týsdagur 14. januar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 8 - 14. januar 2003
Nr. 8 - 14. januar 2003
5
Nú skal tað eisini
verða lættari hjá
útlendingum at koma
upp í part í feløgum í
Føroyum sum hava
skeinkiloyvi
RÚSDREKKALÓGIN
Áki Bertholdsen
Nú skal tað verða lættari
hjá útlendingum at koma
upp í part í feløgum í Før-
oyum, sum hava skeinki-
loyvi.
Tað heldur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Eftir uppskotinum, sum
hann nú roynr at fáa polit-
iska undirtøku fyri um at
broyta rúsdrekkalógina, og
sum vit greiða frá í hinari
greinini her á síðuni, er
ætlanin at kravið um dansk-
an heimarætt fyri at fáa
skeinkiloyvi, skal fella
burtur.
Grundgevingin er, at
burtursæð frá norðurlend-
ingum, skulu útlendingar
hava arbeiðsloyvi fyri at
kunna hava hotel ella mat-
stovu í Føroyum.
Eftir galdandi lóg, skulu
allir nevndarlimir í feløg-
um, sum hava, ella søkja
um skeinkiloyvi í Føroyum,
búgva í Føroyum.
Sostatt kann ein, sum býr
uttanlands, ikki sita í nevnd
í felagi, sum eigur gisting-
arhús ella matstovu við
skeinkiloyvi.
Bjarni Djurholm heldur,
at hetta er órímiligt og kann
forða fyri, at útlendingur
keypur ein part av parta-
pengunum, ella allan sum
hann er, í einum felagið,
sum hevur skeinkiloyvi í
Føroyum.
Ístaðin skjýtur hann upp,
at hertir er tað nóg mikið
um stjórnin og helvtin av
nevndini í slíkum feløgum
búgva í Føroyum. Tó skal
loyvisnevndin kunna gera
undantak í serligum førum.
Kommunustýri og
loyvisnevndir
Hereftir skal tað eisini
verða kommunustýrini og
loyvisnevndin, sum hava
ábyrgdina av, hvussu nógv
skeinkiloyvi kunnu gevast í
hvørjari kommunu.
Í løtuni er tað landsstýris-
maðurin, sum ásetur talið á
skeinkiloyvum eftir ting-
ingar við loyvisnevndina og
bý- ella bygdaráðið.
Upprunaliga vórði Før-
oyar býttar sundur í sjey
øki, men nú er hvør komm-
una eitt serstakt loyvisøki.
Í løtuni er mannagongdin
tann, at vil eitt bý- ella
bygdaráð, at fleiri skeinki-
loyvi skulu vera í kommun-
uni, søkir tað til landsstýr-
ismannin um at hækka
talið.
Síðani verður málið sent
loyvisnevndini, sum so let-
ur
landsstýrismanninum
eitt ummæli og hann ásetur
so talið.
Bjarni Djurholm heldur,
at tíðin er farin frá hesi
mannagongd og at hetta er
harafturat óneyðuga stirvið.
Tí skjýtur hann upp, at
hereftir skal loyvisnevndin
hava
eitt
ummæli
frá
kommununi og at tað verð-
ur kommunurnar og loyvis-
nevndin í felag, sum gera
av, hvussu nógv skeinki-
loyvi kunnu vera í einari
kommunu.
Nú skal tað vera ein-
faldari at fáa skeinki-
loyvi í Føroyum og
rúsdrekkalógin skal
vera liðiligari enn
hon er nú
LÓGARBROYTING
Áki Bertholdsen
Nú skal tað í ávísum førum
verða lættari at fáa loyvi at
skeinkja í Føroyum.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður ætlar nú at
broyta rúsdrekkalógina eitt
sindur, so at hon ikki verð-
ur so stirvin og óliðilig at
umsita, sum hon er nú.
Hann hevur gjørt eitt
uppskot, sum er sent teim-
um ymsu flokkunum í sam-
gonguni og tað verður eis-
ini til viðgerðar á landsstýr-
isfundi fyrsta dagin.
Fær hann undirtøku fyri
uppskotinum, verður tað
lagt fyri Løgtingið.
Broytingarnar, sum ætl-
anin nú er at seta í verk,
líkjast rættiliga nóg upp-
skotinum, sum varð lagt
fram fyri einum ári síðani,
men sum tað ikki eydnaðist
at avgreiða fyri løgtingsval-
ið 30. apríl. Sostatt fall
málið burtur, men nú roynir
landsstýrismaðurin
av
nýggjum.
Uppskotið, sum vit hava
fingið innlit í, snýr seg fyri
tað mesta um at gera ymsar
dagføringar í rúsdrekkalóg-
ini.
Mett verður ikki at broyt-
ingarnar fara at føra til, at
nýtslan av rúsdrekka fer at
økjast.
