týsdagur 4. oktober 1988síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
KU
JS
Føroyska samvinnan við
= Namibia er stuðul til
— apartheid í Suðurafrika
— og hetta at gera samarbeiðsavtalur við Namibia má
metast sum ein roynd at máa grundarlagið undan sam-
tyktunum, sum ST hevur gjørt, segði Eyðólv Dimon, for-
maður í Sosialistiskt Ungmannafelag, m.a. á mótmælis-
fundinum á Vaglinum fríggjadagin.
Namibia ella Suður-
vesturafrika var týskt
hjáland til eftir fyrra
heimskríggj. Tá misti
Týskland hetta eins og
onnur hjálond síni.
Fólkaforbundið varð
sett at umsita Namibia.
Bretland fekk sum eitt av
limalondunum í Fólkafor-
bundinum litið upp í hend
urnar at stýra Namibia
Bretska Uniónin, sum
Suðurafrika var limur i,
læt hetta so víðari til
Sudurafrika
Seinni verður so Fólka-
forbundið upployst og ST
kemur ístaðin. ST metti
seg at hava yvirtikið
mandatið hjá Fólkafor-
bundinum og í 1966 var
einmælt samtykt í ST við
undantaki av Suðurafrika,
at ST skuldi taka sær av
umsitingini og at Suður-
afrika skuldi taka seg úr
Namibia.
Hetta góðtók Suður-
afrika ikki, tí tað vildi bert
taka ímóti boðum frá
Fólkaforbundinum, sum
tá var upployst.
Namibia er tí enn her-
sett av Suðurafrika.
Í 1977 var málið so
roynt við altjóða dómstól-
in í Haag, sum segði, at
Sudurafrika alt fyri eitt
skuldi taka herfólk sítt
heim úr Namibia, og at
eitthvert stig, ið bar á
viðurkenning av stýrinum
Namibia, var at meta
sum brot á ST samtyktir.
Tíðliga í ár fóru so tveir
reiðarar saman við einum
fólka- og løgtingslimi til
Namibia at samráðast við
jvislinga stjórnina har
um eina fiskivinnuavtalu.
Sum tit øll vita, so
komu hesir »garpar« aftur
við eini avtalu, sum loyvir
nekrum feroyskum trolar-
um at fara til Namibia at
fiska.
Fólkatingslimur
brýtur samtyktir,
Fólkatingið
hevur gjørt
Danska Fólkatingið hevur
viðtikið at stuðla altjóða
boykottinum, sum svarta
suðurafrikanska fólkið
hevur heitt á umheimin
um at gera.
Hetta er tí grovt brot á
danskan uttanríkispoli-
tikk og ein grov provoka-
tión av einum fólkatings-
limi at luttaka aktivt í eini
roynd at bróta tær sam-
tyktir, Fólkatingið hevur
gjert.
Meirilutin av Lands-
stýrinum legði herfyri
uppskot fyri Legtingið
um boykott av Suður-
afrika. Hetta hevur Leg-
tingið tíverri ikki avgreitt
enn, og er tað at harmast
um. Men steðan hjá meiri-
lutanum av samgonguni
er greið.
5 min. við Osmund
Men so nú ein dagin
hoyrdu vit formannin í
Feroya Reiðarafelag
standa í einum av okkara
fjølmiðlum og halda eina
einatalu um hvussu illa
stóð til í Feroyum. Send-
ingin kundi eisn væl itið 5
min. við Osmund. Ongir
spurningar, um hví hann
so tordi at keypa 3 skip og
byggja 4. Men hatta hava
vit upplivað fyrr, at for-
maðurin málar alt svart
og síðan keypir skip
aftaná skip.
Skipini eru keypt og
sum rosinan í pylsuendan-
um vil reiðarin nú hava
Feroya Landsstýri at
fíggja somu skip.
Við eðrum orðum, at
Landsstýrið skal fíggja
skip, sum skulu nýtast at
gera feroyingum fyri
skommum og til virksemi,
sum Landsstýrið ikki
kann góðtaka.
