fríggjadagur 20. desember 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
31
Bert 16 ára gomul gjørdust
Alexandra og Páll góð við hvørt
annað - og nú, smá 70 ár seinni, eru
tey eins góð og tá
Tey vóru bara 16 ára gomul, tá tey gjørdu av, at tað
skuldi vera tey bæði. Og enn, nú bæði hava fylt 86 ár,
eru tey eins góð við hvørt annað, sum tá tey fyrst
hittust. Hóast sjúku og høga aldurin eru Alexandra og
Páll á Dul tvey virkin fólk. Minnið er gott; tey fylgja
væl við og hava stóran áhuga fyri
samfelagsviðurskiftum.
- Nú eru vit gomul, men vit eru meiri bundin at
hvørjum øðrum enn nakrantíð. Vit styðja okkum til
hvørt annað, og vit kunnu siga, at vit hóska væl saman
og hava somu áhugamál, siga Alexandra og Páll
FÓLK Á LEIÐINI
Rúna Sivertsen
Alexandra fylti 13 ár tann dagin,
Páll sá hana fyrstu ferð. Hann
varð sendur í barnaheimið hjá
henni við einum pakka, og tey
bjóðaðu honum inn til ein
drekkamunn.
Páll minnist einki til nakað
forelskilsi tá, men hann var eisini
bara 13 ár sjálvur, so tankar
hansara hava helst snúð seg um
onnur ting.
Góð trý ár seinni kom Páll til
Klaksvíkar at arbeiða á posthús-
inum. Tá var hann blivin 16 ára
gamal. Ikki gekk long tíð, so
rann saman millum tey bæði,
sum tá stóðu í ungdómsins fagr-
asta blóma.
Í 1939 fóru tey bæði til Dan-
markar; Alexandra fór á húsar-
haldsskúla og Páll at lesa løg-
frøði. Alexandra og Páll
vóru millum tey mongu, ið
ikki sluppu heimaftur, tá
kríggið brast á. Tey giftust 24.
september 1941 í
Keypmannahavn og vórðu
búgvandi niðri í 10 ár.
- Tá kríggið brast á, vóru vit
mong, ið royndu at sleppa til
Føroyar um Háland. Men Háland
var eisini hersett, so har var einki
at gera. Vit máttu pent verða
verandi
í Danmark,
greiða tey bæði frá.
- Men hóast kríggj var, so
vóru vit ongantíð svong. Dan-
mark mundi helst vera tað land-
ið, sum var frægast fyri undir
krígnum, sigur Páll.
Eftir at hann hevði tikið prógv
sum løgfrøðingur, fluttu tey
heimaftur til Føroya.
Ein dagin hann var í Klaksvík,
hevði hann eini ørindi á skriv-
stovuni hjá Kjølbro. Tá spurdi
Kjølbro hann, um hann vildi
koma í starv har. Páll visti ikki
rættiliga, hvat hann skuldi svara,
og Kjølbro bað hann geva sær
stundir at hugsa seg um.
- Satt at siga, so átti eg ikki
nógvan pening eftir árini við
lestri í Keypmannahavn, so tað
var freistandi at taka av hesum
tilboði, har lønin var góð, og vit
fingu frían bústað, sigur Páll.
- Eftir at eg hevði tosað við
Alexandru, gjørdi eg av at taka
av tilboðnum, og vit búsettu
okkum í Klaksvík.
Í 1965 bygdu tey egnu hús
síni, sum liggja nær samkomuni í
Betesda, har tey øll árini hava
havt sína dagligu gongd.
Trúfastir samkomustuðlar
Vit sita í hugnaligu stovuni í
heimi teirra á Biskupstøð. Tað er
fyri tað
mesta Páll,
sum førir orðið.
Tá eg komi inn,
sigur Páll skemtandi.
- Tú, eg veit
ikki, um Alexandra skal vera
hjá.
At Páll hevur mest at fortelja,
er kanska ikki so løgið, tí hann
er tann, sum hevur arbeitt úti,
meðan Alexandra øll árini hevur
tikið sær av húsi og heimi.
Tó, eitt skifti meðan tey búðu
niðri, seymaði Alexandra fyri ein
klædnahandil í Keypmannahavn.
Spurd, um hon hevur saknað
at arbeitt úti, sigur hon:
- Eg kundi ikki hugsað mær at
arbeitt úti, eg havi havt nóg
mikið at tikist við heima.
Og nóg mikið man hava verið
at tikist við, tí til fyri fáum árum
síðani hýstu tey nærum øllum
útlendingum, ið komu til Klaks-
víkar at halda møtir í samkomuni
í Betesda.
Teir eru ikki so fáir enskir
trúboðarar, ið hava gist hjá teim-
um gjøgnum árini.
Gestabók til trúboðarar
Einaferð gav Fía, kona Eliesar
Poulsen - tað vóru tey, ið høvdu
Thule bókhandilin - teimum eina
gestabók, bara ætlað útlendskum
trúboðarum at skriva í.
Í henni sæst, at um 50 ymiskir
trúboðarar hava búð hjá teimum.
Ein av teimum, Robert
McLuckie, hevur gist hjá teimum
heilar 22 ferðir.
Alexandra sigur, at hon hevur
So hugnaligt og so fagurt er
Alexandra og Páll á yngri árum saman við børnunum, Sáru, Maritu og Agnar
notið at havt gestir, og at hon var
von frá barni av at hava enskar
trúboðarar búgvandi.
- Eg dugi so mikið av enskum,
at tað kann brúkast til húsbrúk,
sigur hon flennandi.
- Vit høvdu góðar umstøður at
hava útlendskar trúboðarar búgv-
andi, tí vit dugdu enskt og nakað
av týskum eisini, leggur Páll
aftrat.
