Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-04-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. apríl 1988síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tóroddur Poulsen: Heilagt krigg. Yrkingar. Mentunargrunnur Studentafelagsins 1988. 47 s. kr. 80 »Heilagt kriggj« fer ikki varisliga vid lesaranum, tað hevur Tóroddur Poulsen jú aldrin gjert, men her íður í myndum, upplivingum og hugfyllu. Alt er ikki líka pent, tað er tilveran heldur ikki. Yrking- arnar snúgva seg um at vera til, nú. Hevðuðsleikari er eg og tey truplu viðurskiftini hjá honum við umheimin. Umheimurin hevur sína avgjerdu fatan av. hvussu verðin er skipað, og hvussu okkara leiklutur eigur at vera. >Ég“ hevur ikki stóran hug at vera við í hes- um spæli, og demir tú eftir titlunum á teimum báðum fyrstu yrkingunum, so er hann skjótt skúgvaður til viks. Tann fyrsta eitur »Entré« og tann næsta »Exil«. Valla er hann komin upp í leikin, áðrenn hann er úr honum aftur. »Entré« er annars stak hóskilig sum inngangsyrking. Hon vísir til syndafall- ið: „hina ferðina / tá tíni eygu // gjørdust mini«. Menniskjan gjørdist tá var við seg sjålva og umheimin, fekk lut i Guds innliti. kom inn í heimin. Tann persón- liga koman og tann hjá mannaættini verða á henda hátt javnsettar. Utlegdin, sum alt fyri eitt gerst veruleiki, er í stór- an mun í tær sjálvum. Mótsetningarnir eru partar av okkum, og tað er ikki bara at siga tað, at vera steðufastur: »eg eri mín egni fuglur / ið flýggjar frá hita og kulda«. Skulu vit fáa grið, må stórliga takast til: »i dag skal djórið i mær doyggja / so eg kann verða lukkuligur sum luftin blåa«. Øll girnd má drepast, skulu vit binda frið. Einki er at gera utt- an at gelda, men um somu tíð fer lívs- neistin, og tú gerst lukkuligur í kenslu- loysi Lætt er ikki at fáa hald á tilveruni og í »Vén« verður sagt, at hetta bert ber til retrospektivt, t.v.s. tá tú lítur aftur. Frameftir er ikki soleiðis at síggja og nú- tíðin er ein flekja. Tað fæst bert greiði á tankunum aftureftir. Tittulin hinvegin peikar frameftir, men er júst bert eitt hop og ikki vitan. Hvussu steðisleysan hevundin kennir seg verður orðað í »Ongastadni«. Alt er í rerslu, sjálvt tað fasta flytur seg, »stødufuglurin / stingur av«, og grund- stuðulin, nalvastrongurin, heimið: »hongur / í vindinum«. Hansara steði hongur ikki bert í leysari luft, tað melur í lotinum. Munurin millum fyrr og nú, millum barnið og tann vaksna, verður lýstur í >Tú andar«: tú andar á glasið sær teg sum barn á strondini tá var tú tín egni eygnasteinur og sjónarringurin tín spegil í dag ert tú ein standmynd sum ynskir sær veingir ið kunnu sveima yvir aldurnar iva meðan títt oydna smil hvervur inn í mjerkan Sum barn ert tú tann náttúrligi mið- depilin, meðan tú seinni kennir teg sum stanámynd, t.v.s. uttan møguleika at flyta teg, skerfastur og uttan yvirlit. Sum barn hevði sjónarringurin ongan tydning, tú vart sjálvur alt. Sum vaksin hevur tú mist hetta álit á sjálvum tær, men títt innlit kennist ikki sterri. Heid- SF SOSÍGÍUPiN ur evugt og í nánd av tí klassisku, at tú ert vorðin greiður yvir, at tú einki veitst. Yrkingin tekur við har tú'ið andar á glasið, og hon heldur síðani fram við andsteðuni barn / vaksin. Hon endar tó aftur hjá glasinum, har smílið >hvervur inn í mjørkan«. Mjørkin kann bæði les- ast sum tilverumjerkin — reglurnar frammanundan snúgva seg júst um hetta — og