Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-07-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. juli 1988síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

B Útgevari: Telefon: | P/f Sosialurin 118 20 | Fyritaksstjóri: Telefax: Krisjan Dahi 147 20 Ljósmyndari: Bústaður: Kalmar Lindenskov — Argjavegur 26 Uppseting: Argir P/f Sosialurin Postadressa: Prent: Postsmoga 76 P/f Pressan 1981 110 Tórshavn Bati hjá fiskimonnum TÁ HENDA samgonga tók við setti hon sær fyri at broyta skip- anina við studningi til fiskivinn- una. Lutvíst varð neyðugt við eini meira smidligari skipan, og lutvíst var neyðugt við eini skipan so- leiðis, at studningurin kom at hildnast betri Sum kunnugt høvdu vit eina sera óliðiliga studningsskipan, har allar upphæddir skuldu samtykkjast á Føroya Løgtingi, og har illa bar til at taka hædd fyri broyttum um- steðum í veiduni. FYRSTA URSLITIÐ var studn- ingsnevndin, sum nú skal áseta tær ymsu upphæddirnar. Hetta verður so gjørt fýra ferðir árliga, og bert hetta ger skipanina meira smidliga. Afturat hesum eru tey týdningarmestu feløgini innan fiskivinnuna umboðað í studningsnevndini. Hetta ger tað at vinnan er beinleiðis við í av gerðini um hvussu studningurin skal bytast, og tað meta vit av gjørt at vera eitt framstig. STØRSTA nyskipan sum er kom- in frå studningsnevndini er dag- studningurin til fiskimenn. Her er lutvist talan um eina umlegging av verandi studningum og lutvist um at veita øllum fiskimonnum somu sømdir. Flestu studningar vóru frammanundan kg.-studn- ingar, soleiðis at á summum veiðihættum fingu fiskimenn eina ávísa oyraupphædd pr. kg., har mett var at prísurin einsamall- ur ikki kundi geva fiskimonnum nóg góða urtøku. Talan var um einar 10 veiðuhættir. Summir fingu studning og ikki aðrir. Tískil var tað sera tilvildarligt, hvussu »rættvisur« studningurin kundi vera. Og heilt upplagt var tann skeivleiki, at teir sum ikki fngu studning vóru fyri vanbýti í mun ti Íhinar. HESIN KG.-studningur hevði eis- ini tann vansa, at tá ið lítið var veitt munaði hann einki, meðan han munaði meira tá nógv var veitt. Men tå var tørvurin anska ikki so stórur kortini. Í STUDNINGSNEYNDINI vóru menn sannførdir um, at her mátti gangast nýggjar leiðir. Og úrslitið gjørdist dagstudningurin, sum hevur avloyst teir flestu manning- arstudningar. Eins og hann er settur í gildi fyri veiður, har eingin studningur var áður. | ars fara í botn. 4 DAGSTUDNINGURIN virkar øvugt av kg.studningi. Dag- studningurin gevur mest tá minst verður veitt, og minst, tá mest verður veitt. Hann virkar á tan håttat fullur dagstudningur, sum er kr. 140 pr. dag á túrinum, verður lagdur oman á minstuløn- ina. So hvert sum fiskiparturin hækkar lækkar dagstudningurin í ein ávísan mun, t.v.s. at fyri hverjar 100 kr., sum fiskiparturin er omanfyri minstulønina lækkar dagstudningurin við kr. 20. LUTVÍST merkir hetta, at vit hava fingið eina munandi hægri minstuløn, hon er i dag kr. 16.500 pr. månada vid fritidarløn kr. 18.480 ella pr. dag kr. 616. SAMAN VID teirri hækking, sum annars er samtykt í minstulønini, er samlaða minstalønin síðan i fjør hækkað við 50%. MEN ANNARS hava vit afturat hesum fingiå eina