Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-08-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1988síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í einum sorgblíðum huglagi undir åvirkan av hendingum frá einum stórum degi í lívi tínum og konunnar, sum nú er farin afturum, hevur tú leitað tær - til heimbygdina Aftaná at ein fjórðingseld av livsleid var løgd afturum i hovligari samveru, vóru tit rokkin fram á eina syn, ein lívsleta rann upp, ættarfólk og vinir bæði uttan og heiman hittu tykkum, mikil veitslurómur, vekur orð, men letan var, sum letur allar, stokkut. Sólin steðgar ikki síni gongd, fyri tí at ein neyðars menniskja so staðiliga vnskir, at henda løtan tó hevði hildið á eitt sindur longur. Skaldið má eisini hava ásannað hetta, har hann sigur t sól het Eg vildi, á ði steðgað og bíðað ti mangt Á skipast um, meðan stundirnar líða Men knappliga er far tykkara aftur einsamalt á leiðini, tit síggja bert tykkara egna kjalarverr, har lívsletan og alt, hon goymdi, kámast meira og meira, so hvert sum Tað er vorðið kvirt aftur, men minnini goyma tit. Tú situr altíð eftir tit sigla frá henni. So dýrabart, so stutt við einari sorgblíðari kenslu, tá tú eina tílíka hugfarsliga letu hittir ættfólk, tú ikki hevur sæð leingi, og tey knappliga eru horvin aftur. Umskiftið kann vera trupult, aftaná langan og miklan veitsluróm, aftur til tað yrkadagskenda Suðurkomin leiti eg mær, sum so mangan, út í kvirruna og stórleikan á tí vakra Vágseiði, tann íblás- andi og lívgevandi kelda í bygd okkara Men vesturkomin til Vatnið steðgar tú á Skeri. Her hendir nakað fram við Vatninum. Eygu tíni leita tó fyrst tvertur um fyrrverandi prestjørdina og Hamrabø, har tú fyri útvið 30 árum síðani gjerdi eina stóra upp- máting av ellum ekinum kring Vatnið, sum ein liður í útbúgvingini í Horsens. Haruppi, dagandi móti loft- inum, vestur ímóti Lírabergsdali, stendur húsið hjá Jáku hjá Mikku: Michalina, abbasystir, eitt hugsunar- samband. Nú ert tú við ættina, og veg hennara gjøgnum eldir. Danska skaldid Jeppe Aakjær sigur einastaðni soleiðis: lin egen dag er kort. men slægtens lang. g g g eg øret ydmygt til dens rod forneden Årtusind toner op i gråd og sang, m tens toppen suser imod evigheden Hetta er ættin vid Miså, Vilhelm-navnid. Michalina var systir abbans, Mortan vid Miså, sum gekk burtur vid sluppini »Cyclone« å Føroya Banka å våri 1903, ongin spurdist aftur, og ongantíð gjørdist heilt greitt, hvussu hetta hendi. Tað fórust 16 mans. Men navnið Vilhelm kom í á tann hátt, at ein av ættarfedrum mínum, Jesper Danielsen, sýslumaður, kallaði eitt av børnum sínum William Curling eftir enskum skipara, sum fór á land her. William verður so til Villum. Soleiðis eitur 2 ferðir tip-oldurabbi mín, feddur um 1730, Joen Villum Curling, onkuntíð eisini í kirkjubókini nevndur Joen Villum Jespersen. Curling dettur so burtur, Villum verður til Villumsen, seinni til Vilhelm. Men tungt mundi vera tá. Mangur sveittadropi mundi leka av enninum, og blóðsdropi gleppa undan naglinum at fáa endarnar at røkka saman. Einki æt almannaveitingar tá. Tá abbin gekk burtur í 1903, gjørdist omman, Julianna á Báraldarbakka, einkja bert 36 ára