Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-05-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. mai 1988síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

kavDatastøo SO lítið verdur og so jånkasligur er hin føroyski fólkaflokkurin hann at tað uttan nakað hóvasták eydnad ist einsamallum manni fullkomiliga at hamskifta flokkin. Hetta hendi, tá flokkurin sjálvboðin læt seg neyð taka av stavnamanninum og kom andi toppfavoritti til formanssessin í flokkinum, í spurninginum um steðu Føroya til hernaðarligar samgongur og hernaðarligt virksemi í Føroyum. Frá at vera í parti við restini av Fer oya fólki og taka undir við samtyktu- num um, at land okkara ikki skal vera leikpallur hjá fremmandum hertjóð- um, eydnaðist tað Óla Breckmann og hansara fanatisku fylgisneytum at fáa ein heilan flokk at broyta stødu 180 stig. Við tí úrsliti, at flokkurin í dag einmælt gongur inn fyri, at lítla oyggjaland okkara skal gerast virkin limur í NATO við teimum skyldum. sum hetta nú einaferð inniber. Vit skulu gerast ein av týdningarmestu skansunum hjá hesi hernaðarsam gongu. FLOKKINUM líkt hevur hann tó í nýggju stevnuskrá síni tikið eitt fyri- varni, nevniliga hetta, at vit føroying ar skulu ikki ganga inn undir her skyldu. Nú tað verður so nógv tosað um avvåpnad, er tað ikki »in« at vilja lata síni børn í hermannabúna. Hetta veit fólkaflokkurin og tiskil — nú tað stundar til legtingsval — hevur hann tikið hetta við í stevnuskrá sina. MEN hverja orsek hevur so tann van- ligi veljarin til at trúgva hesum, nú hann hevur sæð, hvussu sami flokkur so fullkomiliga hevur Kuvent frå síni gomlu stevnuskrá! Tá tað aftur verð ur opportunt at broyta stevnu- skránna hjá fólkaflokkinum, ger stavnamaðurin tey pennastrok hon- um lystir. EINGIN ivi skal vera um, at fremsta ynski hjá stavnamanninum er at al- brynja okkara ungu fólk til heilagt kriggj móti teimum mongu figgind- um, sum hann sær allastaðni kring seg. MEN hví yvirhevur gita um ætlanir og tankar hansara, tá vit ístaðin kunnu lesa og hoyra hansara úttalilsi í fjølmidlum — svart uppá hvítt. Fyri ikki so nógvum degum síðani kundi eitt blað í Hetlandi bera okkum tey tíðindi, at Óli Breckmann skal hava skotið upp at selja land okkara til NATO, so teir kunnu byggja eina kav- båtastød her. Og var tað nakar, sum gjørdist kløkkur!! Utgevari: P/f Sosialurin > Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk Høgni Djurhuus Randi Jacobsen finn Senitt ET IKKI EIN tann einasti fólkafloks maður ella -kvinna hevur átalað slíkt uppskot. Tað er bara ikki til at skilja, at ein heilur flokkur skal lata ein av fremstu politikarum sínum sleppa at spæla soleiðis við slíkum álvarsmál um. Taka veruliga øll fólkafloksfólk undir við slíkum »gale-matiasi« slíkum ørskapi — at bjóða land okk ara út til útlendskt hervald — til kav båtastød!!! Ganga tit veruliga øll inn fyri, at tykkara eftirkomarar heldur enn at skula vinna sær til lívsins uppi hald við fiskivinnuni og aðrari natúr ligari vinnu skulu til at tæna hjá út lendskum kavbátahervaldi her á oyggjunum! OG hvat siga hinir flokkarni! So legið tað ljóðar hevur verið lítið talað og skrivað um hetta uppskot Breck- manns at gera Føroyar til fremmanda kavbåtaherstød. Men vónandi fer hetta at koma fram í kjakinum nú undan legtingsvalinum og vónandi verður tað tengt upp í stødu fólka- floksins annars til hernaðarligar spurningar. Og her eiga vit íkki at gloyma spurningin um herskyldu. TAÐ er hugstoytt, at tjóðveldisflokk- urin nú alment hevur sagt, at hann metir ikki fólkaflokkin vera nakra hóttan, og at hann tí fegin, um hann kann fáa ávísar yvirtøkur framdar, vil fara í samgongu við henda flokk. HENDA greiða steða tjóðveldisflok- sins til samarbeiði við fólkaflokkin krevur bara so mikið meira av javn- aðarflokkinum. Hann má nú meira enn áður kenna sum eina sína fremstu ábyrgd at vera bolverkið móti eitt nú hernaðarliga politikki fólkafloksins. Tað er stórt spell, at tjóðveldisflokkurin nú hevur broytt stødu í stríðnum móti teirri óhugna- ligu hegraekstremismuni í fólka- flokkinum. Vónandi eru har tó enn kreftir, sum aftur kunnu sannfera teir, ið skulu seta út í kortið floksins politikk, at hetta er ein vandamikil leið at ganga. AT hesir so vilja fyrigykla fólki, at teir vilja einki hava við sjálvan Breck- mann at gera, eru látir. Ti enn hevur so alt bent á, at fólkaflokkurin er