studningsskip- an, sum viðgerð at kalla allar fiskimenn eins. Tí nú er tað bert inntøkan pr. dag tann einstaka túrin sum ger av, um studningur verður latin ella ikki. Ein minsta- lønartårur fær fullan dagstudning kr. 140, men annars kann nevnast sum demi, at er fiskipartur pr. dag kr. 700 er dagstudningur kr. 80, og er inntøkan kr. 600 um dag- in er dagstudningur kr. 100 o.s. fr. HETTA ER ein studningsskipan, sum tekur við av sær sjálvum, tá inntøkurnar eru lágar, og sum eis- ini fer úr gildi av sær sjálvum, tá inntøkurnar eru hegar. T.v.s studningur verður latin júst tá brúk er fyri honum. HENDA HÆKKAÐA minstalønin gevur so eisini møguieika fyri eina munandi hækking av for- skotinum hjá langfarafiskimonn- um. Hetta er ikki komið í rættlag enn, men vit vóna, at tað kemur innan stutta tíð. SKIPANIN ER tó ikki galdandi fyri línuskip á ísfiskaveiðu, har rættuliga stórur kg.-studningur verður latin. Men á hesi veiðu eru menn tó tryggjaðir ta hækkaðu minstulgnina. ALT Í ALT meta vit dagstudningin sum eitt hent tiltak fyri at kunna gera inntøkur fiksimanna meira stødugar, og vit meta at vit hava fingið ein hátt, har studningurin veruliga kemur til rættis. TÓ VERÐU framvegis tørvur á at veita kg.-studning, sum t.d. fyri línuveiðu og fyri veiðu av bíligum fiskasløgum, ella tá prísirnir ann- - Til Entreprenørar, Arkitektar og Hondverksmeistarar Ein heimskollvelting kemur nå eisini til Før- oyar, eftir at hava havt stóra succes í Noreg, Íslandi, Danmark, Svøriki og Finn- landi. Eitt málingaslag, sum loysir allar trupul- leikar við betong og múrsteinshúsum, innandura og uttandura upp til 50 ár. Kom og fá eina demonstratión mikudag- in 27.07.88 kl. 10.00 til 14.00 Målarafima FLA Móritsarvegur 13 FR-188 Hoyvík Tlf. 164 36 TILFARSLEIÐARI Telefonverk Føroya Løgtings sekir eftir tilfarsleiðara, sum er nýtt deildarleiðarastarv í bygnaði verksins. Tilfarsleiðarin fær m. a. ábyrgdina av og kemur at takast við: at samskipa innkeyp stovnsins at samskipa nýtslu og tørv á tekniskum tilfari at hava ábyrgdina av og saman við avvarðandi deildarleið- arum at samskipa sølupolitikk verksins at uppbyggja arbeiðsgongdina innan nýggju tilfarsdeildina at umleggja verandi goymsluskipan at gera útrokningar, herundir at áseta innan- og uttanhýsis prísir, og aðrar ad hoc uppgávur at gera roknskap og fíggjarætlan fyri deildina Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert, men krevjandi leiðara- starv. Vit fara ikki her í øllum smálutum at greina út, hvørji krøv vit seta til førleika og royndir higartil. Hetta skuldi verið sjálvsagt, tá hugsað verður um starvið. Men sjálvandi fer ein holl útbúgv- ing at muna nógv, tá farið verður at taka stødu til, hver skal setast í starvið. Harumframt fer stórur dentur at verða lagdur á skjalprógvað samstarvs- og samskipanarevni — bæði tá tað snýr seg um at seta í verk nýggjar skipanir og at fáa frá hondini dagliga arbeiði. Lenin verður ásett samb. sáttmála millum Føroya Landsstýri og avvarðandi yrkisfelag ella samb. serliga avtalu góðkenda av Foroya Landsstýri. Skrivlig umsókn, við avriti av skjølum, verður at senda okkum sum skjótast. Telefonverk Føroya Løgtings Postsmoga 27 110 Térshavn