Heldur er endamálið við
uppskotinum at rætta ávísar
vansar við lógini. Og har-
umframt er endamálið at
fáa skipað viðurskifti á økj-
um, har tað í dag verður
skonkt undir óskipaðum
viðurskiftum og við ongum
eftirliti, sigur bjarnmi Djur-
holm í viðmerkingunum til
uppskotið.
Skeinkiloyvi til
einstøk tiltøk
Eftir lógini er bara loyvt at
skeinkja á støðum við
skeinkiloyvi og loyvi at
skeinkja kann einans verða
veitt fólki og feløgum, sum
hava gistingarhús ella mat-
stovu.
Hinvegin er ikki heimild
til at geva skeinkiloyvi til
einstøk tiltøk.
Hóast hesar avmarkingar
í lógini, verður skonkt uttan
loyvi og eftirlit í sambandi
við einstøk tiltøk, staðfestir
landsstýrismaðurin.
Støðan í dag virkar tí ikki
tálmandi upp á nýtsluna,
men elvir hinvegin til, at
drukkið verður undir óskip-
aðum viðurskiftum og uttan
eftirlit.
Henda støða er íkki í
samljóði við endamálið við
rúsdrekkalógini og tað er,
at rúsdrekkanýtslan á al-
mennum støðum skal vera
undir skipaðum viðurskift-
um og at hon annars skal
tálmast, sigur Bjarni Djur-
holm í uppskotinum.
Hann skjýtur tí upp, at tá
ið skipað verður fyri ein-
støkum tiltøkum, skal tað
verða heimild til at loyva
fólki, ella felagi, sum
frammanundan
hevur
skeinkiloyvi, til at skeinkja
á hesum tiltøkum. Tað vil
siga, at tað skal vera loyvt
hjá einum, sum hevur loyvi,
at skeinkja uttanfyri van-
liga skeinkistaði, tá ið ser-
lig tiltøk eru. Talan kann
verða um veitslur, ráð-
stevnur, fundir, framsýn-
ingar, ella onnur tiltøk, har
fólk, sum frammanundan
hava skeinkiloyvi, verða
biðin um at koma á staðið
at standa fyri skeinkingini.
Í serligum førum skal tað tó
bera til at loyva fólki, sum
ikki hevur skeinkiloyvi, at
standa fyri skeinking, tá ið
ongin loyvishavari er at
átaka sær hetta.
Hetta er fyri, at tað eisini
skal bera til at skeinkja á
veitslum og øðrum tiltøk-
um úti á útoyggj, har onki
skeinkiloyvi er uttan at
bróta lógina.
Men í hesum sambandi
ger
landsstýrismaðurin
greitt, at í hesum sambandi
er tað av týdningi, at talan
er um einstøk tiltøk.
– Tískil fevnir hendan
ásetingin ikki um tiltøk,
sum eru afturvendandi, ella
reglulig, sigur hann.
Skeinkja í privatum
veitslum
Og nú ætlar landsstýris-
maðurin eisini, at tað skal
verða loyvt at skeinkja í
privatum veitslum, sum
verða hildnar í bygdar- ella
samkomuhúsum og har tey,
sum halda veitsluna, sjálvi
skipa fyri skeinking og
borðhaldi.
Tí tað er tað nevniliga
ikki eftir galdandi rús-
drekkalóg.
Í løtuni er lógin soleiðis,
at verður skonkt í brúdleyp-
um, rundum føðingardøg-
um, ella øðrum veitslum,
skulu tey, sum leiga bygd-
ar- ella samkomuhúsið út,
hava
skeinkiloyvi
eftir
somu reglum sum hotel og
matstovur.
Hetta merkir sostatt eis-
ini, at hølið skal vera góð-
kent til tílíkt virksemi.
Men landsstýrismaðurin
heldur ikki at aldargamli
siðurin, har fólk sjálvi leiga
høli at halda brúdleyp og
aðrar veitslur í, og har tey
sjálvi syrgja fyri borðreið-
ing, mati og drekka, eigur
at verða fevndur av rús-
drekkalógini.
– Slíkar veitslur eru
privatar og av slíkum slagi,
at tær einsvæl kundi verið
hildnar heima, um pláss
var. Tá ið skonkt verður á
slíkum veitslum, eigur tað
tí heldur ikki at koma undir
rusdrekkalógina,
sigur
Bjarni Djurholm.
Bæði rusdrekka- og Nar-
kotikaráðið
og
loyvis-
nevndin mæla til, at tað
verður sett úr gildi, at tað
skal vera neyðugt við
skeinkiloyvi undir slíkum
umstøðum.
