Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-12-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 1988síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Utgevari Telefon: P/f Sosialurin 11820 Fyritaksstjóri Telefax: Krisjan Dahl 147 20 Ljósmyndari: Bústaður: Kalmar Lindenskov Argjavegur 26 Uppseting: Argir P/f Sosialurin Postadressa: Prent: Postsmoga 76 110 Tórshavn FÓLKAFLOKKURIN, sum í fýra ár hevur givið Javn- aðarflokkinum ábyrgd av »sundurskeljada« vinnulívi- num og tí »bélgnandi uttan- landsskuldini«, er so vandur í hesum ótespiliga spæli, hetta at ábyrgda ødrum fyri at káva yvir egnu misgerðir sínar, at hann heldur fram í somu geði og uttan fyrilit. EINS og stungin grind gongur fólkaflokkurin nú í trimum bólkum og eitthvert skal vera til at taka. HETTA at útnevna og finna sær syndabukk er hesin flokkur vorðin so kringur í, at tað eydnaðist fólka- flokkinum undan seinasta løgtingsvali, við síni lands- skaðiligu agitatorisku her- ferð og letuvinningsstra- tegi, at økja sitt tingmanna- tal við einum manni. LOTUVINNINGUR við lít, tí trupult gekst at mynda nak- að landsstýri og í fyrstu syftu miseydnaðist hetta eisini hesum illa plágaðu fólkafloksmonnum sjálv- um. OG íkki er hetta nøkur til- vild, tí hver er hugaður at vita sær fýra ár við galli og gori frá einum óðum stavni — eitt garterilsi, sum fyri- litaleyst heggur í allar ættir, og sær sjálvum líkt, íkki hevur evni til at kenna á- byrgd av egnum skaðagerð- um. HVOR hevur hug at verða drigin igjøgnum hesa klo- akk, ið floymir oman av Traðarvegi. Tað er vika síð- ani, at skuggastrategur og formaður fólkafloksmanna gav skarvin yvir í royndu- num at skipa nýtt lands- mánadagin aftur. Mynstrið er tað sama. Hesu ferð er tað so SEV. stýri. Longu goysir * ALLASTAÐIR har fólka- floksmenn hava stýring um hendi, eru hesir menn »for- fylgdir og fordadir« i sinum virksemi. Sjålvt um Sund- stein i SVF viku fyri valid åsannar alt sum verandi AVREAGERAST må, og i blindari ødi er tad nu SEV og 20 milliónir í oljugjaldi, minus 20 milliónir í studn- ingi, sum sambært Breck- mann'skan logikk geva 10% hægri SEV-rokning — inni í blaðnum sigur Arn- stein Niclasen frá einari hækking uppá 2%. Vorðið sum undirmeting av før- oyskum veljarum! EEN EI ES JESEITÐ) Viðmerking til viðmerkng, sum Kristianna Rein, útvarpsneundarlimur bloðunum hin 2. nov. 1988 Síðan Utvarp Føroya varð 1957 verið ein trúgvur lurtari, stovnað í havi eg og eins og onnur unni eg Utvarpinum tær umsteður Men eg, eins og mong bestu monnur, havi havt varð- hugan av, at ikki ruggar alt rætt har? Gjegnum trekkurin har hevur verið stórur, og mong voru tey útvarpsfólkini, sum hvurvu í myrkrinum, og redd teirra hoyrdist ikki aftur, meðan > Jlurtarnir spyrjandi bíðaðu eftir at hoyra tær vælkendu redd irnar aftur? So knappliga ein góðan dag gekk sjálvur útvarps- stjórin har, sum fluga í fløsku hjålptur av alva sínum. Flest øll starvs- fólkini vóru rýmd av hús- inum, vegna út av lagi vánaligum arbeidsumstød- um. Alt hetta máttu vit lurtarar = svelgja rátt, hóast vit høvdu goldið út- varpsgjaldið. Men Feroya Legting hevði jú valt eina fasta út- varpsnevnd, ein skuldi jú vænta, at henda nevndin fór at gera sítt ýtarsta fyri at fáa Útvarpið at riggað, sum tað átti. Men tíðin gekk, og henda góða út- varpsnevnd gjerdi lítið og onki — hví? Men nú fáa vit so at vita frá einum av nevndarlim- unum Kristionnu Rein, at utvarpsnevndin onki hevur við alt hetta at gera. Ein legin