Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-06-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. juni 1988síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Útgevari: Ábyrgdarblaðstjóri: Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Fyritaksstjóri: Blaðfótk : Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Sól og summar SEINASTU dagarnir hava borið dám av sól, stevnum, ítróti, ferða- fólki, konsertum, fullum ung dómi, hålvnaknum konufólkum, sum royna at brúkna teir heldur bleiku, kimiligu limirnar og ikki at gloyma góða fiskiskapin hjá smá bátunum langt úr landi. SJÁLVANDI gleðast vit og flestu eru í góðum hýri, men tað skerst ikki burtur, at tað kennist ikki sørt hugtungt at síggja nógv hålv- og drabbandi full ung dreiva runt um vikuskiftini ella liggja avdott- in á almennum getum og pláss- um. Hetta kenst hugtungt hjá teimum flestu — líka mikið hverja áskoðan tey annars hava um rús- drekka ella »edruuligheitslågina«, sum nú hevur meira enn 80 år å baki. VANLIGA siga vit, at vit eru ein mentad tjóð, men soleiðis, sum nógv hóreiggja sær, er ikki just dømi um mentan. Heldur er hetta dømi um eina samfelagsliga av- skeplan, men í hesum føri er stødan ikki smettin frægari í okk- ara flestu grannalondum, hóast »drykkju-(6-)sidirnir kanska eru ødrvisi í teimum londunum. NÓGV verður tosað og skrivað um upplýsing og tillaging — fyri ikki at siga »tilvenjing« men higartil mugu vit bara ásanna, at lítið sæst til úrslit frá tí upplýs- andi arbeiðnum, hóast métgrund- gevingin sjálvandi kann vera, at um upplýsandi arbeiði ikki varð gjørt, so hevði stødan verið verri. SOMULEIÐIS hevur nógv orða- skifti verið um rúsdrekkalógina, uttan at nakað itøkiligt er komið burtur úr. Tey flestu eru helst oddagrein samd um, at hon hevur sínar fyri- munir og sínar vansar, men tað eru helst fleiri í dag, sum halda, at tað átti at borið til at fingið eina ella aðra millumskipan, so tað bar til at keypa eina fløsku av víni ella eina øl aftur við eini máltíð. UM hetta hevði latið seg gjørt, sluppu vit kanska undan tí at síggja vakra ungdóm okkara koma umborð á strandfaraskip okkara ein stevnu-leygardag við einum kassa av »gull-beiarum« og seta seg at drekka rundan um henda góða kassa, meðan ein fløska av óblandaðum bláum vodka gongur runt — og tað ein fyrrapart, so skilið kann ikki vera tað nógva, tá stevnan av réttum eigur at byrja. TANN, sum noktar fyri, at hetta ikki hevur samband við okkara rúsdrekkalóg, noktar fyri at góð- taka »fakta« — ella veruleikan. HETTA er ein av so mongum gð- rum spurningum samfelagsins, sum átti at fingið eina gjølliga við- gerð. Og eitt orðaskifti kundi eis- ini sett hetta í samband við ferða- fólkavinnuna. Vit vita, at før oyska samfelagið skal hava størri inntøkur. Vit vita, at lond å somu stødd vinna hópin meira av ferða fólkavinnuni enn vit gera, so tað átti eisini at borið til hjá okkum. Sjálvandi skulu vit ikki selja okk ara land sum eitt frítíðarstað til »ballarar«, tí vit hava nakað ann- að at bjóða, men tað er ein sann- roynd, at tann stóri parturin sakn- ar møguleikan at fáa eina øl ella eina vinfløsku afturvið eini máltíð — ella ein leskidrykk hesi fáu, men góðu summarkveldini. -n Framhald av síðu Í lendsk listafólk. Ætlanin var, at tey skuldu vera 9, men listaverkini hjá finn anum Páivi Lempinen komu ikki fram. Eisini hevði myndahøggarin Preben Boye Nielsen i gjår trupulleikar vid at fåa sini listaverk aftur frå tollvaldinum i Havn. Eina løtu óttaðist hann fyri, at standmyndirnar vóru komnar skeivt fyri, og vóru tveittar í brimgarðin í Havn sum annað grót! Preben hevur ferðast nógv kring Norðurlond, m.a. hevur hann búð í Grenlandi. Hann ber í dag heitið >Statskunstner for Frederiksværk komm une« og hevur verkstað í eimmum kanónstoyparíi, niðurlegdum sum Frederiksværk kommuna hevur givið fimm listafólkum sum lið í eini ætlan at byggja upp ein ídnað í býnum. Ein av hansara høggmyndum eit- ur »Istidin«, og er ein steinur sum isurin bar til