Óli Breckmann og Óli Breckmann er fólkaflokkurin. Undir valstríðnum komu Finnbogi Isaksen og Pauli Ellefsen at kjakast viðurskiftini í Feroyum mótvegis Hetlandi. Báðir vóru teir samdir um, at stødan í Feroyum í dag var munandi betri enn Hetlands. Men orsekirnar kundu teir ikki beinleiðis semjast um. Hefti meg tó serliga við tað, sum Finnbogi Isak- sen segði um, at tað var hin feroyska sjálvstýris rerslan, ið hevði skapt framburðin her á landi Tað er rætt, at ein part ur av teirri fyrstu sjálv styrisrørsluni var pro gressivur og framtaks hugaður, men tað skerst ikki burtur, at nógv tann stersti parturin var bein um leiðis konservativur Hetta kom eisini til sjónd ar, tá ið sjálvstýrisflokk urin fór í tvíningar, og nógv tann stersti parturin fór yvir í fólkaflokkin Tað gjørdist ikki betur at vera fiskimaður ella ar- beiðari orsakað av sjálv- *stýrisrersluni Sjálvsstýrisrerslan skapti eina andliga menn- ing. men tað var jú ikki nóg mikið til fólk, ið nær- um ikki høvdu tak yvir hevdið og mat í munnin. Fyrst og fremst vóru tað teir, ið skaptu arbeiðs- plássini, ið legdu lunnar undir framburðin. Teir megnaðu tó ikki at býta royi nguir nog rættvist, so at arbeid arin og fiskimaðurin fingu úrteku i mun til tað, teir skaptu, og gjørdi hetta i roynd og veru, at vanligi arbeidarin og fiskimadur in ikki merktu tað stóra til framburðin Vit fingu nakrar ríkar førovingar teir, ið áttu framleiðslutólini — og vit hevdu nakrar, ið vórðu verandi fátækir. Teir ríku klára seg altíð, og fyri teir var tað óivað ein fyrimun ur, at báðir teir politisku flokkarnir á tingi, sam bandsflokkurin og sjálv stýrisflokkurin, legdu alla orku í at tosa um viður skiftini við Danmark, tí so fingu teir ríku loyvi til at láta og liva, sum teimum lysti Teir fátæku førovingar nir harafturímóti lósu um sosialismuna, og hon egg)- aði teimum til at gera fak felog. og á henda hátt beta um egnu kor síni Men ikki fyrr enn javn- aðarflokkurin kom á ting í 1928, varð polititiska kjakið bent inn á kor ar- beiðara og fiskimanna, og tá fyrst legdust lunnar undir samfelagið, har tað gjerdist betur og tryggari at vera vanligur feroying- ur. Sum maður, ið loyvir sær at skriva feroyska søgu, má tað metast ov bíligt av Finnboga Isak- sen at koma við pástandi Nr. 56 — 17. mai 1988 at stríðið um kor ar beiðara og ongan týdning hevur havt fyri føroyska samfelagið Serstakliga tá ið ein hugs ar um ta orku fyrrverandi formaður tjóðveldisflokk sins legði í júst hetta stríð, sum saman við loys ingini var hansara hjarta mál nr. 1. Tað vildi í veruleikanum verið spell, um tað skuldi eydnast Finnboga Isak sen at gjørt loysingina til høvudsspurning i polit iska stríðnum framyvir, bert fyri at fáa fólk at venda eyguni móti sam bandsflokkinum og tjóð veldisflokkinum. Høvudsspurningurin eigur tverturímóti altíð at vera, hvussu vit býta fer ovska ríkidemið so javnt millum føroyingar sum gjørligt, tí sjålvt um vit tóku loysing í morgin, so høvdu vit framvegis te ríku og teir fátæku feroy ingarnar, og ríkidemið var ikki „býtt javnt millum føroyingar, Føroyar«. Og alvi tykkara, Finn bogi Isaksen, ætlar sær einki at gera við tað, Før- oyar. Einasta, ið hevði verið eðrvísi er, at so høvdu vit i tjóðveldisflokk — rest- in hevði verið farin aftur til fólkaflokkin. um fiskimanna Í MEN ein glotti er hóast alt. Sigurs- ferð fólkafloksins tykist nú at hava fingið ein bráðan enda. Flokkurin misti ikki færri enn 900 av fyrrverandi veljarum sínum til fólkatingsvalið, og tað kunnu vit mongu, ið ikki vilja ella kunnu góðtaka stavnamannsins poli- tikk, bert fegnast um. At tað so var sjálvur stavnamaðurin, sum átti tær flestu av umrøddu atkvødum, gevur okkum í hvussu er ta framhaldandi vón, at ávaringar okkara — áhaldandi stríð okkara ímóti hesi hegrafanat- ismuni fer at geva úrslit. Og vit ætla okkum ikki at gevast. EINS og aðrir flokkar í Noregi og Danmark greitt vísa aftur øllum sam- arbeiði við stavnamansflokkarnar har — framburðsflokkarnar — og eins og flokkarnir í Týsklandi, Fraklandi og Ísrael einki vilja hava at gera við hegraekstremistar sum Strauss, Le Pen og Kahn, eins lítið vilja vit hava nakað at gera við flokkin hjá Óla Breckmann. Allir bera hesir flokkar sama merki og sama boðskap í skjøldri. Bert spell, at tjóðveldisflokk- urin nú tykist at hava svikið hesa so tydningarmiklu ábyrgd. Hann um tað. Tess meira mugu vit gera. jar.