Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-08-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1988síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

las át AR 2) Nr. 94 — 20. august 1988 Framhald av síðu 10 Hugleiðingar á Vágseiði Her er so mangt á Eiðinum og fram við Vatnið, sum er broytt, nógv til tað betra, tó eisini okkur til tað verra, men tú sær tað gamla fyri tær. Her standa nú VB- húsið og Vágshell, sum alt bygdarfólkið kann freast um. Í mínum barnaárum var tað trein hjá Julius á Kafén- um. Har sótu tá fedrar okkara og hugdu at fótbólts- dysti, óivað við einari pisu í lummanum. Onkuntíð kom bólturin inn um stikið, inn á dyrkilendi, tá vóru vit vitar skjótir at kippa hann útaftur Nú íðkar ungdómurin á sama stað, í Vågshøll, ítrótt g mentanartiltek verða eisini fyriskipað her, og i VB húsinum verða m. a. tær tiltiknu nýggjársveitslurnar vldnar, fylgdar av megnar kyndlagongu og bålbrenn ing. Jú, tað grer um gangandi fót Aftan á hesa grundandi, inntonktu letuna sunnan fyri Vatnið, letur tú bilin standa og spákar tær vestur á sjálvt Eiðið. Tað eru so mong stað, tú kanst leita til her Hesin náttúruvakri blettur, sum júst hesa letu sýnir fagrastu mynd, goymir ein so stóran part av tíni barna- og ungdómsverð. Tú velur at fara oman dráttin, oman í Kleivina. Nú er kvirt her. Her verða ikki fleiri bátar drignir. Teir, sum drógu bátarnar her, og sum høvdu tað fyri neyðini, teirra millum okkara bestu útróðrarmenn, liggja nú undir moldum, og onkrir teirra komu ikki aftur: Tit, sum við ár í hendi, so mangan ódnardag, á hesum klettum lendu, við hogv og góðum lag Í dag er mestsum kyrt her, eitt sindur av runi í sjónum. Aldan hevjar seg eitt sindur á flúrinum uttan fyri Kleivina. Men her hevur mong vandasteða verið, tá bátar av útróðri hava roynt at lent. Her kemur so tú, eitt nútíðar menniskja, koyrandi í bili vestur á Eið, eftir asfalteraðum vegi. Tú hevur, sum allir føroyingar, eitt P-tal, og lønarkonto í onkrum peningastovni. Tú dugir illa at ímynda tær tann bardaga fyri lívið, tað var, tá bert hendurnar vóru at líta á, tá menn á myrkari nátt fóru eftir getuni vestur á Eið, við leypinum á baki, drógu bátin oman og fóru til árar, ofta í vánalíkindum, og heimafturkomnir at bera hvenn stert í leypinum heim til bygdar, til avreiðingar. Nú verður valla lagt frá landi her longur, uttan á onkra skemtiferð við byrsuni, ella fyri at sleppa seyði í feiti- lendi. Tá tú langa letu hevur staðið og eygleitt, hvussu havið ótroyttiliga berjist og roynir at brýna burtur av klettinum, og tað æviga dunið frá hesum bardaga hevur trokað seg inn í hevur og sál tína, og givið tær eitt frið- sælt huglag, so hevur tú valla hug at fara heim aftur til býggja. Har er eisini dunan og órógv. Men tað er manna- skapað. Tær rennur tá í huga danska skaldið S. Steensen Blicher, prest, og gongutúrar hansara á jútsku heiðini. Heima var mangan so trongligt hjá honum. Hann var ein undirmettur, vónsvikin rithevindur. Tað var »kulturelitan« í Keypmannahavn, sum gjørdi av, hver sum kundi sleppa inn í hitan, og tað kundi eitt neyðars skald úti á jútsku heiðini ikki. Fyribrigdið er annars ikki ókent her hjá okkum, innan ávís. listargrein. Men Blicher reikaði runt á heiðini við byrsuni. Væl dámdi honum at smakka sær á. Hann prátaði við bendurnar á teimum spjaddu gerðunum og við sigoynarar, sum altíð vóru á ferð. Hetta gav íblástur til hansara mongu, vælkendu stuttsegur, ein tann kend- asta er nokk »Hosekræmmeren«. Har sigur hann. at tå hann — mangan troyttur, kundi sita á einum steini úti á heiðini, og sá roykin frá einum mannabústaði, so leiddist honum við, og hann ynskti: gævi hasin bústaðurin ikki var har, tí har er eisini meði og neyð, har trætast og berjast tey eisini um, hvat er títt, og hvat er mítt. Kanska er tað sína egnu kvøl, hann rópar út í hesum Lådum ørindunum í teirru vekru yrkingini »Til glæden«: Hulde engel, du min barndomsven, tro ledsager i de svundne dage, sig mig da, hvor est du draget hen, sig mig når, når kommer du tilbage Se jeg søger dig, oh kom igen, hør jeg kalder, kom igen tilbage, før mig til mit gamle Eden hen, eller til det ny du snart mig