Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-06-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juni 1988síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Abyrgdarblaðstjóri A P/f Sosialurin - Jan Miilier Krisjan Dahi Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Utgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: | Fólkaræði ella ikki TAÐ hevur verið við stórum áhuga, at ein hevur kunnað lisið kjakið um friðargonguna 2. hvítu- sunnudag millum fólk í teimum ymsu politisku ungmannafelags- skapunum. Byrjanin til kjakið var ein grein hjá Unga Sambands- manninum, har hann segði seg ikki kunnað taka undir við enda- málinum við friðargonguni, so- leiðis hann skilti tað. Men hóast tað hevði hann virðing fyri fólki, sum vildi vísa sína áskoðan og sum vildi standa við henni. Tí tók hann avstand frá framferðini hjá teimum ungu fólkafloksmonnun- | um, sum høvdu gjørt ónáðir | henda sama dag. HETTA var góð og ekta demo- kratisk tala, og skuldi hetta verið eitt sjónarmið, ið er ein sjálvfylgja hjá øllum demokratiskt hugsandi fólki, og var tað eitt líknandi sjónarmið, sum tann ungi javnad- armaðurin setti fram her í blað- num týsdagin. MEN frá Viljamonnunum eru komnar ein hópur av mótstríð- andi fråsøgnum. Teir leiðandi í fe- lagnum hava einki havt við hetta at gera, meðan ein teirra heilt ósmæðið fær stóra blaðrúmd fyri at boða frá, at tað var hann, sum skipaði fyri. JÚST hetta orðaskiftið hevur víst greiðari enn nakað annað munin millum fólkaræði og tað mót- setta. Demokratarnir í hesum máli hava sum grundsjónarmið, at tað í hesum landi er eins góður rættur at vera fyri og móti NATO, og rætturin er tann sami hjá | hesum pertum at føra fram síni | sjónarmið. Men tann triði part- | urin hevur fingið inn nærmast við (politisku) móðurmjólkini, at tey, | sum hava eina aðra hugsan um hesi mál, eru quislingar og landa- svíkjarar, tann grovasta skuldset- ing, sum í heila tikið kann setast | fram móti nøkrum. Tað er heldur oddagrein ikki mark fyri teimum ókvæmis- orðum, sum hava verið nýtt fyri at oyðileggja umdømid hjá hes- um fólkum. Her skulu bert nevn- ast nøkur dømi umframt quisling- ar: skrambul, grums, bumsar, rekavætti, kriminel, vesalingar, hophødd (hophead er enskt slang fyri narkomanar). So tad at ung- fólk, sum hava fingið eina slíka politiska fødi gera seg inn á fólk, sum eru so lítið verd, er heilt náttúrligt. Allur yvirgangur er grundaður á, at tann, sum hevur »rætt« metir onnur sum »skrambul og grums«. So leid- ararnir kunnu saktans sita vid hus ella fara til Suduroyar å hvitu- sunnu. Sáðið, sum teir pota i ungdómin, virkar í fult mát. Og fyribils er úrslitið tað vit sóu á hvítusunnu. Og tann dagur kann saktans koma, tá oddafiskarnir ikki longur hava tamarhald á støduni Tad var bædi låturligt og gråtiligt at síggja ein av Viljaamonnum koma við eini hálvkveddari vísu um, at virðiliga og demokratiska steðan hjá Unga Sambands manninum stavaði frá, at hann hevði verið til »avkristnan« á ein- um háskúla í Sveríki. Hetta argumentið hava vit hoyrt áður! Men her man fólk ikki fara at lata seg taka av fótum. Tey duga sjálvi at meta um, hvat ið er meira kristiligt: At stuðla einum poli- tikki, sum sjålvt Føroya Rættur metir at vera óndsinnaðan ella at stuðla einum sjónarmiði, sum er grundað á virðing fyri øðrum! Hóast tann ungi sambandsmað- urin verður háðaður fyri sín fe- lagsskap við »sosialistar«, skal hann bert taka tað sum eitt kompliment. At verða háðaður fyri at verja rættin til at framføra síni sjónarmið, sigur meira um háðaran enn um tann háðaða. Og í hesum máli vilja vit fegin vera í sama báti sum Unga Sambandið. Globalli »Neydars menn, sum blivu tøldir til at pening i. Teir fåa