leygardagur 22. oktober 1988síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr
121 -- 22. oktober 1988
Christian Matras var
mål- og bókment a-
granskari. Í sínum virki
sum vísindamaður hevði
hann ta hugsan, at met-
ingar og niðursteður
eiga at byggja á hald-
gott steði, á skjal og
prógv. Henda vísinda-
liga stevna tykist at
vera komin til hansara
rættiliga tíðliga, næstan
sum ein hugbirting, og í
einum brævi til vinmann
sin, Janus Djurhuus
rópar hann hana skjala
sóttina. Ein åvøkstur av
hesl stevnu r ann
drúgvi inn ri |
væðasavnið »vaho
> iDK
-
in er kiøil
remst brøv frå Svabo
lanska tentukamarið rr
Hann kann ti tykjast
heldur turrisligur. Og
kortini, tå ið avtornar
gevur tetta nakna
skjalatilfarið eina mynd
av lívinum hjá hesum
einsliga slóðara, eina
mynd, ið er klár og
minnilig — og so sár, at
hon tekur um hjartað.
Christian Matras var
eisini skald. Vanliga
verður hildið, at ein mót-
segn er millum skil og
andkomu, millum skjal-
bundna rannsókn og
floygdan innblástur. Í
summum ferum er hetta
ivaleyst rætt. Men hjá
Christiani fanst henda
mótsegn ikki. Ikki bara
sótu vísindamaðurin og
yrkjarin — hjá honum —
væl um sátt undir somu
lon. Meira enn tað, teir
sýntust at stimbra og
ríka hvenn annan. Rann-
sóknirnar vóru við til at
kveikja yrkingarhug-
skot — og góvu teimum
lidnu yrkingunum fast-
leika og neyvleika. Hin-
vegin man skaldið hava
eggjað visindamanni-
num at gingið leiðir, har
fáur fyrr hevði verið.
Demi um hetta eru tær
framvegis stak forvitnis-
ligu greinirnar, har
Christian greiðir frá at-
lantssiðum og atlants-
orðum. Kjalllámur, blak,
slavak og mirkjalli.
Greinirnar um hesi orð
eru lærdar og vísindalig-
ar. Men munnu ikki orð-
ini sjálv — við teirra
fremmanda galdradámi
— hava bergtikið yrkjar-
an og elvt honum til hes-
ar rannsóknir?
Í skaldskapinum hjá
Christiani finna vit tvey
hevuðseyðkenni. Annað
er ein djúp alheims-
kensla, sum rinur við all-
ar yrkingar hansara at
kalla. Henda kensla ger,
at yrkingarnar verða
Til minnis um
Christ
0 >
hugvíðkandi, fáa tey, ið
lesa tær, at gloyma agg,
smásinni og kradd og
kenna seg sum »alheims-
bern, ið vakna í ríkum
roða<. Hitt er ein ektað-
ur og inniligur kærleiki
til tað feroyska málið.
Hesin kærleiki man
hava elvt Christiani til
at skapa sínar meistar-
ligu sang- og sálmatýð-
ingar, summar veldugar,
aðrar inniligar, allar
merkiliga rúmligar og
flevandi.
Christian Matras hev-
ur — tað eg veit — ikki
latið nakran skaldskap
úr hondum í óbundnum
stíli. Harafturímóti
týddi hann ein hóp av
skaldsegum til førovskt
— år donskum, enskum
og fronskum. Tann sein-
asta av hesum týðing-
um, sum kom á prent,
var Steikarahúsið við
Drotning Gásafót eftir
Anatole France, eitt
ódnartak í týðaravirki
Christians. Tann týðing-
in, sum hann sjálvur
metti hægst, mundi vera
Barba og Harra Pál,
sum Christian umsetti
eitt lukkuligt summar
suðuri í Søltuvik. Hesar
bekurnar, eftir William
Heinesen, Swift, Camus
og Voltaire, eru ikki bara
týðingar í sjálvum sær,
men eisini lærubekur í
føroyskum, fyrimyndir
hjá øllum, sum leggja í
feroyskt, leikum sum
lærdum. Eg fari her —
sum demi um Christian-
sa máloyra og orðasnild
— at taka uppaftur eitt
brot úr seguni Í Arkadiu
ein seinnapart:
»Fjålgliga kemur hes-
in angin av tradarlandin-
»kkum, løddur
1fturkenslu
im imott
ið søtari
hesin smilurin av smæru
sum 11 loftvorðnari
mykju, henda fjálga ond-
in av grasi ið fræar, hes-
in kryddraði og loyndar-
fulli roykurin av áar-
mosa eins og luttur úr
gomlum medisinkistum,
álvailmurin frá broðber-
um, hesin húðarkendi
deymunn av mórumi í
veitum, hesin ófrásigi-
ligi roykdámurin av ein-
semini og ellini á sólheit-
um steinum, sum fær ein
at fáa ferilin av tí fyrsta
lívinum og av ungdóm-
inum hjá jarðarknetti-
num; og til endans henda
nærstadda guvanin upp
av hesi gangandi kúgu,
hennara torvmoldar-
løkka, sólbakaða skinni,
og so mildi
dámur av fjósi og
krubbu og friði á jarða
Christian legði ikki
ella sjáldan — upp í tjak
ið um dagsins spurning-
ar. Ein kundi tí kanska
hildið, at hann sat sum
nennara
burtur eðrum heimi.
