandahús
inum í farnu viku. Kalmar
tók
Nr
32
17. mars 1988
Málninga-
framsýning
Í dag letur Janus S
Serensen upp málninga
framsýning í Smiðjuni
Janus hevði sína fyrstu
framsýning fyri 10 árum
síðan, og hann hevur
higartil havt fýra fram
sýningar. Tríggjar teirra
hava verið í Smiðjuni og
ein í skúlanum í Trongis
vági
Janus S. Serensen hev-
ur sítt dagliga starv á
vatnverkinum í Havn
Tað er frítíðarítriv at
mála
Framsýningin verður til
sunnudagin Opið er
hvenn dag frá klokkan
16.00 til 20.00
EB
eee,