týsdagur 21. juni 1988síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: P/ Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Daht
Blaðfólk: Begni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Hoyrdu tit,
hvat ...
HOYRDU tit, hvat Ingi
segði í síðstu viku á Gøtu-
sandi? Jú, hann talaði um
ábyrgd. Ikki móti felags-
skapinum. Men sær og sín-
um. Ikki um felagsábyrgd.
Ella samhaldsfesta ábyrgd.
Men um sjålvsøkni.
TAD er eydnast Inga og
nógvum hundrað at fáa HF-
prógv í Føroyum seinastu
12—14 árini. Tað er eydnast
meira enn tveimum túsund
at fáa studentsprógv. Og
hetta eru ungfólk úr øllum
stættum. Og sjálvandi
ynskja vit øllum teimum ný-
klaktu pisunum vælkom-
num. Vónandi síggjast tær
aftur á rókini. Búnar at
leggja sítt til felagsskapið
og seta næsta ættarlið við.
HESA øldina er tað eydnast
hugsjónarfólkum — serliga í
Norðureuropa, og eisini her
á klettunum — at skapa
gróðrarbotn fyri eini hug-
sjón um ein felagsskap —
eitt samfelag — har eingin
skuldi líða neyð, har ollum
skuldi kannast javnbjóðis
kor til bústað, útbúgving.
arbeiði, frítíð o.s.fr. Úrslitið
er vælferðarsamfelagið. Við
sínum ágóðum og lýtum.
SUMMI lond eru komin
longur. Onnur stytri. Hug-
sjónarfólkini hugsaðu sær
óivað, at fyrst og fremst
skuldu øll hava javnbjóðis
kor, áðrenn ráðini blivu til
marglæti. Men síðstu árini
hevur marglætistankin —
materialisman — vunnið
yvirvág. Ráðini eru minni til
almanna-tørvin.
HÓAST aðrir hugsjónar-
bólkar í fyrstani ikki tóku
undir við teimum solidar-
isku hugsjónunum, men
settu føtur í spenni ímóti,
so noyddust teir so við og
við at lúta. Og spurningurin
hevur verið, hvussu langt
felagsskapurin skuldi
rokka. Skuldi hann eisini
fevna um fólkaræði í vinnu-
og búskaparviðurskiftum
og øðrum málum, sum ein-
staklingurin annars hevði
fult ræði á, ella ikki? Í
summum londum eru eisini
stig tikin tann vegin.
HVUSSU tað er gingist —
væl ella minni væl — skulu
vit ikki taka støðu til á hes-
um plássi á hesum sinni.
Men vit skulu bara sláa fast,
at hóast afturstrev í fleiri
londum seinastu árini í
kjalarvørrinum á búskapar-
ligum kreppum, so er enn
kenslan fyri felagsskaps-
hugsjónini so sterk, at Ingi
og nógv við honum taka
eitt HF-prógv, sum vit í fe-
lag hava ábyrgd av og rinda
fyri. Bæði Palleba og virkis-
stjórin.
NÓGV Hevur verið funnist
at sokallaða »gratis-prin-
sippinum« seinastu árini.
Serliga tá tað snýr seg um
heilsuviðurskifti. Vit kunnu
vara hugsa okkum, at
loypur ein skriðan er tann
næsta væntandi. Og góði
lesari! Hvussu nógvir HF-
arar og pisur høvdu staðið
við hvítum fjaðrum á Gøtu-
sandi í síðstu viku, um sli-
dariska hugsjónin íkki
hevði so sterkar røtur hóast
alt. Tað er eitt av teimum
stóru framstigunum, at eis-
ini dótturin hjá útróðrar-
manninum ella sonurin hjá
arbeiðaranum kundi fáa
henda lykilin — lykilin til
eina útbúgving og eina
góða tilveru. Og eitt arbeiði
við einum íkasti til felags-
skapin, sum vil stýra á
fólkaræðishátt.
-n
Nr. 69 — 21. juni 1988
Hvorki orð ella eið i út-
varpinum um úrslitið av
dystinum millum VB og
GÍ í Fuglafirði.
Í Fuglafirði spældu fyrst
ÍF og B36. Hesin dystur
varð væl og virðiliga út-
varpaður og spennandi
var hann eisini, men fyri
suðuroyingar var
dysturin, sum leiktur var
beint aftaná, nevniliga
millum VB og GÍ, ikki
minni spennandi, men
gakk, hesin varð ikki út
varpaður
Sjálvsagt ber illa til at
varpa út allar dystir, men
vánaligt má tað sigast at
vera, at útvarpið í síni
ítróttarsending ikki so
frægt sum hirdi at fáa
hetta fyri suðuroyingar so
týðandi úrslit við
Hví vita vit ikki, men
úrslitið fyrila áðrenn
henda góða ítróttarsend-
ing var liðug — og var tað
so, at manningin í út
varpinum ikki hevði
úrslitið við hondina, so
kundu teir tá eins og so
mangan, tá á hevur staðið
lagt eina plátu á og ringt
norður til Fuglafjarðar
ella onkra aðra staðni.
Men hetta gjørdu teir
heldur ikki.
Sjálvsgt er telefon í
Suðri, men tað er ikki sum
at siga tað at fáa sam-
band higani og norður í
Eysturoynna, so tað vóru
mong, sum henda dag
lurtaðu til fánýtis eftir
hesum úrsliti ítróttar
sending útvarpsins.
Halda seg hava
blankokekk
IRF og Landsstýrið hava
onga heimild til at sam
ráðast um brennisteðina á
Sandvíkahjalla.
Hetta sigur Poul
Michelsen, býráðsfor-
maður í Havn, í sambandi
við tíðindini um, at
Landsstýrið skal hava
biðið IRF flyta rusk úr
Suðureysturoy til Havnar
at brenna.
| É————|—————
Hetta kundi ljóða, sum
um IRF og Landsstýrið
hava fingið ein blanko-
kekk frá Sandvíkahjalla,
sum tey so bara kunnu
skriva á eftir tervi
Men so er ikki. Tórs-
havnar býráð og parta-
felagið Kommunala orku-
og brennisteðin eru als
ikki eftirspurd hesum
umfari og hava heldur ikki
verið við á nekrum fundi.
Sjálvandi kunnu IRF og
Landsstýrið ikki taka
nakrar avgerðir um
brennisteðina í Havn utt-
an fyrst at spyrja í Havn,
sigur býráðsformaðurin.
Meldað til fútan
Heilsufreðilig Starvs-
stova hevur 3. juni meldað
Renovatiónsfelagsskapin
fyri Suðureysturoy til fút-
an, tí fleiri treytir, settar
eru ruskplássinum á Foss-
dalsbakka, ikki vóru
fylgdar. Millum annað
Vatnleiðing
og kaðalverja
VATNLEIDING íbláum
Kaðalverju
TELEFON í gulum
EL i reyðum
GOTULJÓS i grønum
ANTENNA í violettum
Keypið
Pit POLYPLAST
Ak:anesgæta 9 sa
treytin at bara má brenn-
ast, tá frálandsvindur er.
Renovatiónsfelagsskap-
urin hevur gjert vart við,
at júst hendan treytin
kann ikki haldast. Og í
samreðu við skrivaran hjá
nevndini í farnu viku
H aldið
skiltu vit tað so, at HS
hevði ikki lagt so nógv í
hetta, bara kloakkviður-
skiftini blivu í lagi. Men
hesum vísir HS aftur
hd
TTT I
A ——————