drage. Eg gangi mær niðan aftur av dråttinum og vestur á helluna, har tann el-rikni banin, sum gekk vestur í Mulagjogv, byrjaði. Tað var avreksverk i 20-árunum, at reisa hesa veldugu stálkonstruktión, stutt eftir at Vágur, sum tann fyrsta bygd í Feroyum, hevði fingið el- verk. Nú standa bert stabbarnir eftir vestur eftir helluni. Beint omanfyri, har eg standi, er gamla grót- brotið, sum ikki er í nýtslu meira, og tað fær meg at hugsa um tey gleðiligu tíðindi eg hoyrdi, at ruskplássið í Skarvsgjógv skjótt skal latast aftur. Er tað satt, og kunna teir finna eitt annað pláss (hví ikki nýta gamla grótbrotið og tyrva so hvert, til ein meira varandi loysn er funnin), so tænir tað teimum, sum avgerðirnar taka, til heiðurs, og so verður Eiðið aftur eitt satt Eden, bert í nýggjum skapi, við sínum ítróttarfasilitetum tllagad verandi og komandi tíð. Tá tú, bein t aftan á kirkjutíð sunnudagin, aftur fer vestur á Eið, og meira hugtikin enn nakrantíð lítir teg íkring hesa sólfegru letu, tá gerst tú knappliga tungur í huga, tí tað rennir fram fyri teg, at nú gongur leiðin skjótt norðuryvir aftur, til dunið frá stórbýnum, tað mammonkenda, materialistiska dunið, sum er so ymiskt frá duninum her í Kleivini ella tvertur um Mulatanga, ti tað er teskan, tað er redd havsins Aftan á hesa friðsomu letu her vesturi mást tú, við Blicher, ásanna, at millum manna er bert ófriður, meðan náttúran er friðsom (um hon sjálv fær frið), hon er takk- som, tigandi tekur hon móti allari teirru kvel, tú hevur at rópa út, um tú hevur nakra, og hon gevur ugga og frið. Men fráfaringarleta er komin, og tær renna í huga ódeyðiligu orð Gunnars av Líðarenda, tá hann mátti flýggja av landi: Frítt er Eystfelli frá at fara. Men letu seinni ert tú um borð á »Teistanum«, og aftur letu seinni i Havn. Umskiftið er stórt: høgt til loftið, vítt til veggja og glitrandi sól á Eiðinum, skotran av bilum, tjúkt í mjørka, so ikki sæst fram um hondina her í Havn. Hetta minnir meg um eina segu frá tí vakra Konigsee í Suðurtýsklandi, eitt av teim yndisplássum, sum konan og eg plaga at vitja, tá vit eru sunnanfyri, og har vit eisini hava verið onkra bátferðina. Fýra menn úr Múnchen gera í jólavikuni eina ferð til Kónigsee. Teir koyra við jarnbreytini til Salzburg, haðani við sleðu, við 2 rossum fyri, til Kónigsee. Vatnið liggur í allari sínari skreyt og kvirru, við spegilsblonkum ísi, millum tey hegu, kavakleddu og skógarkleddu fjellini. Teir standa í Síða 15 skoytum á teirri veldugu isfløtuni, eta Kónigsee-forelle, sil veidd á hesum sera reina vatni, á einum hugnaligum gistingarhúsi har. Móti kveldi, tá fullmánin hevur hevjad seg upp um tey hegu fjøllini, lýsir á kavan og speglar sær í isinum, loysa teir skoyturnar undan, koyra sledu gjøgnum tær skýmligu, kavakløddu skógirnar aftur til Salzburg, huglagið er hátíðarligt. Teir fara í náttokið til Múnchen. Tá teir verða vaktir tíðliga morgunin eftir í Múnchen, eru illum girna a eð ) Vi í u Er ð Konigsee Søgan endar vid hesum orðu Latið hondina og hjartað hoyra framtíðini til, henni tervar tey. Men goymdur á fold er enn mangur dý rgripur frá aldar gomlum døgum, sum ævigt er ogn teirra, ið eina ferð funnu hann Styttri kann tað sigast við ódeyðiligu orðum Henrik Ibsens: Evig eies kun det tapte, — ævigt átt er bert hitt lista N iels Juel Nolsøe - - # Reingeringsfólk Sekt verður eftir reingeringsfólki til deild Líkningarráðsins í Kollafirði at byrja 1. september 1988. Holið, talan er um, er umleið 120 m? til støddar. Upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Líkningarráðið, tlf. 14511, lokal 59 ella 60. Skrivlig umsókn skal sendast til: Líkningarráð Føroya, Norðstreymoyar deild, Postbox 51, 110 Tórshavn í sein- asta lagi 25. august 1988. Líkningarráð Foroya Norðstreymoyar deild Skrivstovufólk Sokt verður eftir skrivstovufólki við út bugving til skrivstovuna hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Ein ið hevur kunnleika til bókhald hev ur fyrimun Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið. Umsóknir skulu verða Vaktar- og Bjargingartænastuni í hendi í seinasta lagi 31.08.88. Vaktar- og Bjargingartænastan Box 347 110 Tórshavn