Tá Páll var um 35 ára gamal,
byrjaði hann at tulka, tá enskir
trúboðarar komu at halda møtir.
- Eg kendi ongantíð talurnar
frammanundan, tí eg vildi ikki
binda talaran, sigur hann.
Hann sigur, at hann bara visti,
hvat evnið var og hvørji
bíbliuørindi, talarin ynskti at
lesa.
Gentan metti Páll sum ein
prest
Páll hevur alt sítt lív verið sera
virkin í samkomuni. Sjálvur
sigur hann, at sunnudagsskúla-
arbeiðið hevði hansara stóra
áhuga. Í samkomuni í Betesda
hava Alexandra og Páll havt sítt
fasta pláss á fremsta bonki.
At Páll hevur havt stóran
týdning fyri samkomuna, er
henda fitta søgan, sum er um 30
ára gomul, eitt dømi um:
Ungur vikarur hevði ein av
smærru flokkunum í føroyskum.
Hann segði tá við eina av smá-
gentunum, sum dugdi sera væl at
lesa: "Tú lesur sum ein prestur".
Tá var gentan kvik at svara:
"Nei, eg eri babtist, so tað má
heldur sum vera Páll á Dul".
Í útvið 40 ár var Páll sunnu-
dagsskúlalærari, fyrst í Havn og
síðani í samkomuni, har tey
savnaðust, meðan tey búðu niðri.
Tá tey í 1949 fluttu heim til
Føroyar aftur, fall tað heilt
náttúrligt hjá Páll at hjálpa til við
sunnudagsskúlanum í heima-
samkomuni.
Vuksu upp undir ólíkum
umstøðum
Alexandra og Páll vuksu upp
undir ólíkum umstøðum. Meðan
hon vaks upp í einum keypmans-
og reiðaraheimi, vaks hann upp í
einum heimi, har eingin pápi var
at breyðføða familjuni.
Páll var bert 7 ára gamal, tá
hann misti pápa sín.
- Vit vóru 9 systkin, og vit
sluppu ikki at liggja á tí løtu
síðuni, sigur hann.
Hann sigur, at tey máttu øll
arbeiða fyri at lívbjarga familj-
uni.
- Tá eg gjørdist vaksin, ynskti
eg at sleppa til skips, men tað
vildi mamma mín ikki, sigur
hann.
Hóast mamma teirra gjørdist
einkja við so stórum húsi,
eydnaðist øllum systkjunum hjá
Páll at fáa góðar útbúgvingar.
Mamma Páll var útbúgvin
lærari, men tá sluppu tey, sum
hoyrdu til frísamkomurnar, ikki
at undirvísa.
Páll var millum tey fyrstu, sum
tóku studentsprógv í Føroyum.
Áðrenn tað, hevði bert verið
latínskúli her.
Alexandra er fødd 5. august
1916, dóttir Sáru og Jens
Clæmint Isaksen í Klaksvík. Páll
er føddur 25. apríl sama ár og er
sonur Agnas og Jógvan Jensen.
Alexandra og Páll eiga trý børn;
Sáru, Agnar og Maritu. Agnar
býr í Klaksvík. Sára og Marita
eru búsettar í Danmark. Og
familjan øktist í hvørjum.
Barnabørnini, sum eru 9 í tali,
hava nú sjálvi fingið tilsamans
14 børn.
- Jú, vit hava sanniliga nógv at
vera takksom fyri, siga tey bæði
at enda.
Kvøða til føroyingar og Føroyar
Nú tey eru vorðin gomul, ynskja Alexandra og Páll at bera landsmonnum
sínum hesa kvøðu
Sum føroyingar kunnu vit við treysti líta frameftir. Vit
liva í tí besta og vakrasta landi í verðini, so vakurt,
sum vit hava tað frá hond Skaparans.
Vit hava eitt gott umhvørvi við reinari luft og
reinum sjógvi. Vit hava eitt ríkt tilfeingi, bæði á sjógvi
og landi, og vit eiga dugnaligt fólk, sum kann
handfara tað tilfeingið, Skaparin gevur. Eisini eiga vit
fólk við áræði, sum tekur nýggjar uppgávur við
útrættum armi og sterkari hond.
Vit liva í einum landi, har orð Guds hevur frítt at
fara, og myndugleikar okkara leggja ikki forðingar
fyri, at orð Guds kann boðast, bæði úti og inni,
millum børn og vaksin.
Eisini hava vit Bíbliuna á okkara móðurmáli í
tveimum týðingum.
Árini eru vorðin mong hjá okkum; vit eru bæði 86
ára gomul. Tíðirnar hava verið skiftandi, men nú vit
líta aftur um bak, so hava vit ómetaliga nógv at vera
takksom fyri - fyri frelsu á ungum árum og signingar
frá Honum, ið øllum valdar.
Alexandra og Páll enda við at taka undir við vakra
sálminum hjá Fríðriki Petersen, prósti sála; "Eg
oyggjar veit," har hann endar hvørt ørindi við at siga:
"GUD SIGNI MÍTT FØÐILAND FØROYAR".
Hvønn einasta morgun, síðani tey giftust, hava Alexandra og Páll lisið ein kapittul í Orðtøkunum saman. Hvønn
seinnapart sita tey í lítlu lesistovuni við hvør sínari bók. Alexandra sigur, at hon á gamalsaldrinum er farin at lesa
nógv. Tá hon var yngri, helt hon seg ongantíð hava stundir
Páll er óføra húsligur. Her borðreiðir
hann fyri Alexandru, sum er vorðin illa
gongd eftir eitt fall fyrr í ár
C
M
0