týsdagur 14. januar 2003síða 1
Tekstur á síðuni
1
Tyrlan fór gjøgn-
um Vágatunnilin
Eftir avgerð løgmans:
Advokatar
melda pass
Síða 8
HSF-formaðurin:
Kvinnuland-
sliðið kemur
Hundurin hjá Tolleftirlitinum fann um middagsleitið mánadagin narkotika í
viðførinum hjá einum ferðafólki, sum kom við flogfari til Føroya
Nr 8 Týsdagur • 14. januar 2003 • 77. árgangur • Kr. 12,00
Síða 19-19
Tikin við narko
á flogvøllinum
ítróttur 23-30
Síða 3
Sløkkiliðsmenn í Kollafirði:
Fingu ikki
boðini
Eftirlit
Edvard Joensen
Flogvøllurin: Tá flogfarið hjá
Maersk Air kom í Vágar stutt
fyri middag mánadagin, fann
hundurin hjá Tolleftirlitinum
narkotika í viðførinum hjá ein-
um donskum ferðamanni, sum
við var.
Løgreglan varð boðsend, og
fólk av politistøðini í Havn
kom vestur. Maðurin varð
handtikin og fluttur til Havnar
til avhoyringar.
Áðrenn blaðið fór til prent-
ingar bar ikki til at fáa nágrein-
iliga at vita, hvat slag av narko,
talan var um.
Men Sosialurin skilir, at í
hvussu er kokain er ímillum.
Eisini skulu vera anabolskar
steroidur og onkrar tablettir
eisini. Sum skilst eru nøgdir-
nar ikki so øgilga stórar.
Bergleif Brimvík, leiðari á
kriminaldeildini hjá Løgregl-
uni, visti beint fyri evstamark
hjá blaðnum ikki meira ná-
greiniligt at siga um málið.
Tað skiltist, at fleiri vóru í
ferðalagnum, men hundurin
gjørdi bara vart við viðføri hjá
tí eina manninum.
Sivilklæddir løgreglumenn fylgja manninum við viðføri sínum til løgreglubilin, sum flytir hann til Havnar til avhoyring