Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-06-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 1988síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Atli Dam, logmaður, á almennari vitjan í Íslandi: Fekk umdømi frå islendska útvarpinum »Hevur stóra persónliga virðing uttanlands sum ein hin dugnaligasti og ágrýtnasti politikari, foroyingar hava ått« Nr. 67 - 16. juni 1988 — segði islendska Ríkisútvarpið í »profili« um løgmann, sendur varð í tí best umtóktu senditidini hjá útvarpinum mikudagin. Atli Dam, legmaður, og frú komu til Íslands kl. 11 mikumorgunin á almenna vitjan saman við Maiken Poulsen, fulltrúa, og Jal- grim Hilduberg, skriv stovustjøra, og frú. Í móttekuneyndini á Reykjavíkarflogvellinum vóru íslendski forsetin, Vigdís Finnbogadóttir, og nakrir av teimum, ið vitj- aðu við Vigdísi í Feroyum seinasta ár, m.a. Hans A. Djurhuus, danski sendi- harrin í Íslandi, Herður Helgason, íslendski sendi- harrin í Danmark, deild- arstjórarnir í uttanríkis- ráðnum, legreglustjórin og onnur. Íslendska ríkis- útvarpið og aðrar útvarps- steðir í Reykjavík sendu nógv feroyskt tilfar í gjár. Millum annað greiddi ríkisútvarpið gjølla frá vitjanini og hevði ein »profil« um løgmann í ti best umtóktu senditíðini. Vit endurgeva »profilin« umsettan år islendskum: »Atli Dam, legmaður Feroya, kom á almenna vitjan til Íslands í morgun saman við konu síni, Sólvá Dam, og fulltrúum fyri Feroya Landsstýri. Forseti Íslands, Vigdís Finnbogadóttir, bjóðaði Atla Dam at vitjá-Ísland, tá hon var á almennari vitjan í Føroyum seinasta heyst. Atli Dam er 56 ára gamal og hevur verið Fer- oya legmaður síðani hann byrjaði sítt politiska virk- semi í 1970 — við undan- taki av valtíðarskeiðnum 1980—84. Politiska embætisleidin hjå Atla Dam byrjadi å ein óvanligan hátt í 1970. Hetta ár sendi leiðslan hjá føroyska javnaðarflokkin- um boð til hansara til Keypmannahavnar og bað hann koma heim og átaka sær embætið sum floksins landsstýrismaður í ídnað- armálum. Tá ið Atli fekk hesi boðini, hevði hann í nógv ár arbeitt sum verk- freðingur í Danmark, Ku- wait og aðrastaðni. Frammanundan 1970 hevði Atli Dam ikki verið nógv uppi í politikki. Kortini hevði hann sett fram avgjerdar politiskar meiningar í brevum til faðirin, Pætur Mohr Dam, ið var leiðarin hjá javn- aðarflokkinum til hann doyði í 1968. Pætur Mohr Dam var legmaður frá 1958—62 og frá 1966—68. Tað sigst, at faðir og sonur ikki skrivaðu hver eðrum vanlig brev, men heldur hver aðrum polit- iskar fyrilestrar. Í november 1970 varð myndað tríflokkastjórn í Føroyum og Atli Dam bleiv legmaður fyri fyrstu ferð. Legmansembætið í Feroyum er at sammeta við forsætisráðharraem- bæti aðrastaðni í Norður- londum. Feroyingar hevdu í nógv ár havt stórt ar- beiðsloysi, men undir leiðslu av Pætur Mohr Dam, byrjaði feroyska vinnulívið at koma fyri seg aftur og virksemið, serliga innan sjóvinnuna, men eisini á landi, byrjaði at vaksa. Atli Dam fór beinanvegin við tiltiknari arbeiðsorku í holt við at økja um samhandiln við útlond og gera fiskivinnu- avtalur við onnur lond. Hann bleiv skjótt gitin sum ein framúr ágrýtin og snildur samrådingarmad- ur. Undir hansara leiðslu byrjaði í 70-árunum tað størsta framburðartíðar- skeiðið í Feroya segu. Fiskivinnan og virksemi á landi bleiv útbygt, trol- araflotin bleiv moderni- seraður og fleiri stór skip keypt, kanska við eitt sindur sterri kappingar hugi enn fyriliti. Í 60- árunum vóru javnaðar- flokkurin og sambands- flokkurin, ið vil varðveita óbroytta steðu í samband- inum við Danmerk, í hevuðsheitum samdir um, at Føroyar frameftir skuldu vera partur av danska kongaríkinum. Loysing er ikki á skránni hjá Atla og javnaðarflokk- inum, men í hansara leg- manstíð hevur gongdin í Føroyum kortini verið á sjálvstýrisleið, og feroy ingar hava yvirtikið al- samt fleiri málseki frá denum og eru enn við at yvirtaka tey, nú seinast sjúkrahúsmálini. Atli Dam er uttan iva tann mest markanti politikarin, føroyingar hava. Tað sigst eisini um Atla, at hann er tann før- oyski politikarin, ið hevur tað besta jerðforbindilsið. Politisku andstødingar hansara siga, at hann við hvert kann vera treiskur og eirindaleysur, men hó- ast tær nógvu ymisku meiningarnar, sum altíð eru um ein virkandi politikara, hevur Atli Orsakað umvælingararbeiði er Posthúsið í Miðbýnum í Tórshavn STONGT leygardagin 18. juni Atgongd verður tíl postboxirnar frá leygardegnum kl. 9.00 til mánadagin kl. 7.00. Posthúsið í Tórshavn Seinasta summar tók Atli Dam stóra persónliga Dam, løgmadur, ímóti virðing millum fólk d endska forsetanum, Vig ittanlands eins væl og í : ; tísi Finnbogadóttir. i Føroyum, sum ein tann . ; ; á flogvøllinum í Vágum. Tá lugnaligasti og ; hjóðaði islendski forsetin ágrýtnasti politikarin, øgmanni til Islands at førovingar nakrantíð hava : itja og haðar fór hann við átta tj flogfari mikudagin. e .” Postverk Føroya Næmingar til postassistent- størv Til byrjan hin 1. august i år eru tvey næmingaplåss leys at søkja. Næingarnir skulu í fyrsta umfari útbúgv- ast til postassistentar. Utbúgvingin, ið gevur møguleika fyri at avansera innan postverkið, fer fram fyrst í Danmark í umleið 15 mánaðar og síðan í Tórshavn. Byrjunarlønin er kr. 9.026,93 um mánaðin. Av forkunnleika krevst HF- ella stu- dentsprógv. Hondskrivað umsókn við upplýsing um aldur og útbúgving við prévskjølum verður at senda til Postverk Føroya, J.H. Schreters geta 9, 100 Tórshavn, merkt >Umsókna, í seinasta lagi hin 9. juli 1988. POSTVERK FØROYA