týsdagur 6. september 1988síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Pengar og
mentan
TÁ VAL stendur fyri durum er
ikki óvanligt at hoyra politikarar
nar lova bæði gull og argnar
skógir. Einki er 6ført. Alt ber til.
Skatturin skal minkast, tollurin á
sama hátt, bygdir skulu fáa vegir
og berghol og havnir, ungdómur
in skal fáa betri sømdir og tey
gomlu skulu sleppa undan at
rinda skatt av inntøku, tey skulu
sleppa undan at rinda útvarps-
gjald osfr. osfr
MEN tað er eitt ski, sum av
mongum politikarum verður
gloymt. Tað er mentan okkara.
Ja, summir politikarar eru bein-
leiðis ímóti, at nakar stuðul verð-
ur latin til mentan okkara, tí slík í-
lega er ikki profittgevandi. Tú
tekur bara pengar úr landskass-
anum og sær teir ongantíð for-
renta seg aftur í veruligum peng-
um. Tað er so heldur einki duls-
mál, at ávísir av borgaraligu
flokkunum hava hesa uppfatan-
ina. Teir leggja sektina á, um vit
fáa fleiri og betri føroyskar send-
ingar í sjónvarpið, um umsteður
verða skaptar hjá fólki at takast
við at skriva, mála og annað, sum
náttúrliga hoyrir heima í mentan-
arlívinum. Teir eru líkasælir, tí fyri
teir snýr lívið seg bara um pengar
og aftur pengar
| SLÍKT er hugstoytt og óhugna-
| ligt. Sum lítil tjóð við egnari ment-
| an og máli mugu vit alla tíðina
Í vera vakin og ikki undirmeta ta
stóru ávirkanina, ið floymir inn
yvir okkum uttanífrá. Harnæst
mugu vit brynja okkum út til at
kunna taka ímóti hesi ávirkan. Vit
eiga ikki at byrgja okkum inni,
men vera opin fyri tí mesta av tí,
sum náttúrliga vil koma inn á
okkum. Vit eiga samstundis at
stimbra og menna okkara egnu
mentan, soleiðis at vit á tann hátt
minka um útlendska árinið. Vit
mugu læra at fóta okkum í eini
| tíð, har nýggj tøknifrødi brýtur
| niður øll landamørk.
HELST eru tad so tey, sum halda,
at her stendur væl til. Ongantid
hevur åhugin fyri at geva ut bond,
| plátur o= ' ' “ið so stórur
sum nú. Hetta má tá vera tekin
um eitt livandi og ríkt mentanar-
lív. Jú, víst er hetta partur av okk-
ara mentanarlívi, men tað er so
bert ein partur. Tað er hin partin,
tann sum kanska í flestu forum
hevur almennan stuðul fyri neyð-
ini fyri at kunna yvirliva, ið vit
eiga at geva gætur.
EITT nú sjónvarpinum. Hesin
stovnurin hevur ómetaliga stóra
ávirkan á samfelagið alt. Vit
síggja, hvussu stóra ávirkan út-
lendsku sjónvarpssendingarnar
hava á málið og mentanina og
fyri ikki at tala um sjónbondini.
TAÐ ber íkki til í allar ævir at
forða einum slíkum útviklingi.
Men vit eiga tó um somu tíð at
skapa okkars egna sjónvarpi um-
støður at virka undir, so tað i
nógv størri mun enn i dag er ført
fyri at gera føroyskar sendingar
og at leggja bædi føroyska talu
og tekst i útlendskar sendingar.
Hetta verður gjørt aðrastaðni, so
hví ikki her hjá okkum! Tað kem-
ur at kosta. Tað er greitt. Og um
vit vilja tað ella ei, so eru vit
noydd at gjalda henda prís, skal
máli og mentan okkara verða lív
lagað.