so tann, sum tú hevur andað á glasið. Í aðrum erindi stendur, at tå hann var barn var »sjånarringurin tin spegil«, nå er glasid tad. Ein ikki små- vegis avmarking er farin fram. Glasið, haldi eg, kann lesast upp á triggjar ymiskar måtar. Tann fyrsti er, at tað er rútaglas, og tað er oftast tað, ið andað verður á. Annar er, at tað er ein spegil, og tað hóskar væl við, at hann frá at hava allan sjónarringin sum spegil, kann sita og glea at sær sjálvum. Tann triði meguleikin er, at hann situr við drykkjuglasið, og tað hevur jú fitt av assosiatiónum við sær. Ein yrking skal ikki handfarast alt ov harðrent, so allir meguleikarnir kunnu sum einki vera til staðar um somu tíð. Spennandi er eisini yrkingin »Møti«, ið er sett saman av spurningum og sver- um. Fyrst skal eggið greiða fuglinum frá, hvussu samanhangurin er, síðani vil moldin hava at vita, um maðkurin verð- ur verandi, og at enda vil havið vita, hvar skýggið hevur verið og fær hetta svar: »har allir spurningar metast svaraði skýggið og rak vidari«. Skýggið hevur nevnliga verið í havsbrúnni, har himmal og jerð hittast. Yrkingin knýtir neyvt samband millum myndirnar: fugl- urin og eggið, tann myrka moldin og maðkurin, havið og himmalin. Tað stóra og tað lítla, livandi verur og foldin, alt glíður saman. Sjálvsagt eru eisini yrkingar í »Heilagt kriggj« sum bera á brá tær snerkjandi og spotsku úr teimum und- anfarnu sevnunum, men eisini vakrar og enntá varliga vónríkar, hóast treytirnar ikki eru mildar. Ein tílík yrking er >Uppi har«: hóast einfeldin bidar å okkara varrum elski eg fløkjuna i tinum håri i vindinum å føroya hægsta fjalli ivast vit hvussu langt frå hverjum eðrum vit skulu fara men eg vil vera allastaðir og tú syngja á steingetunum um grýtuta lendið tú sá í mínum andliti sum tú kysti sum havið uggaði teg har heima bíðar tín bróður tær við skornari lívæðr innistongdur ikki sum vit undir himmalinum einfeldin er ikki til so langt upp! og niðri sum nú t djihad Her eru lukka og vanlagna i somu yrk- ing. Á ein bógvin er kærleikslukkan og á hin trupulleikar og vónloysi innan familjuna. Annar parturin vil ein vegin og hin ein annan. Og seinasta erindi tekur saman um mótsetningarnar, og »uppi« og »nidri« vísir í fyrstu atlegu til kenslurnar, hvussu steðan er á tí persón- liga økinum. Men yrkingin fer fram á »føroya hægsta fjalli«, so har er eitt brigdi afturat. Fyrstu reglurnar sipa ivaleyst til stuttu yrkingina hjå Christiani Matras: »Einfeldin í orðum / bíðar eftir okkum ið yrkja // Finna vit hana?< Tað er hend- an sama einfeldin, ið kanska finst á yrkj- araøkinum, sum hevundin vísir frå sær, tá tað snýr seg um tað veruliga lívið. Inngangserindið flytir seg lættliga frá einfeldini í orðum til flekjuna í hárinum á unnustuni og hjá hesari til fløkjuna í lívi teirra. Seinasta erindi ger á sama hátt. Flytir seg frá fjallahæddunum til tær samsvarandi í tilveruni — og lægd- irnar við — og lokar av við eins og í fyrsta erindi at taka um einfeldisendan. Yrkjarin hevur ikki — tó at tað tykist, at hann fegin vil — gjørt seg leysan av Gudi. Hann ber hann í heilum upp á mál, háðar og speirekur hann eitt sindur, sum her i »Kvøldmåltid«: gud setur luftina á borðið / vælgagnist mínir bóðu bendir< Tað er ikki altíð, at hann trýr upp á Guds markleysa kærleika til mannaætt- ina, men um yrkjarin vil ella ikki, okkara seguligi trúnaðarligi karmur er honum ein veruleiki. Ein