leygardagur 16. apríl 1988síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Heilsan frá
Kristiliga Lurtara-
og Síggjarafelag
Felagsins stavnhald er:
at virka fyri kristilig-
um sendingum í sjónvarpi
og í útvarpi
at styðja sjónvarp og
útvarp í góðum og semi-
ligum sendingum
— at mótarbeiða at sjón-
varp og útvarp verða nýtt
til ósemiligar sendingar
og annað, sum ikki er
kristnum siði og kristnari
trúgv verðugt.
Tað er kunnugt, at
styrkin hjá einum felags-
skapi liggur eina mest í
Tí ræður um, at so mong
sum meguligt standa
saman um at styðja tað
góða upplýsandi og kristi-
liga arbeiðið í fjølmidlu-
num
Men tað ræður eisini um
at gera vart við seg og
mótarbeiða tí illa og tí,
sum kann skaða sálarlívið
hjá fólki
Vit hava nógv gott at
bera bæði sjónvarpi og út-
varpi. Tey vísa sum heild
góðan vilja at fremja tað,
sum byggir upp. Men tí-
verri kemur eisini annað
tilfar, sum dålkar og skað-
ar, sum til dømis filmir, ið
sýna óhugnaligan harð-
skap, ondskap og siðloysi,
og segur við ljótum orðum
og illbenum.
Bern og ung, sum í eg-
num heimi fáa slíkt tilfar
sendandi inn í stovuna,
hava mangan lætt við at
taka eftir tilikum bæði í
orðum og gerningum. Tey
verða dålkad í sál og sinni
innanífrá, tí tað, tey
síggja og hoyra, festir rót,
nælir umsíðir og ber ringa
frukt. Tey varnast tað ov
seint ella kanska ongan-
tíð, hvussu ringt sáð tey
fingu heima í stovuni fyri
G
imennaåar pengar peng
ar, sum faðir og móðir eis
vóru við at gjalda
Tad eru tey, sum siga
júst við slíkari upplýs-
ing og uppaling verða tey
ungu betur før fyri at
skilja millum ilt og gott
Ormurin i Edens urta
garði fekk Evu at trúgva
hesum. Men tað var henni
til stóran skaða.
Tad illa og ljóta og
skitna hevur allar tíðir
verið til staðar. Tað er
Læknavaktirnar
Tórshavn: Kaj Kalls-
berg, tlf. 13150,
leygardag og Annika
Olsen, tif. 17700
sunnudag
Eysturoy: Magnus å
Stongum, tlf. 23006
leygardag og Poul
sum illgresið, id veksur og
ber beiska frukt. Skilagóð
foreldur leiða ikki barnið
gjøgnum eitt runudiki fyri
at læra tað, at tann vegin
eigur tað ikki at ganga. So
ber heldur ikki til at seta
tað framman fyri einum
skitnum filmi fyri at geva
tí reina og rætta uppaling.
Útvarp og sjónvarp eiga
at vera tænandi andar í
fólkinum. Tey eiga at
hjálpa foreldrunum í
teirra mangan harða og
tíðarkrevjandi tilveru at
sáa gott sáð í barnið. For-
eldur eiga at kunna líta á,
at fjølmidlarnir, sum tey
sjálv rinda fyri, ikki senda
falska mentan inn í heimið
til børn, ung og vaksin.
Fjølmidlarnir eiga at
koma við tí góða fyridømi-
num.
Tað er hetta stavnhald-
ið, Kristiligi Lurtara- og
Síggjarafelag stevnir
ímóti.
Við at gerast limur í fe-
lagnum hjálpa tygum fe-
lagnum at halda hetta
stavnhaldið. Samstundis
hjálpa tygum bæði út-
varpi og sjónvarpi at
senda góðar og gagnligar
sendingar inn í heim okk-
ara.
Nú í hesum degum
sendir Kristiliga Lurtara-
og Síggjarafelag girokort
til limirnar við kravi fyri
ársgjaldið. | Samstundis
loyvir felagið sær at senda
girokort í hvert hús í
landinum. Hetta verður
gjørt fyri at fáa felagnum
fleiri limir og fyri at tyg-
um, sum lesa hesa heilsan-
ina, eisini nú skulu fáa
hevi til at gerast limur,
um tygum ikki eru limur
frammanundan. Felagið
vónar at fáa nógvar
nýggjar limir á henda hátt
afturat teimum gott 1500,
sum nu eru.
Arsgjaldið er tað sama
fyri hjún sum fyri einstak-
ling. Minnist tí til eisini at
skriva navnið á hjúnafe-
laga tygara á girokortið -
tit verða so bæði limir fyri
eitt og sama årsgjald á
hverjum ári.
Felagsins vegna
Johs. Andr. Næs
Olsen, tlf. 47010,
sunnudag.
Norðuroyggjar:
Steingrímur Weihe,
tlf. 55300
Vágar: Tlf. 32413
Suðuroy (norður)
Tlf. 71560
tArmAnhlo Al
itt ljós
á
gøtu mint
Ein nyggjur skapningur
„Um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapning-
urk; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nytt.« (2.
Kor. 5,17).
Í sameiningini við Kristus í trúnni fer stersta um-
skifti fram í einum mannalivi her á jørd. Umskift-
ið er hetta, at Kristus tekur alt mítt og títt á seg,
og tú og eg fáa alt hansara í staðin.
Í trúnni fær syndarin lut í allari frelsu Krists,
og Kristus tekur alla hansara synd, skuld og neyð
á seg. Loyndarmálið er hetta, at trúgvin sameinir
syndaran og Kristus, og í hesi trúarinnar samein-
ing fer hetta undursama umbýtið fram: at
Kristus í góðsku síni og náði tekur ímóti okkum
og allari syndaskuld okkara og gevur okkum í
staðin fyrigeving syndanna, frelsu og bjarging,
ja, ta lívssælu náðigávu, sum er eitt ævigt lív í
Kristi Jesusi, Harra okkara.