nevnd? Vit kenna øll tilgongd- ina? Hvussu útvarpsfólk- ini, ella rættari tey flestu, sum seinasta neyðarróp — noyddust at rýma úr út- varpshúsinum? Endin var so tann, at tey biðja um eina samreðu við útvarps- nevndina fyri har at leggja fram sjónarmið síni. Men tá hendi tað heilt merkiliga, at 3 nevndar- limir bera seg undan og vilja ikki meta á nevndar- fundi fyri at tala við heili 20 av starvsfólkunum. Nú fáa vit so at vita frá Kristionnu Rein, nevndar- limi, vald av Tjóðveldis- flokkinum, at hon ikki vildi meta tí at fundurin, sum skuldi verða í út- varpsnevndini var óreglu- liga lýstur, tí útvarps- stjórin ikki varð boðin við á fund. Eg kenni hverki til lógir ella reglugerðir Utvarps- ins, og sama ger tað. Men ikki trúgvi eg, at útvarps- stjórin er feddur limur í utvarpsnev ndini og enn minni trúgvi eg at nevnd in ikki kann hala fund ella tala við eitt ella fleiri av starvsfólkum útvarpsins uttan so at stjórin er hjá staddur? Um hetta er so, ja so er hitt einasta rætta at fáa broytt reglugerð út- varpsins skjótast gjørligt Eisini átti Kristianna Rein vita, at í hesum feri var stjórin inhabilur Kristianna Rein tykist ógvuliga avgjerd Ut- varpsnevndin hevur onki vid innanhysisvidurskiftir í útvarpinum at gera Nevndin skal bara ansa eftir at útvarpsskráin er fjølbroytt, og annars syrgja fyri at ávísir bólkar ella reddir gera sær dælt í Utvarpinum Ja og sjålvsagt fylgja lógum og reglugerðum út- varpsins. Annars skal nevndin bara viðgera tey mál, sum verða legd fyri nevndina Av sonnum ein merkilig nevnd. Ikki kundi tað hugsast at nevndin av sínum eintingum kom við ráðum ella uppskotum til stjóran ella teir politisku myndugleikarnar? Eisini kundi eg hugsa mær at spurt Kristionnu Rein — skal nevndin ikki syrgja fyri, at lurtarnir ikki vera við sviðið soð? Og hvat fáa lurtararnir burturúr tá arbeiðslagið i stórum heuði í verður ávirkað av innan- hýsis klandrið? Við fremmandum orðum lýsir hon mongu dygdir sínar. Hone r reel, objec- tiv, sannfør og letur seg leida av samvitsku sini og so framvegis alt gott og væl. Men veit hon ikki, at størsta vanvirðing ein kann vísa fólki, er ikki at virða at tosa við tey? Heldur ikki kann tað verða nakað forgjert í tí, um nevndarformaðurin og aðrir nevndarlimir heita á Landsstýrið og mæla til at byggnaðurin í Útvarpið Feroya verður broyttur Varð hetta gjert fyrr so varð helst ongin kreppa í útvarpinum nú? Tað má sigast at verða heilt burturvið tá Kristi- anna Rein sigur, at skal byggnaðurin broytast fyri Útvarpið, so má byggnað- urin eisini broytast fyri allar = aðrar almennar stovnar? Tíverri sær tað út til at utvarpsnevndin ikki er arbeidsfør vegna partapolitikk. Útvarpið er ein sera týdningarmikil lands- stovnur fyri alt Feroya fólk. Har eigur ongin nakran forrætt. Tað má tí verða eitt aðalmál fyri út- varpsnevndina, at ansa eftir, at hesin stovnur altíð virkar sum hann skal. Jóhs. Ravnsfjall Kunngerð Kommunuvalið á Tveroyri, sum lýst er at fara fram tórsdagin hin 8. desember 1988, verður hildið í Matarhøllini i Tvør- oyrar Skúla, nevnda dagin frå kl. 10 til 14 og frå kl. 16 til 20, og harefir so leingi, sum veljarar stødugt meta til at- kvødugreidslu. Veljarar, sum vegna sjuku ikki kunnu koma á valstaðið ella samb. vallógini á annan hátt lúka treytirnar fyri at velja heima, kunnu boða kommunuskrivstov- uni (tlf. 71085) frá í seinasta lagi ons- dagin 7. desember 1988 kl. 16. Tvøroyrar Kommunalvalnevnd hin 1. desember 1988 Dan Nielsen, formadur