Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-06-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 1988síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Lagkapping til yrkingina LAGKAPPING =: Nr. 73 — 30. juni 1988 — US »Klaksvik í forðum teg víkingar funnu« | samband við at Klaksvíkin fyllir 80 ár sum sjålvstødug kommuna, bjóðar Klaksvíkar byråd til almenna kapping um at seta lag til yrkingina hjá Simuni Absalonsen »Klaks- vík í forðum teg víkingar funnu«. Hesar treytir verða settar: Viðvíkjandi lagnum: Lagið eigur at hava ein slíkan dám, at tað fellur væl í oyrað, og má kunna syngjast sum felagssangur; ti skal tað ikki hava óvanlig interval ella serskild rytmisk fré brigdi. Tað er ikki neyðugt, at teð verður „útsetta fyri fleiri raddir ella serligt ljóðfori Hvor kann luttaka: Øll sum kenna seg sum klaksvíkingar; eis ini teir klaksvíkingar, sum hava tikid bú stað aðrastaðni í landinum ella uttanlands Innlatingarfreist: Uppskotini skulu vera innkomin í seinasta lagi 1. august 1988. Ein dómsnevnd, sett av Klaksvíkar byråd, tekur stóðu til upp- skotini beint aftaná. Mannagongd: Fyri at nevndin við dømingina ikki skal kenna navnið á viðkomandi tónasetara, verður biðið um hesa mannagongd : Lagið verður skrivað við vanligum nóta- teknum, ella sungið/innspælt á kasettu- band, og tónasetarin velur sær eitt frá- merki, sum hann setir á nótaarkið /kasettu- bandið. Hetta verður lagt í afturlætnan brævbjålva við áskriftini »LAGKAPPING« Í annan brævbjålva við nevnda frámerki tónasetarans verður lagdur lepi við veru- liga navni hansara. Báðir hesir afturlætnu brævbjálvar verða lagdir í ein triðja og sendir til KLAKSVÍKAR BYRÅD FR-700 KLAKSVÍK aaa i vara tra h - Virdislønir fyri kappingina til 1. virdisløn kr. 5.000,00 2. virdisløn kr. 2.000,00 3. virdisløn kr. 1.000,00 Nevndin velur burtur ur innkomna tilfari- num, men skilar sær rætt til ikki at lata virdislønir, um so er, at hon metir, at tilfar- ið ikki er nóg gott. Klaksvíkar byråd eigur rættin til at velja burturur og gera nytslu av innkomna tilfarinum. Klaksvik, tann 28. juni 1988 Klaksvikar byråd Kvøda til Klaksvikar Klaksvík, í forðum teg víkingar funnu, tryggur var fjørður frá skaparans hond Livd fyri aldu sum øldirnar runnu, veitti tú forum frá fremmandu strond Náttúran fríða kendist brátt víða, vónir her funnust og knýtt vórðu bond Havið tað gjørdist tín alandi móðir, mentist tú skjótt har við hennara lið Grunnarnir ríku tín lívgandi bróðir, fjálgaðu um teg tey gevandi mið Kallur og kvinna her kundu finna vilja og lívskor til verk og til frið Her inn um Pollin er ford mong ein veiða fram vuksu virki, sum tíðin hon rann, frægastu fiskifor mundi tú eiga, vónir tað kveikti til viv og til mann Gróður tú framdi, fremst her á landi í tær so mangur sítt livsyrki fann Leskar teg havið, tað eisini krevur [ V 5 Í ne im t 3 x + 4 | pæl 3 vrafiall vekir við 3 Í 27/å | Í Í r kvoða | rátt 3 U k Kjakk Á Í Vestindaroðin er fagrasta ( Q Ími Speglandi vagin tutlandi ám i tær hvort livskykt fann framtíð og von Ferðast ein víða ei kámast í sinni sóljuskrýtt Eiðið á summarsins ong Borðoyavíksbrimið frískt stendur í minni, Kjølurin nørdi um fuglanna song Klaksvíkar býur, komandi tíðir fylgi tær byrurin árini mong Símun Absalonsen Nuuk