MEN tað er greitt, at almennur
peningur skal ikki latast kritikk-
leyst. Kravið má vera at góðska
fæst fyri peningin. Sum eitt stig á
leiðini átti almennur peningur at
verið settur av til at skaffa bæði
útvarpi og sjónvarpi málráðgev-
ing. Her verður ikki hugsað um at
sensurera tilfar, men slík ráðgev-
ing skal vera stuðul hjá starvs-
fólkunum.
JUST í hesum døgum verður ein
foroyskur filmur gjørdur ætlaður
at vísa fram á norðurlendskum
filmsdøgum, sum verða í Føroy-
um í 1989. Tað er greitt, at tað al-
menna eigur eisini at stuðla slík-
ari framleiðslu, sum eisini er við
til at varðveita og menna mentan
okkara. Og soleiðis kundu vit
hildið fram. Samanumtikið kann
sigast, at vit fyri at kunna kalla
okkum føroyingar í framtíðini eru
noyddir til at stuðla mentanini
nógv meira enn nú
jamii
Nr. 1 — 4. januar 1986
Oluva Husgard
einaferð enn
Tú biðjur
bingar tiga meðan rættur-
in talar. Eg fari at spyrja
teg hvat endi tú heldur tað
verður á teimum 360
skúlanæmingunum í Vági
sum hava bíðað í 3 1/2 ár
meðan rætturin hevur
talað. Hvat hevði tú sagt
okkum vág-
um eitt av tínum bernum
fór í framhaldsdeildina og
hevði haft 10 roknilærarar
í 7 ár, ella um tú átti eitt
ið var lesiveikt og
barn
fekk tríggjar lærarar at
sama faki í
ella bleiv tikið
eingilsk-
undirvísa sær
sama tíma
út úr hverjum
tíma at fáa serundirvísing
í rokning, og túsund onnur
ting av sama slag. Tað er
hetta tað snýr seg um og
onki annað. Tað tú vil, er
at fáa fólkaflokkinum
nakrar atkveður til valið
og onki annað. Um tú
hevði fingið sitandi sam
gongu niður við nakk
anum uppá hetta skúla
mál, so hevði tú verið
bjargað. Her í
vit bjarga
Vági vilja
indirvisingini
hjå børnunum, so må
politikkur vera politikkur
Foreldur
Frá Føroya Sjúkra-
hjálparafelag!
Tann 2. nov. 1973, stovn-
aðu vit okkara egna felag,
og verður Feroya Sjúkra-
hjálparafelag sostatt 15 ár
í ár. Nú kunnu vit, sum
fyrsti rektarbólkur innan
Heilsuverkið vísa á, at
tann 12. august 1988,
fingu vit okkara egna
foroyska sáttmála, undir-
skrivaðan við
Landsstýrið
AR
Feroya
Aðrenn tað
fylgt
vit fingu undirskrivaðan
tann 1.4.74
Fegin kunnu vit siga
okkum at vera, langt um
leingi, at hava fingið okk-
ara egna sáttmála, sum
vit sjálvi kunnu samráð-
Vónandi verður
lættari fyri báðar partar
ast um.
hava vit
sáttmálum hjá
Amtsráðsforeiningini, ið
at kunna samráðast í
okkara egna landi. Hetta
hevur verið okkara ynski
síðan felagið varð sett á
stovn og eitt stórt arbeiði
er nú væl frá hondum
greitt
Feroya Sjúkra-
hjálparafelag
Tá ið tjóðin er búgvin
Herfyri sóust sluppirnar
aftur undir segli. Góð
hundrað ár sigldu tær og
legdu lunnar undir fer-
oyska fiskivinnusamfelag-
ið. Nógv fólk kravdist at
manna tann stóra slupp-
flutan, sum legði yvir um
hav longu áðrenn tindar-
nir vóru táir um várarnar
og kom ikki aftur fyri
teym, fyrr enn teir fyrstu
herðu heystarstormarnir
leikaðu í og aftur hvítnaði
í erva.
