Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-07-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 1988síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 75 — 5. juli 1988 ur og miðaltel nýtast (mis- nýtast). Ein kemur at hugsa um mannin, ið gramdi seg, tí feturnar vóru stungnir í brennandi bakarovnin og hevdið frystaran, men fekk bert til svar, at hann hevði onki at klaga um, miðal- hitin hjá honum var jú normalur Eitt er, at vágafólk kunnu liva við hesum gangai, væl vitandi, at hetta er prísurin, vit mugu gjalda fyri eitt hitt stersta arbeiðsplássið í oynni. Annað er, at trýsta slíkt niður yvir hevuðs- stað landsins, sum vit øll eru góð við Hví skulu borgararnir í Havn útsetast fyri slíka óneyðuga plágu. Hvat við ellum almennum stovnum Havn, hví skal arbeiði teirra verða darvað av slíkum gangi. Hví skulu skúlarnir barnaskúlar háskúli, tekniski- stu denta-, lærara-, handils-, sjómans- maskinmeist- araskúli, Fróðskaparsetr ið o.a. verða darvaðir í síni frálæru eins og skúlarnir í Vágum mangan verða tað Hvat við okkara sjúkling- um á Landssjúkrahúsin- um, hvat við tónleikara- lívinum í hevuðsstaðnum, skulu konsertir í Norður- landahúsinum og aðra- staðni í býnum verða oyði- lagdar av slíkum óneyðug um gangi? Fundir og metir? Góðu politikarar, kommunalir eins væl og lands. Gerið ikki tað obetiliga mistak, at tit av prestigumessigum grund- um oyðileggja hevuðsstað landsins við slíkum minnilútakompleksi sum ein flogvellur á Glyvurs- nesi er Varðveitið og fjálgið um hevuðsstað okkara, so hann framvegis kann verða „tann deiliga Havn« Karl Johan Nielsen Vatnsoyrar NB. Á framsyningini í Bý ráðssalinum máldi eg óljóðið, sum bleiv spælt av ljóðbandi Upplýst varð, at hetta svaraði til óljóðið í túninum á Argja- boða, um flogvellur varð bygdur á Glyvursnesi Her var betri samsvar millum óljóðstyrkina og tær almennu ljóðmyndir nar (footprint). Óljóðið, vit hoyrdu (máld við áður nevnda tóli), var tó veikari enn tað flogverksmiðjur nar sjálvar uppgeva. Tær almennu ljóðmyndirnar (footprint) vísa, at óljóðið frá ljóðbandinum svarar til ótjóðið í Miðbýnum og ikki sum upplýst frá tún- inum á Argjaboða!!! Á mynd 3 kemur flog- farið inn eftir Servágs- firði. Tað fer avstað aftur yvir Miðvági. Á mynd 4 kemur flog- farið inn yvir Miðvág. Tað fer avstað aftur út yvir Servág. SS SOSÍalurin Tidindaskri Síða 9 Summartilboð frá Føroya Banka Føroya Banki byrjar í dag eina telefontænastu fyri allar lønar- kontokundar bankans. Telefontænastan fer at virka í summar hvønn dag kl. 18—20 frá mánadaegi til friggjadag á telefon 113 50 Telefontænastan eitt summartilboð? Um summarið kann alt henda. Fólk ferðast víða hvar, og tað kann meira enn so koma fyri, at ein knappliga stendur og manglar pening. Eisini kann tað koma fyri, at ein er staddur úti á bygd, har ongin bankaavgreiðsla er Tá er telefontænastan hjá FØROYA BANKA ein góð hjálp at hava at taka til. EYKA TÆNASTA Við telefontænastuni bjóða vit kundum okkara eina eyka tænastu útyvir vanligu avgreiðsluna. Hetta merkir, at telefon- tænastan kann nýtast, tá kundin er í peningatrupul- leikum í útlandinum ella av ymiskum orsekum ikki sleppur til vanligu av- greiðslu bankans. Flyting av peningi til útlandið Stendur ein av okkara kundum í útlandinum og manglar pening, virkar telefontænastan hjá FØR- OYA BANKA á tann hátt, at kundin ringir inn til bankan og biður um eina flyting til ein út- lendskan banka. Kundin upplýsir m.a. konto- nummar, navn, bústað, telefonnummar og fær at vita í hverjum banka, við- komandi kann heinta pen- ingin. Flytingin verður av- greidd næsta dag, FOR- OYA BANKI flytur pen- ing kring alt landið um- framt til Danmarkar, Noreg og Sveríki. Meguleiki er fyri at flyta bæði føroyskt og út- lendskt gjaldoyra. Flyta pening millum egnar konti Telefontænastan bjóðar eisini kundunum at flyta pening millum egnar konti. Stendur ein kundi t.d. við einum FR-korti i útlandinum, og peningur manglar á kontoini, kann viðkomandi ringja inn til FØROYA BANKA og biðja okkum flyta pening frá aðrari konto inn á lenarkontoina. Peningurin verður fluttur næsta dag. Bíleggingin av m.a. ferðagjaldoyra Fólk, ið skulu av landin- um og vilja tryggja sær ferðapening, kunnu nýta telefontænastuna til at bí- leggja ferðagjaldoyra t.d. ferðakekkar, euro-kekkar og reiðupening. Saldofyri- spurningar Telfontænastan hjá FØR- OYA BANKA kann har- afturat bjóða kundunum at ringja inn og fáa at vita, hvussu nógv stendur á kontoini. Telefontænastan kostar 10,- kr. fyri hverja av- greiðslu, tó eru saldofyri- spurningar ókeypis. Tórshavn, 5. juli 1988 Feroya Banki