Danmarkar nordan ifrå undir ístíðini fyri 10.000 árum síðani. Preben hevur latið náttúruna verið við til at skapa listarverkið enn síggjast skúrustríp- urnar eftir ísinum, hóast Preben hevur sett tann menniskjaliga dámin á. Tveir aðrir danir eru við á listaframsýningini. Ann- ar er málarin Billy Sjur Ohlsen, sum hevur verið við á einum ótali av fram- sýningum í Danmark og kring Norðurlond. Hann hevur vunnið Carlsberg Mindelegat og Molde- stipendiet. Í 4 ár, frá 1983—1987 var hann listaráðgevi fyri Alberts- lund kommunu Yrkingar á veggin Triði danin á framsýning ini er yrkjarin og skaldið Ole Hyltoft, sum mest er kendur fyri sínar speisku bøkur um ymisk samfe- lagsviðurskifti. Nevnast kunnu »Byggekongen«, »Kulturpaven« og >Mord er kun en leg«. Við á fram- sýningini hevur hann yrk- ingar, sum eru settar upp, soleiðis at tú kanst hava tær hangandi á vegginum eins og onnur listaverk. Evnini í hesum yrkingun- um eru tó ikki politikkur, men náttúran og kærleik- in. Vatnleiðing og kaðalverja VATNLEIÐING Kadalverju TELEFON í gulum EL i reyðum GOTULJÓS ANTENNA í bláum i grønum í violettum Keypið førovska tra P'/f POLYPLAST Ak:anesgeta 9 Torshav Haukur Dór var ein av týdningarmestu lista- monnunum í Íslandi i seksti-árunum Hann stovnaði saman við eðrum íslendskum listamálarum felagsskapin S.U.M., sum skuldi standa fyri fram sýningum Teir settu spurnartekin við hugtakið list, og vendu sær burtur frá traditiónunum, bæði hvat viðvíkur evni og at- ferð. Haukur býr í dag í Frederiksværk í Dan- mark, har hann hevur verkstað saman við Preb- en Boye Nielsen í teirri nidurløgdu våpnasmidj- uni Ur Grønlandi kemur listakvinnan Arn annaquaq Høeg! sum hinir luttakararnir á fram syningini eru samdir um fremsta lista man Vera fólkið, grønlendingar eiga Hon hevur verið við á framsýningum í Gren- landi, Íslandi, Noregi, Sveríki, Finnlandi, Sama- landi, Danmark, Týsk- landi, Japan, Alaska og eisini í Feroyum. Tann grønlendski siðaarvurin setir síni sjónligu spor í myndir hennara. Vegar Werner er norð- maður, og hevur havt eitt ótal av framsýningu i Noregi, men eisini í Dan- mark og Bretlandi. Stefan Sjøberg ger steinprent, og vann i 1983 Nr. 72 - 28. juni 1988 altjóða Biella (Italia) heiðurslenina fyri grafikk. Eisini hansara listaverk hava ferðast um stóran part av heiminum og hava fingið góð ummæli. Mynd- ir hansara eru ofta „nature mort«- ella »stilleben«-myndir av t.d veingjum, beinum ella reiðskapum. Tað var feroyingurin Gunleif Grube, ið fekk hugskotið at gera eina framsýning, har tað vóru listafólkini sjálvi, sum tóku initiativið og settu seg í samband við hvenn annan fyri at gera eina framsýning. Hetta ger tað gjørligt at gera eina fram- sýning, ið harmonerar betur. Gunleif sigur, at hann hevði samráðst við teir ymisku listamenninar fyri at finna útav. hver ið skuldi vera við, fyri at røkka hesum málsetningi Hugskotið var eisini, at teir vildu royna at gera eina so norðurlendska framsýning sum gjerligt. Teir vildu raka tann norðurlendska tónan, vildu finna tann norður- lendska andan. „Tí har er okkurt serligt yvir norðurlendskari list«, sigur Gunleif, meitt serligt smædni, ein serlig inn- tonktheit, og tað vildu vit hava fram«. heðin Studningur frá Føroyagrunninum frå 1971 Sambært vidtøkurn« ar fyri Føroyagrunn- in fyri 1971 skal urtøkan av ogn grunsins nýtast til studning og/ella lán til 1) vinnuútbúgving av ungum føroyingum 2) vinnuroyndir innan fiskari, handverk og idna, marknadar- kanningar o. t. 3) og til ikki-vinnulig tiltøk, ið hava samband við fiskivinn- una. Stýrið fyri grunnin ger av stoddina av studninginum/láninum, hverjum hann verður veittur og ásetur treytirnar. Studningurin verður ikki veittur til út- búgving á økjum, ið fella undir verandi studningsskipanir annars. Umsóknarblað fáast við at skriva til Føroyagrunnin. Umsóknir, ið viðvíkja studningi til lestur í lestrarárinum 1988/89, eiga at verða innsendar áðrenn 30. juli 1988 til: Føroyagrunnurin frá 1971 Postsmoga 158 FR-700 Klaksvík