Ein partur av manning-
ini umborð var altíð blað-
ungir dreingir. Teir hevdu
so dánt fingið prestsins
hond á hevdið, tá ið teir
fyrstu ferð fóru á skips-
dekk. Tá ið drongurin var
fermdur var hann búgvin
at vera millum manna og
gera mansverk. Allir
dreingirnir vóru neyvan
líka menskir, og nógvar
ganga søgurnar um,
hvussu fyrsti skipstúrur-
in var hjá hesum ungling-
um. Men teir vunnu og
vuksu til mans væl studd-
ir av teimum, teir vóru
saman við.
Javnaldurin, gentan,
skuldi ikki út i bláman á
sjónum, men eisini hon
var nú hildin búgvin at
tara út at tæna og lí
bjarga sær og sínum í fe-
ag. Hennara partur lá
ongantíð eftir, frá tí hon
var fermd, og til hon stóð
við gravarbakkan
Nú er alt ødrvisi. Ung-
dómurin kennir lítið til
kropsligt arbeiði fyrr enn
hann er 17—18 ár ella
eldri. Tey flestu hava lært
at skoyta eitt sindur uppí
við summararbeiði ein til
hálvanannan mánað. Tey
eru ung longri enn ættar-
liðini undan teimum og
hava minni ábyrgd fyri
ødrum skyldfólki enn áð-
ur. Um tey eru seinni
búgvin nú enn áður, kann
vera so ymist. Men vóru
tey eins og áður kravd at
fara til verka, tí lívskorini
vóru soleiðis, er einki at
ivast í, at okkara ungu í
dag vóru fer fyri tí, og
skjótt vóru fullbúgvin
millum manna.
Herfyri stóð ein væl
uppsett grein í Sosial-
inum, sum Eirikur
Lindenskov hevði skrivað.
Hann er javnaðarmaður
og helt, at hann kundi
geva Tjóðveldisflokkinum
ábreiðslur bæði so og so
Onkur hevur svarað Eiriki
aftur. Í eini oddagrein í
14. September royndi Kar-
in Kjelbro at vísa Eiríki á
dygdir og dugnaskap í
Tjóðveldisflokkinum, sum
Javnaðarflokkurin hevur
amast uppii.
Eirikur hevði skrivað
grein sína so frekliga, og
samstundis hevði hann
fingið góða blaðrúmd, at
hetta harmaði og argaði
ikki sert. Her skal ikki
trívast i so nógv av ti, har
stóð. Bert vil eg gera vart
við, Eirikur og tínir líkar,
at um so var, at vit vóru
komin á mál í feroyska
frælsisstríðnum javnbjóð-
is eðrum londum, so var
júst tín skriving absurd
og nyttuleys. Men júst tí
vit eru komin so stutt
áleiðis nýta bæði javn-
aðarmenn og tjóðveldis-
menn eins og allir aðrir
ovurhonds nógvar kreftir
hvert ár í hesum stríði.
Hugsa tær, at vit komu
haðar, at friður var á hes-
um váli. Hugsa tær, at
hesar kreftir ístaðin vóru
nýttar í politikki javn-
bjóðis ødrum londum. Før-
oyska 100-ára-stríðið fyri
frælsi hevur sogið øgiligar
kreftir úr føroysku tjóðini,
men hevur eisini lagt í fer-
oyingin eldhug og megi at
stremba framá sær og
fødilandi til frama.
Men stríðið verður at
halda á, dugir Javnaðar-
flokkurin ikki at síggja, at
teir saman við sambands-
flokkinum og eðrum vilja
hava hetta absurda og av-
oldaða stríð gangandi. Í
tjóðskaparligum málum
hevur Javnaðarflokkurin
ella partur av mansskap-
inum verið afturhaldsfólk
eins og tú, Eirikur. Stríðið
sum enn leikar á í Fer-
oyum er ókent víða um
lond. Stríðið er ófatuligt
fyri áskoðaran
Grundarlagið og hug-
sjón tín til at fera hetta
stríð, lýsir tú í einum setn-
ingi: tjóðin, feroyingar, er
—