sálmur er ein lovsongur til Harr- an, og »Sålmur« eitur yrking, sum ikki er eiti á lovsongur. Í fyrsta erindi sigur yrkjarin, at hann ikki vil sparka dyrnar inn hjá Guði »bara tí min elskaða / er rýmd frå mær / og mínum oråum«. Í ødrum erindi skulu hendurnar ikki bløda av Guds rúti, bara tí skuggin ikki vil fylgjast við honum longur. ..ftaná at hava gjert vart við, at hóast tann elsk- aða ikki vil fylgjast við honum, og hóast hann ikki vil fylgjast við sær sjálvum, so ætlar hann ikki at ákæra Gud. I triðja og seinasta erindi setur hann so hesa hóttan fram: men eg vil heingja meg í tínum skeggi gud um tú kemur til mín og sigur við meg at eg skal liva Hann kann tola næstan alt, og eins og Job vil hann ikki kasta Harranum fyri sínar líðingar. Men verður hann demdur at liva, uttan meguleika at sleppa und- an, tå er ovboðið. »Bræv frá sjúkum barni« rør fram undir hetta sama, at frá- segumaðurin er ræddur fyri at verða stongdur inn í lívinum, uttan meguleika at flýggja. Tað er deyðin, sum ger lívið tolandi. Inngangsyrkingin æt »Entré«, javn- svarandi eitur seinasta yrkingin »Sortie«. Fyrsta yrkingin nertur við ald- ingarðin og syndafallið, og har í nánd eru vit aftur nú. Yrkingin sigur frå kær- leiksparinum, ið gloymir alt uttandura, og ástarleikurin verður lýstur við hesum orðum: »og vit fyltu / okkum við gudi« Aðrenn stendur, at altartalvan — t.v.s. tann lógfesti kristindómurin - »øvundadi / bróst tini«. Gjogvin, sum er imillum tann gudaborna åstarleikin og ta reglusettu samfelagsfatanina ber við sær, at tey elskandi mannabørnini veråa biakað ut: áðrenn fólkini uttanfyri garðin bóru okkum út við høvdunum báðum móti eystri og vestri At tað stendur, at tað eru fólk »uttan- fyri garðin“, sum koyra tey út, kann bæði vera ein ábending til aldingarðin, har tey ikki sleppa at vera fyri teimum, sum standa uttanfyri og harvið ein sam- binding við fyrstu yrkingina í savni- num. Parið sleppur ikki at vera í grið við teirra lukku, og eins og ein sameind vera við tveimum hevdum, androgyn vera, verða tey borin út. Tey sleppa ikki at vera eitt, og hevdini og harvið kropp- arnir venda sum kirkjan: eystur-vestur. Heimurin er ótryggur, alt flýtur, og einans tað farna er víst. Fuglurin verður nýttur sum mynd av, at alt flytur seg — sjálvt steðufuglurin. Yrkjarin er á trem- ur av ákoyrandi kenslum, ið hava ilt við at anda. Fittur partur av yrkingunum eru fáorðaðar, men fyri tað innihalds- ríkar og í rámandi málbúnaða. Í nógvum yrkingum fer eitt spæl fram millum tittul og innihald. Stundum er tittulin ein dýping av innihaldinum, og stundum stendur hann í andsegn til hetta, men í báðum førum er hann ein viðmerking. Tað heilaga kríggið er tilverubardag- in, bardagin við Gud og gudsfatan, bar- dagin móti stikum og reglugerðum, sum samfelagið kroystir inn á teg, og loksins: bardagin við teg sjálvan. Í hesum degum ber ikki annað til, enn at ein tittul sum „heilagt kriggj« fær í. g at hugsa um Djihad (islamiskt heilagt kríggj). Um hevundin hevur havt nakrar hugsanir tann vegin er ilt at síga, men líkleikar eru. Í báðum førum hevur tað trúnaðarliga stóran týdning og í báðum førum setur tú teg sjálvan i veð. Munurin er tann, at í eðrum ferinum hevur trúgvin alt at siga og einstak- lingurin einki, og í hinum er einstak- lingurin alt. Gud, umheimurin, hending- ar, alt er ella fer fram í mun til ein- staklingin. Jógvan Ísaksen AG RR i 2 | SA