gomul, og tað var hon í 47 år, til hon doyði i 1950, líka við 84 ár. Hon skuldi ikki verið ringast fyri, dóttir Gamla á Gørdunum. Men sorgin og tunglyndið var stórt. Tí 9 vóru bernini, tað seinasta fett 4 mánaðir eftir at abbin var deyður, men bert 4 av teimum rukku ferm ingsaldur, tann seinast feddi, Morten Ludvig, doyði slek 2 ára gamal. Hetta var eitt lítið kag í ættarsøguna, ta søgu, sum vit mugu leggja okkum væl í geyma. Jeppe Aakjær sigur eisini Som dybest brønd gi r altid klarest vand, og lifligst drik fra dunkle væld udrinder så styrkes slægtens marv hos mand og barn, ved folkets arv af dybe, stærke minder Annars kann vera nevnt, at abbin og báðir brødur hans ara, Jákup Johan og Dånjal Johan, Dolla við Misá, vóru við tann, í Vágs útróðrarsegu tiltikna dagin i mai 1873 tá 13 bátar fóru til útróðrar fyri eystan í besta veðri Abbin, sum tå var 16 ár, og breðurnir vóru á sama báti eitt 6-mannafar, har teir vóru 6 mans á báti. Teir fóru, saman við 2 eðrum bátum, út um Stein. Men sum eitt byrsuskot brast hann á við kavaroki og stormi av land- nyrðingi. Har er streymhart, og tað gjørdist beinan- Nr. 94 — 20. august 1988 Niels Juel Nolsoe skrivar: vegin sera Oslætt. Teir torgaðu ikki eysturum aftur Allir 3 bátarnir hildu so vestureftir, men tá fekk tann eini. eitt 4-mannafar, ein sjógv og fór runt. Tað eydn aðist teimum á 6-mannafarinum, sum kom áftaná, tað var tann báturin, sum abbin var við, at bjarga teimum 4 monnunum í øllum ódnarveðrinum. Teir hildu so vestur í hav og síðan inn á Eiði, har teir, aftan á 15 tímar harðan róður. lendu í Kleivini, hóast avilt var í brim síggja teir aftur, og ti var rimiliøt at fólk he seg siggja teir í har ferð, tá teir k i ) kk igaligt li tað E ær £ 5 Va H erður stórt arbeið B iðið ri att gul er eiga teir a fáa rós. Nú gerst vakurt frar her og, fram um alt + tr t he på Ain fø sl: . ert 1 ør tróttareki er á Eiðinun og ierðslan nógv. Ikki nervar tað á nakran hátt tað umhvervi, sum her er. Íkki nógvar bygdir í Førovum eiga eitt vatn sum hetta, at kalla í sjálvari bygdini. Glediligt, at ti nú verða sýndar slíkar semdir, at tað, eins og gimsteinur á ringi, verður umgyrt av grenum skráum, listarligari grót- laðing og gongugetum Tú heldur fram vestureftir og fer yvirum á gongu- getuna, sunnan fyri Vatnið. Her er so stilt ein sól- fagran leygarmorgun, bert karran og veingjabrestir frá ritumeinginum útiá. Tú gerst eitt sindur fjarur aftur Tað tutlar og teskar í minnisgoymslum tínum, tú sær fyri tær tað ýðandi lív, her var, tá tit ungu stóðu á skoytum á ísinum mangt vetrarkveld. Tað er væl óhugsandi í dag. Nú hava tey ungu bilarnar ístaðin. Tú situr á einum beinki við getuna her sunnanfyri og starir inn í fortíðina. Eitt svalligt lot er, og sólar geislarnir stokka uppaftur frá teimum smáu, kreppu aldunum. Tú sært myndina av einum unglingi, sum er tú sjálvur. Kanska gjørdist tú her á fyrsta sinni åst- tikin í einari gentu, eitt kveldið mánin so rundur hekk beint uppi yvir tí spegilblanka ísinum. Janus Djurhuus sigur einastaðni ið h ari runarbant min summarleik, sum suð av flytifugla sangi har livir hann, ein tóna mild og veik, sum skelvir skýmingstund á horpustreingi Framhald á síðu 15