Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-09-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. september 1988síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

á Ein úrmælingur millum svimjarar: Høgni Hansen 25.000,- kr. frå Framå Føroyum! Månakvøldid fekk tann 16 ára gamli Hegni Hansen úr Havn handaðan ein kekk uppá 25.000,-kr. frå Framá Føroyum. Peningurin fer til venjing hansara næstu 10 mánaðirnar millum nakrar av heimsins bestu svimjarar og venjarar í Florida í USA. Høgni Hansen fór úr Føroyum til USA longu týsmorgunin. Á lítlari samkomu månakvøldid gjørdi Hedin Mortensen vegna Framá Føroyar sum vant vart við, at peningurin verður veittur uttan treytir. Peningurin er játtað- ur sum ein viðurkenning fyri tað, Høgni Hansen hevur rokkið higartil, og ikki sum ein treyt fyri, at hann má og skal náa nak- að meira. Hinvegin gjørdi Høgni Hansen sjálvur greitt, at hann verður aftur í Føroyum seinast í mai mánað komandi ár, og at hann fer at royna at gera seg galdandi til Oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum næsta summar. Hondbøltskapping i Klaksvi Leygardagin og sunnu- Luttakandi liðini vera 6 i dagin skipar Stjørnan fyri tali. Tey trý bestu liðini í eini venjingarkapping í farna kappingarári, nevni- hondbólti fyri menn. liga Kyndil, VÍF og H71; Kappingin fer fram í umframt hesi luttaka ítróttarhellini í Klaksvík Neistin, unglingalands- liðið og Stjarnan, sum júst er flutt upp í 1. deild. Øll liðini spæla ímóti øll- um i 2 X 25 min. Dystirnir verða sostatt 15 í tali — seks leygardagin og níggju sunnudagin. Skrá- in fyri allar dystirnar er at finna í teiginum Á leik- vellum. Frálíkur svimjari Høgni Tr Hansen byrjaði longu sum 10—11 ára gamal Havnar Svimjifelag. Tað sást beinanvegin, at Hegni kundi gerast ein frálíkur svimjari. Jón Hestoy, ið tá var heimkomin úr Danmark og var venj- ari hjá Havnar Svimji- felag, avgjerdi at flyta Hegna upp í fyrsta lið. Hegni hevur svomið so at siga hvenn einasta dag og hevur tikið venjingina í full- um álvara. Hetta hev ur fert til, at hann í dag er nógv besti bringu- svimjari í landinum, og nogv besti bringu- svimjari, vit nakrantíð hava átt. Sum yngsti svimjar! nakrantíð megnaði hann at fáa gullnálina, tað hava bert 8 føroyskir svim]- arar megnað framman- undan. Gott í Danmark Høgni hevur eisini lut tikið í Danmarksmeist araskapinum við góð- um úrsliti. Hver minn- ist ikki 3. plássið í 100 metra bringusvimjing á Guernsey, og sjáldan man spenningurin hava verið sterri, enn tá Hegni svam 50 met ra bringusvimjing á føroyska stafettlið- num, tá feroyska liðið megnaði at seta »bana- rekord« í tí stóru svimjihellini á Guerns ey Saman við eðrum svimjarum úr Havnar Svimjifelag luttók hann í einari stórar! svimjistevnu, »Sjælland Open«. Hetta var 30. og 31. januar i år, og aftur hesaferå fekk hann eitt gott urslit. Á svimjistevnuni i Hamar i Noregi summar megnaði hann at fáa eitt fyrstapláss í sínum árgangi (71), og samanlagt varð hann nr. 4 av 46 svimjarum, 1/10 sekund aftanfyri íslandsmeist aran í bringusvimjing bert Til USA Ferðin til USA hevur leingi verið í umbúnað. Hóast spentur hevur Hegni, lítillátin sum hann er, ikki rættuliga trúð uppá, at hann gjørdist veruleiki, og at nakar fór at stuðla honum. Tað eru bert allar- bestu svimjarar, ið fáa tilboðið at venja undir heimsins harðasta venjara, Mark Schu- bert, sum umframt at hava vant ameri kanska landsliðið og fleiri olympisk lið, eisini vandi Jón Hest- oy. Ta búði hann í Los Angeles, í dag er hann leiðari av Mission Bay Makos í Florida. Undir kappingini „Sjælland Open< var Hegni Hansen m.a. saman við danska svimjaranum Benny Nielsen, sum eisini hevur vant hjá Mark Schubert. Harafturat hevur formaðurin Svimjisambandinum, Jón Hestoy lagt honum lag á áðrenn ferðina. Stuðulin frá Framá Feroyum til Hegna Hansen varð latin eftir tilmæli frá svimjisam- bandinum. Formaðurin í Havnar Svimjifelag, Helgi á Fletti, sigur í stuttari viðmerking, at tey ynskja Hegna eina góða ferð og gleða seg at síggja hann aftur í Havnar Svimjifelag komandi ár