týsdagur 4. oktober 1988síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fyri alt landið
og prioritering av tí, sum skal gerast skrivar Thomas
Arabo, logtingsmaður m.a. í greinini
3 tt Førova Legting
kk havnaætlanir
í Sina
{ 1 u år } a
í r P } Hvad
ið av somu stødd, sum
havnir
Hesar
legur hava i ellum ferun
land okkara
Nú fara skjótt øll €
bergholini at verða liðug
Stim um eg sp má siga
hava verið á >bana=É
Eg hugsi tað hevði verið
i góðari leiðr. un it nu
gera eina bergholsætlan
fy alt landið sum heild
is gera eina prioritering
vt sum má gerast Her
vil eg vísa á, at bergholið
til Gásadald eigur at verða
gjørt beinanvegin ti
evu imba
Næs K
sambandið lu
Haldórsvík og Tiørr K
Vegasambandið millur
hesar bygdir er so vána
Kvinnur í politikki
Í Sosialinum leygardagin
verður byrådslistin hjá
javnaðarflokkinum kunn-
gjørdur. Í hesum sam
bandi sigur Kristjan á
Neystabe m.a. at
kvinnulisti er lættur at
manipulera við hjá polit-
isku flokkunum, tí ein
tílíkur listi hevur einki
hugsjónarligt steði
Kristjan á Neystabe og
eg eru partafólk, og bæði
uppstillað fyri javnaðar-
flokkin til legtingsvalið,
men eg haldi tó, at neyð-
ugt er at gera nakrar
viðmerkingar til tað, hann
sigur
Um verðin var so ein-
feld, at vit bert kundu
flokka fólk eftir um tey
taka undir við eini ella
aðrari politiskari hugsjón,
soleiðis sum teir ymsu
flokkarnir frambera hesar,
so hevur Kristjan kanska
rætt
Vit gera hetta ofta, tí
tað er tá so lætt og einfalt
at skilja millum rætt og
rangt, millum hvítt og
svart, millum hegra og
vinstra, millum okkum og
hini. Men við hesum
gloyma vit, at tað eru so
nógvir tættir, sum virka
saman og eru við til at
skapa tað samfelag, vit
liva í.
Føroyar eru eitt
demi um slíka einfalda
hugsan. Í mong ár var
politikkur bert spurning-
urin um meira og minni
sjálvstýri. Ikki fyrr enn
við javnaðarflokkinum
komu sosial viðurskifti og
spurningar um fordeiling
av samfelagsognunum
við, og harvið kom fer-
ein
gott
oyskur politikkur at fevna
um nógv meira av tí, sum
er feroyska samfelagið og
viðvíkur fólkinum, sum
býr her
Men tað slepst íkki
undan, at foroyskur
politikkur í alt ov stóran
mun er merktur av, at
hann so at siga bert er
førdur av monnum, og
hetta er galdandi fyri allar
politiskar flokkar Tí
liggur so nógv á láni, sum
sæð við kvinnueygum átti
at verið loyst, og so
nógvar loysnir eru valdar,
sum sæddar við kvinnu-
eygum eru óhepnar.
Nú er tað so, at bert ein
lítil partur av veljarunum
hava fast tilknýti til ein
politiskan flokk, og tá
kvinnur vilja bróta mans-
monopolið í føroyskum
politikki, er tað ikki so
heilt burturvið, at tær
finna saman uttan fyri teir
etableraðu flokkarnar.
Hvat er so felags hug-
sjónin hjá teimum? Jú,
m.a. at bróta mans-
monopolið og virka fyri
eini aðrari prioritering, tá
loysnir skulu veljast.
Hetta vil í ein ávísan mun
siga at rætta skeivu
gongdina.
Tá eg og hini kvinnuligu
valevnini hjá javnaðar-
flokkinum velja at stilla
upp sum javnaðarvalevni,
so er tað tí, vit framman-
undan hava tilknýti til
flokkin og taka undir við
aðalsjónarmiðum floksins.
Vit taka undir við polit-
ikkinum hjá javnaðar-
flokkinum, og vit halda at
áhugamálini hjá borg-
arunum verða betri vard
av javnaðarflokkinum enn
eðrum flokkum.
Men vit halda eisini, at
javnaðarhugsjónin — eins
og aðrar hava brúk fyri, at
kvinnur eru virknar í
politikki. Vit vilja tí inn á
legting og í býráð at
tryggja, at ein meira
barnavinarligur, familju-
vinarligur, kvinnuvinar-
ligur og umhvervisvinar-
ligur politikkur verður
førdur.
At tað als ikki er dámt i
hverki sambands- og
fólkaflokkinum, at
kvinnur yvirhevur verða
valdar, vita vit, tí hesir
flokkar hava jú heilt greitt
kunngjørt, at teir ikki eru
fyri javnsteðu
Tí ikki eitt ilt orð um
kvinnulistar, teir hava so
avgjert sín týdning, men
mín hugsan er, at tað er
ógvuliga trupult hjá
kvinnum á kvinnulistum
at koma inn í politikk og
fáa ávirkan á avgerðirnar.
Eg vil tí mæla til, heldur
enn at gera serligan
kvinnulista, at velja
kvinnur á politisku list-
unum, og eg veit,“ at
áhugamálini hjá kvinnum
verða væl rekt við nógv-
um javnaðarkvinnuum-
boðum, bæði í løgtingi og í
býráð.
Marita Petersen
a ið karl rða gerð av bergholi millum
rg 1 Vík og Tjernuvík stendur
Ag, á ovarlaga á prioriterings
ak listanun fyri komand
| k 1 ergholsætlanir
1 Thomas Arabo
ivViKlligt KTA frå
kk N Act
sæ: -
Utbjóðing
Fyri Interkommunala renovatiónsfelags-
skapin, I.R.F., verður arbeiðið viðv.
gerð av vegi til tyrvingarpláss og um-
lastingarstød, umframt gerð av umlast-
ingarstød, við hesum boðið út.
Arbeiðið fevnir um:
Gerð av vegi til tyrvingarplássið
í Trøllavik, pláss til bingjur o.a.,
uppsetingarstød, jørd-, kloakk-,
betong-, stål- og elarbeidi til um-
lastingarstødina.
sum verður biðið út undir einum.
Ahugað kunnu venda sær til Tekono-
con, á tlf. 15236, og eftir avtalu fáa
útbjóðingartilfarið móti kr. 1000,- í veð-
haldi
Tilboðini, sum verða send í afturlatnum
brævbjálva, merktur
»l.R.F. — vegur til tyrvingar-
pláss og umlastingarstød«
skulu vera inni á skrivstovu okkara í
seinasta lagi fríggjadagin tann 28. ok-
tober 1988, ella latast inn á Hotel Tvør-
Oyri í seinasta lagi 10 minuttir áðrenn
tilboðini verða latin upp.
Tilboðini verða latin upp á Hotel Tvør-
Oyri, mánadagin, tann 31. oktober 1988
kl. 13.30. Tey bjóðandi kunnu vera hjá-
stødd.
TEKNOCON PF.
A Mýrini 4
188 Tórshavn