Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 1988síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

So slatraði hann aftur fyri »stOra- beiggja« FOLKAFLOKKURIN fer ikki at blanda seg upp i danskan politikk. Í Føroyum skulu føroyingar ráða, og ikki danir. Føroya Løgting er hægsti myndugleiki i Føroy- um. Veljið føroyskt — veljið Fólkaflokkin. HVUSSU ofta sóu vit ikki hetta á prenti upp undir seinastu fólkatingsvalini og tað má eisini ásannast, at tað eydnaðist Fólkaflokkin- um at grýta so mikið av mold í eyguni á fólki, at flokkurin fekk umboð á danska fólkatingið. Síðani tá — frá fyrsta degi — hesin »sjålvstyrisflokkur« hevur havt sæti á hesum tingi, hevur hann snøgt sagt ikki gjørt annað enn júst ta øvugta av ti, hann segði seg standa fyri. FÓLKAFLOKKURIN hevur drigið eitt mál fyri og annað eftir úr landsstýri og løg- tingi niður á danska fólka- ting fyri at viðgera hesi mál har. Seinasta dømid er við- víkjandi skúlastríðnum i Vági. FORHOYRSLEIÐARIN sum settur var í samband við tænastumannakanningina við Vágs skúla, tykist ikki at gera sítt arbeiði liðugt. Landsstýrið helt seg íkki kunna liva við ótryggleikan- um við skúlan og setti skúlastjóran frá fyribils, í teirri vón, at trætan kundi fáa ein enda. Hendan træt- an, óansæð hver er synd- arin ella ikki, sum nú hevur vart í meira enn trý ár. VIÐ HESA avgerð lands- stýrisins eru nøkur nøgd og onnur ónggd. Hótt verður við ymiskum tiltøkum, men eitt tað mest løgna tiltakið :hóast alt er tað hjá fólka- på floksins umbodsmanni i fólkatinginum. Hann hevur, sum ikki einaferð, drigið eisini hetta mál niður til Danmarkar — úr føroyskum myndugleika. ÓLI er stutt sagt farin niður á Christiansborg at slatra fyri einum av sínum ideo- logisku stórubeiggjum hvussu illa føroyskir myndugleikar skikka sær. Hesaferð spyr hann danska kenslumålarådharran Berel Haarder, hvør ið hevur myndugleikan at koyra skúlastjóran frá. Føroya Landsstýri ella danska kenslumálaráðið. Oførur sjålvstyrismadur må sigast at vera. UTTAN her at taka dagar ímillum i skúlastríðnum i Vågi, kunnu vit bert undrast og åtala, at ein føroyskur fólkatingsmaður so undir- brotlia fer at slatra fyri donskum ráðharra um innanhýsis mál í Føroyum. HARAFTURAT kunnu vit minna á, at vit hava eina føroyska lóg frá 1978. Hetta er løgtingslågin um skúla- fyrisitingina. Fyrsta greinin í hesi lóg sigur, at Landsstýr- ið er hægsti myndugleiki fyri skúlaskapin í Føroyum. Somuleidis er tað landsstýr- ið saman við landsskúlaráð- num, sum setir lærarar og loysir teir úr starvi. Her skuldi tí verið óneyðugt at farið krúpandi til Danmark- ar við slatrisøgum. Hetta er bert eitt av mongum døm- um um »sjålvstyrispolitikk« Fólkafloksins. Ágrýtnari imperialiøtar finnast ikki. tór.