iva- leyst somu hjartaleysu viðferð sum farmaskipa- eigararnir fingu fyri ein um ári síðani-, skrivar framherjin fyri fría fyri taksseminum og sjálvs ábyrgdini, Oli Breck mann, í eini fyri hann sjálvan ikki sert avdúk andi grein um svart kjaftavinnuna í Dag blaðnum mánadagin. Undan fólkatingsval- inum byrjaðu fólkafloks- menn og sambandsmenn aftur at skriva um, at farmaskipaflotin hevði verið bjargaður, um teir sótu við róðrið í Tinga- nesi. Framstandandi menn í Global, sum tóku stig til at stovnseta felagið, kæra sína neyð, og royna at renna undan ábyrgd við at geva sitandi landsstýri skuldina fyri, at tað, sum teir høvdu sannfert hundradir av feroyingum um før at verða tað stóra ævintýr- id, ikki eydnaðist. „Setið pening í, so seta kunnu tit draga ta tri dupulta frá tí skattin um«, var boðskapurin til smámenninar í teimum litføgru brochurunum Danska reidariid Mer rikid eitt nógv góðtaka tannlæknar og candia hevur Globalvirksemi ár, men har læknar aðrir, ið seta pening i, at fáa eina rokning av og á, um tað ikki gongst ov væl Nógvir góðtrúgvandi føroyingar lótu seg tøla, og settu pening í. Tí oddamenninir, sum gremja seg í dag, vóru álitismenn millum manna. Mótvegis sínum javn- líkum í okkara granna- londum, so góðtaka Óli Breckmann, Pauli Ellef- sen og oddamenninir í Global bara helvtina av tí liberalu hugsjónini. Hevði tað gingið væl, so hevdu teir drigið frá í skattinum, og tað hevði ongin misunnað teimum, soleiðis sum spæliregl- urnar eru í dag. Men tí- verri gekst ikki sum ætl- ad, og tí mugu teir góð- taka, at teir sjálvir og ikki skattgjalarin skuh gjalda tað, sum írestaði Tí, um tað var megu ligt, so tóku hesir somu menn, sum góðtaka at ein skal heysta fyri at átaka sær vinnuliga beinini = undan egnu hugsjónum. Og tað er hetta, vit uppliva dag og dagliga í Dagblaðnum og Dimma- lætting. Teir báðir, Óli Breck- mann og Pauli Ellefsen, eru fløktir upp í sínar egnu hugsjónir, og kapp- ast hver í sínum lagi um at yvirbjóða hvenn ann- an við pengunum hjá skattaborgaranum. Um bert nóg nógv fólk eru innblandað, og meguleiki er fyri at heinta nakrar atkveður, so leggja teir til brots. Teir gjørdu tað í Globalmálinum, og nú hevur Óli Breckmann so loyst úr lagdi við svart- kjaftaflotanum munir av eina ábyrgd sinum f. Rockur á himmalskum stóði Svenski gospel-heavyrock bólkurin Jerusalem vælumtóktur í Runavík síðsta leygarkvøld. Tey umleið 800 fólkini, id høvdu leitað sær inn i ítróttarhellina í Runavík leygarkveldið. høvdu neyvan væntad at hoyrt tað, ið tey komu at hoyra umleið hálvan tíma aftaná at konsertin var byrjað. Tí aftaná at føroyski bólk- urin Samsint hevði hitað áskoðararnar upp í eina letu, hoyrdist tað kanska ógvuligasta lammiterilsið, ið hevur verið i Føroya- landi síðani gosfjellini tagnaðu. Hetta lammiterilsið var tó ikki nekur risa eksplo- sjón (har onkur minni eksplosjón uppii), men tað var svenski bólk- urin Jerusalem, ið fram- førdi eitt slag av tónleiki, sum kallast heavy-rock, og tað er tónleikur, ið larmutur, og sum fyri tað mesta ikki fellur væl í oyrað, um ein er undir 5 og yvir 62. Men hinvegin so fellur hesin tungi rockurin sera væl í oyrað hjá teimum flestu tann- áringunum, og tað sást eisini væl á konsertini, har serliga dreingir í hesum aldursbólki »flippadu ut«, var to so sveittin lak av teimum. Men tað vóru eisini fleiri, bæði yngri og eldri, ið vóru misnegd við kon- sertina, og vóru farin til hús longu aftaná tann fyrsta hálva tíman, men tey taldu ikki meira enn uml. 5% av ellum áskoðar- unum, og tað kann ein roknað sum sera lítið, tá ið ein hugsar um, at minst 80% av áskoðarunum vóru komnir at lurta eftir gospel tónleiki, og høvdu rent seg beint í eitt slag av Framhald á síðu 12