Við trúnni er syndarin eins og fluttur inn í
hjarta Kristusar. Hann er vorðin sameindur í ein
inniligan lívsfelagsskap við Kristus.
Martin Luther skrivar um henda inniliga fe-
lagsskapin millum Jesu Krists dýrt keyptu brúð-
ur og himmalska brúðgóm hennara og heldur fyri,
at »tad liggur stór megi goymd í hesi læru um
sameining teirra trúgvandi vid Kristus«. Luther
kallar hesa læru „ta sonnu, kristnu høvudslær-
una, ið bert kann ásannast í Andanaum við trúnni
á Guds orå«.
Við trúnni ert tú í Kristusi — og Kristus í tær!
Tann trúgvandi kemur alt frá frelsunnar fyrsta
degi inn í eina loyndarsama sameining við hin
krossfesta og upprisna Jesus Kristus. Kristus
kemur til okkara gjøgnum Guds heilaga Orð, og í
somu letu, vit taka ímóti hesum orði í trúgv, sam-
einir trúgvin okkum við tann, orðið vitnar um,
nevnliga Kristus og alla frelsu hansara.
Og satt er tað, at »Hetta loyndarmálið er stórt;
men eg meini vid Krist og kirkjulidid«. (Ef. 5,32)
Ti sigur Luther eisini, at sameiningin vid Krist-
us er og verður eitt loyndarmål, stórt og óskilj
andi, men kortini so sera undursamt!
Ja, undursamur og dyrabarur er hesin sann
leiki, at i trånni er syndarin fluttur inn i hjarta
Kristusar, og ti er hann komin i ta fullkomuliga
nýggju livsstødu, at hann er vorðin ein nýggjur
skapningur — hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið
nýtt!
Ja, í trúnni ert tú vorðin ein nýggjur skapning-
ur — endurfeddur við Guds livandi orði og Anda.
Alt títt gamla, syndafulla lív hevur Kristus tikið
á seg. Tú fært loyvi at byrja av nýggjum. Alt er
vorðið nýtt. Tú ert í Kristi Jesusi, og hann er í
tær. Alt hetta er títt í trúnni!
Tí kunnu vit av hjarta siga, at »So er tå nú
eingin fordeming fyri tey, sum eru í Kristi
Jesusi«. (Róm. 8,1).
Gud meg gjøgnum Kristus sær,
Mina synd ei minnist mær,
ti hon sekt er væl í nådarinnarhav. (Hms. 454)
P.J. Sigvardsen
Nordoya Listafelag
Framsýningin í Býráðshúsinum i Klaksvík er op
in leygardag og sunnudag kl. 14.00--17.00 í mars
og apríl
Nr. 43 — 16. apríl 1988
Gudstænastur 2. sunnudag eftir páskir
Havnar kirkja: Axel Tórgarð
Vesturkirkjan: Hegni Poulsen
Kaldbak: Hans J. Joensen, altargongd
Kvivik: Marjun Bæk kl. 12.00
Funningur: Emil Olsen kl. 12.00. Talvan gongur fyri
Guds orås bodan
Gjógv: Ejvind Vilhelm kl. 12.00. Talvan gongur fyri
Guds orðs boðan
Oyndarfjerður: Peter Petersen
Leirvík: Torkil Beder, altargongd
Klaksvík: Jákup Kass og Elsa Funding
Hvannasund: Jógvan Johansen kl. 12.00
Svínoy: Jógvan Johansen kl. 18.00
Mykines: David Johannesen kl. 12.00
Gásadalur: David Johannesen kl. 20.00
Øravik: Jónsvein Bech kl. 12.00
Porkeri: Bjarni Bæk kl. 18.00
Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00
Sumba: Birgitte Johanneen kl. 12.00
Konfirmation
Sunnudagin 24. april kl. 12.00 hevur Axel Tórgarð kon-
firmatión i Nólsoyar kirkju
Hesi verða konfirmerað: Seren Poulsen, Niclas á
Skúr. Aksel Joensen, Reidar Jacobsen, Henrik Jensen,
Hallur Danielsen, Camilla Poulsen, Arnbritt Johansen,
Annika Gulklett og Ann-Mari Hansen, øll úr Nólsoy
KFUK
Limafundurin í morgin er fluttur til hósdagin 12
mai
Samkoma teirra eldru v. prestafólkunum Tór-
garð verður mánadagin kl. 15.00
Ungmannadeildin metir mánakveldið kl. 19.30
Losjan Støt Viljen
Magnhild Andreasen vísir ljósmyndir og sigur frá ferð á
Sri Lanka mánakveldið kl. 20
På X 11. april fingu Johanna
.. og Jóannes Dahl, Norð-
5 b skála, ein son
, 12. april fingu Ann Ru-
beksen og Jørgen Jørg-
ensen, Torshavn, ein
son
12. april fingu Jana og
Egil Dalsgaard, Tors-
havn, ein son.
12. april fingu Asta og
Olavur Poulsen, Hoy-
vik, eina dóttur
29. mars fingu Ester og
Jákup Simonsen,
Klaksvík, eina dóttur
13. april fingu Gunver
Ehlers, Servágur, og
Harald Poulsen, Mið-
8. apríl fingu Mou- vágur, eina dóttur.
rentsa og Manbjern í
Grund, Sydrugøtu,
eina dottur.
14. april fingu Anna og
Hans Poulsen, Runa-
vik, eina dottur.
10. april fingu Mary-
Jane og Bergur á
Reynatreð, Runavík,
eina dóttur
15. april fingu Annika
og Simun á Kinn,
Strendur, ein son.