Tað var tverturímóti.
Hann las bleðini og
fylgdi væl við tí, sum
fyrifórst. Fyrst og
fremst hevði hann eyg-
uni eftir tí, sum hendi í
bókmentum og skald-
skapi. Tað mundi neyv-
an koma fagurbók-
mentaligt verk út á fer-
oyskum, sum hann ikki
las. Kom hann, í blað-
anna avsvidnu gadda-
jarð, fram á okkurt feiti-
lendi, har forkunnug orð
ella nýggj tiltøk sluppu
at reiðrast í leiftrandi
trækrúnum, gleddist
hann. Eg minnist,
hvussu hann einaferð
tók til eitt vælskrivað
ummæli, sum Jéanes
Nielsen hevði í Fríu Fer-
oyum. At ein havnar-
drongur sum Jóanes
skuldi megna at lokka
nýggjar tónar burtur úr
feroyska málinum — tað
undraði hann og fekk
hann at ernast upp.
Hóast hann var komin
væl upp í árini, sýntist
Christian ikki nívdur av
aldri ella tyngdur av
lívsroyndum. Nakar
»knuggandi trælur« var
hann ongantíð, tað er so
langt burtur frá.
Tverturímóti livdi
barnasinnið í honum, liv-
andi og ungt. Undran,
forvitni, gleði uppi yvir
lítlum og stórum, eini
vakrari reglu, eini vakr-
ari mynd, alt hetta eyð-
kendi hann. Ofta verður
— tá talan er um
listarfólk tosað um
tvílyndi, iva ella mis-
treysti. Sum øll menn-
iskju hevur Christian
ivaleyst onkuntíð kent
til slíkar kenslur. Men
tær mundu vera ógvu-
liga aftarlaga í huga
hansara. Tað, sum eyð-
stor
Móðurmálið
Síða 21
(Yrkingin vigd føroyskum studentum)
Eg fann teg i kvæðum, sum fólksins varrar
lyftu úr eld í eld,
eg fann teg í søgum og sagnatali,
har fólksins bregd vóru tøld,
eg fann teg í mjúkum barnaljóði,
sum sungið varð vetrarkveld.
Eg fann teg í orðum, sum meður mæltu
stákandi inni við eld,
eg fann teg í teimum hyggjuráðum,
í orðatek vóru telgd,
eg fann teg í teimum føgru nøvnum
á fjøllum, åum og deld.
Eg fann teg hjá einsligum stórmennum,
ið festu teg fyrst á blað,
eg fann teg í tí væna ljóði,
sum skaldið um oyggjarnar kvað
— eg fann teg nú aftur, nú andi tín
teg loysa úr fjøtrum bað.
kendi hann a, lýsti av
honum — var trúgv,
gleði við at skapa, kæti
og — em æviga ungur
ástartokki:
Renn blíð millum vallbakkar, kvøldvakra á,
renn blíðan, ein song eg syngja tær má,
mín Mary hon svevur við mutlandi streym,
renn blíðan og brót ikki hennara dreym.
Christian Matras vaks
til mans tjúgu ár eftir at
tjóðskaparrerslan = var
vaknað. Tilkomin yrkti
hann eina yrking, har
hann læt Feroya mál
taka lyfti av sær. >Ég
fann teg nú aftur, nú
andi tín teg loysa úr
fjøtrum bad«. At hann
helt hetta lyfti og fekk
sitt dagsverk frå hond-
ini, mundu øll åsanna,
sum vóru stødd niðri i
Vesturkirkjuni henda
dagin hann fór til grav-
ar. Sjálvur minnist eg
meg ongantíð hava upp-
livað eina so vakra og
tignarliga letu, hverki
uttan ella innan fyri
kirkjugátt. Her leikti
móðurmálsins andi,
loystur úr øllum fjøtr-
um. Mangt fór igjøgnum
hugan á einum hesa let-
una. Dagsverkið hjá
Christiani er av, sum hjá
so mongum eðrum før-
oyingum, monnum og
kvinnum. Men avbjóð-
ingarnar eru ikki minni
ella færri í dag, enn tær
vóru, tá Svabo fór undir
sin einsliga setning.
Dagsverkið hjá feroyska
fólkinum er ongantíð av.
Hanus Andreassen