Hetta at feroyingar
gera samstarvsavtalur við
Namibia má metast sum
ein roynd at máa grundar-
lagið undan samtyktåh-
um, sum ST hevur gjert.
Hetta kann koma at
kosta okkum dýrt. Øll eru
vitandi um at eitt boykott
av feroyskum fiskaverum
vil raka okkum ógvuliga
meint. Hevuðskeyparin
fiskavørum úr Feroy
um er USA, og tað eru fá
viðurskifti amerikanski
brúkarin er so misnegdur
við, sum rasismuna
Suðurafrika og Namibia
Tað eru hesir, sum hava
noytt stórfyritekur at
taka seg úr Suðurafrika
og Namibia
Hvat fara hesir at siga
til skemdargerðina hjá
føroysku reiðarunum?
Feroysku reiðararnir
hava sagt, at teir hava
gjørt avtalur við svarta
fólkið í Namibia, og at tað
er lygn, at Namibia er her-
sett, og at alt tos um
suðurafrikanskst harð-
ræði er tað reina tvætl.
Seinni er so tað hent, at
Sudurafrika, sum eisini
fremur ágang á Angola frá
steðum í Namibia, er við
undirlutan og hevur verið
noytt at skriva undir eina
friðaravtalu, sum eisini
ber í sær, at tað verður
neyðugt at taka herfólk úr
Namibia. Henda avtala
sorlar alt grundarlagið
undan moralsku lygnun-
um hjá reiðarunum, sum
hava ført fram, at
Namibia ikki er hersett.
Býtt at gera
avtalu við stýrið
sum verður
frákoyrt
innan % år
Hetta, at gera eina avtalu
við Namibia júst nú, er
ógvuliga býtt, tå øll eru
vitandi um, at tað gongur
ikki meira enn ' ár, so sit-
ur SWAPO við róðrið í
Namibia. Tá fara teir at
bjóða vinum sínum sam-
starv, og tá verða Feroyar
tann svarti bletturin, sum
ikki hjálpti, tá á stóð.
Øll tjóðin skal tá standa
við ábyrgdini fyri ta
beistagerð, sum 3 feroy-
ingar hava framt. Gerðin
er teirra, men skommin er
okkara.
Sosialistiskt Ung-
mannafelag mótmælir
harðliga, at feroyskir reið-
samvinnu |
við Namibia
rar va tikið ipp sam
star ð hersetingarvald
ið í Namibia
Í ár eru 40 ár liðin síðan
Heimsyvirlýsingin um
Mannarættindi var gjerd
Kortini eru enn fleiri lond,
sum ikki hava sett hesa
yvirlýsing í gildi. Suður-
afrika er eitt tað landið,
sum leggur minst í hesa
yvirlýsing.
Hóast óteljandi áheitan-
ir og hóttanir, vil hvíta
minnilutastýrið ikki
slaka. Hetta hevur fert til,
at flestu demokratisku
londini í heiminum hava
sett boykott av ymsum
slag í verk móti Suður-
afrika.
SU mótmælir harðliga
at føroyskir reiðarar á
henda hátt spilla umdemi
føroyinga og Feroya.
Samstundis sum hetta er
ein vanvirðing av fólka-
ræðinum og mannarætt-
indunum, er hetta ein
stuðul til apartheidstýrið í
Suðurafrika.
Tað er átalu vert, at fer-
oyingar, sum liva í einum
demokratiskum vælferð-
arsamfelag, á henda hátt
stuðla kreftum, sum
trælka — ikki bert eðrvísi
hugsandi — men eisini
fólk við aðrari útsjónd!
Vatnleiðing
og kaðalverja
VATNLEIÐING
Kaðalverju
TELEFON
EL
GØTULJOS
ANTENNA
Keypið feroyska í
Heil og småsøla
P/f POLYPLAST
mm 185
Akranesgete % Torshavn
smleiðsiu
»
á
|
eee
SO
er