- Frá MFS: Nr. 92 — 16. august 1988 OE 222 Skatting av føroyska summearinntøku hjá før- oyingum sum utbugva seg i Danmark Óvissa hevur stungið seg upp viðvíkjandi skatta- viðurskiftunum í Dan- mark hjá teimum, sum út- búgva seg har, men sum arbeiða í Feroyum í summarfrítíðini. Í hesum sambandi kemur Meginfe- lag Feroyskra Studenta, MFS, við hesari frágreið- ing: Trupulleikarnir stand- ast av einari grein í nýggju dupultskattingar- avtaluni millum Feroyar og Danmark. Um henda grein verður tulkað bók- staviliga, so kemur inn- teka, forvunnin av út- búgvandi í summarfrítíð- ini i Føroyum undir skatt- ing i Danmark. Soleiðis at skilja, at danska skatta- valdið roknar skattin út, og síðan trekkir ta upp- hædd frá skattinum, sum goldin er í Feroyum. Hetta kann geva heilt fitt í eyka skatti Tá MFS fekk kunnleika um hetta, settu vit okkum beinanveg í samband við Líkningarráð Feroya, ið síðan setti seg í samband við donsku skatta- myndugleikarnar Úrslitið av hesum er, at tað í letuni fara fram sam- ráðingar millum feroyskar og danskar embætismenn við tí fyri eyga, at tað, sum feroysk útbúgvandi í Danmark forvinna i summarfrítíðini í Fer- oyum ikki verður skattað í Danmark. Vit frætta, at tað er so at siga vist at hetta verður úrslitið, við tað at báðir partar eru vælvilliga stillaðir. Endaliga avtalan um hetta verður tó ikki gjerd fyrrenn einaferð í sep- tember Hugleiðingar — meðan Kári P. kemur úr hátalaranum — meðan Kári P. kemur úr hátalaranum Kári P verðini? hvar ert tú í Hví hoyra vit føroyingar einki frá tær longur??? Ert tú klárur yvir, at tú ert ein av okkara stóru yrkjarum og sang stjórna burturav? Hví seren letur tú íkki meira við teg koma? Jú, vit hoyra altíð, at føroyingar standa á tambi við yrkjarum, sangarum g kunstnarum. Alt got um tað og ongantíð betur, men tað skal bara ikki føra vid sær, at teir millum ella verða gloym« ir S0 vil eg heldur siga pg våanalilg« I dag er eftir mini met ing komin inflation i tén leikaralivid og alt ov lítið skal til, fyri at koma upp ímóti toppinum. Tú skalt u bert siggja so nøkunlunda it, hava tannpasta smílið og syngja jættyrktar sangir um kærleika og o er bjargad Mon r rn r r Ordasamanspæl inniheldur alt 2, kær leika, hatur, lívstankar, rættvisishugsjónir og meira, meira .... og saman- sett, sum fáum er givið sum gávu at megna. Kári og onnur, vónandi verða tær niðastu skuff- urnar skjótt latnar upp og vit fáa loyvi at spegla okk- um í tykkara kynstri. Okkum tervar tykkum í hesum dreymatíðum!!!! Ég velji dulnevni, tí for 101dini eru so smá og enn havi eg ikki breiðan rygg g stóran tummul Ein, sum enn drekkur kaffi Flogvøllur og undirsjóartunnil Bert nakrar fáar viðmerk- ingar til »verkfrødingin« og hugleiðingar hansara í blødunum 10. og 11. aug. Flogvallarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu er glæsiliga legd fram á glitr- andi pappíri. Fyrr var illani, uml. 7 mill. kr Erúktar. Men fara vit at kanna ætlanina nærri, so sær ein og hver, at onki ítekiligt liggur aftanfyri: Ongar mjerkakanningar. Ongar turbulenskanningar. Ljóð- kanningin er heilt vill leiðandi. Fiskaútflutning- ur: onki hald í. Lendi: óslætt og illa egnað. Kostnaðurin heilt vill leiðandi. Øl! vita at fullfiggjadur flogvøllur (eins og tann i Vågum) fæst ikki fyri 1000 mill. kr. Ætlanin sigst vera góð fyri handilslívið og hýru- vognarnar í Havn. Ein verkfrødingur, sum tryr uppá ein flogvell á Glyvursnesi. Ein borgar- stjóri, sum má byggja 0.s.fr Samanumtikið líkist flogvallarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu Framhald á síðu 15