Forðingar beinast av vegnum
fyri at fáa skeinkiloyvi í Føroyum
Skal verða lættari at fáa skeinkiloyvi
Nú skulu tað vera kommurnar og loyvisnevndin, sum í felag áseta, hvussu nógv skeinkiloyvi skulu
vera í eini kommunu
Tey, sum halda brúdleyp, føðingardag ella aðrar hátíðardagar í
bygdarhúsi ella samkomuhúsi, skulu nú eisini sleppa at
skeinkja, uttan at gera seg til lógbrótara
Kingobólkurin í
Tjørnuvík er boðin til
Danmarkar at syngja
Kingo á hátíðarhaldi í
samband við, at 300
ár eru liðin, síðan
Thomas Kingo doyði
HÁTÍÐARHALD
Edvard Joensen
Tjørnuvík:
Kingobólkurin í Tjørnuvík
fer til Danmarkar á páskum.
Ørindini eru at syngja
gomlu Kingosálmarnar á
hátíðarhaldi, sum hildið
verður í Danmark í sam-
band við, at 300 ár eru liðin,
síðan Thomas Kingo doyði.
Ein av fyrireikarunum,
Asbjørn Djurhuus, sigur, at
tey millum annað skulu
syngja í Fraugde á Fyn, har
Thomas Kingo livdi sein-
astu árini og eisini doyði.
Hátíðarhald í samband
við 300 ára deyðadag
Kingo´s, sum er 14. okto-
ber, verða hildin alt ár í
Danmark. Tað er Keyp-
mannahavnar
biskuppur,
sum skipar fyri, sigur As-
bjørn Djurhuus.
Tjørnuvíkingar eru tey
einastu í øllum heiminum,
sum regluliga syngja gomlu
Kingosálmarnar, og tað
hava tey frætt í donsku
kirkjuleiðsluni. Hildið varð
tí sjálvsagt, at Kingobólk-
urin varð boðin at luttaka í
einum slíkum hátíðarhaldi.
Tey vera gott 20 fólk í
ferðalagnum, sum fer til
Danmarkar á páskum, sigur
Asbjørn Djurhuus.
Meira um ferðina verður
at frætta í serblaðnum
Vikuskifti, sum kemur í
Sosialin leygardagin.
Til Danmarkar at syngja Kingo
Asbjørn Djurhuus er ein
teirra, sum fyrireikar
sangferðina hjá
Kingobólkinum í Tjørnuvík
til Danmarkar á páskum
Fiskimenn mugu fáa eina betri skipan í ALS
– Fiskimenn mugu
sleppa úr støðuni, har
teir bert gjalda inn og
ikki fáa úr skipanini,
sigur Føroya Fiski-
mannafelag
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Føroya
Fiskimannafelag
hevur fleiri ferðir heitt á av-
varðandi myndugleikar um
at geva fiskimonnum eina
betri skipan í ALS. Tað
gjørdi felagið eisini, tá ið
lógin um barsilsskipan var
til ummælis hjá felagnum.
Sum kunnugt, hevur sit-
andi samgonga boðað frá,
at ALS-skipanin skal end-
urskoðast, og í løtuni liggur
eitt uppskot í tinginum,
sum ætlandi skal loysa
spurningin, hvussu fiski-
menn kunnu koma inn í
ALS, tá ið skip liggja meira
enn ætlað.
– Tað er einki dulsmál, at
fiskimenn eru sera illa
nøgdir við verandi skipan.
Teir føla, at teir bert gjalda
inn, samstundis sum allar
møguligar forðingar eru
fyri, at teir skulu fáa út-
gjald, tá ið teir hava tørv á
útgjaldi.
Hetta sigur Føroya Fiski-
mannafelag í ársfrágreiðing
síni, sum varð løgd fram á
landsfundi felagsins beint
fyri nýggjár.
– Vit hava lýst okkara
sjónarmið í hesum sam-
bandi í hvørjari ársfrágreið-
ing, sigur felagið.
Vist verður til eitt sakar-
mál, sum Føroya Skipara-
og Navigatørfelag vann.
Málið snúði seg um, nær
fiskimenn kunnu roknast
fyri at vera arbeiðsleysir.
Hetta málið hevur ALS
kært til landsrættin, og
dómur er ikki fallin enn.
Føroya Fiskimannafelag
heldur, at ALS - í staðin
fyri at kæra - skuldi roynt at
funnið eina rímiliga skipan,
ið tekur hædd fyri viður-
skiftunum hjá fiskimonn-
um mótvegis øðrum løn-
takarum.
FF vísir til egna uppskot
sítt, sum sigur, at fiskimenn
skulu kunna koma undir
ALS, 1) tá ið skip av eini
ella aðrari orsøk liggja
meira enn ein mánaða, ella
2) tá ið miðal dagatalið hjá
manningini umborð hevur
verið minni enn 227 sein-
astu 12 mánaðirnar.
Orsøkin til talið 227 er, at
hetta verður roknað sum
eitt vanligt árligt arbeiðs-
dagatal hjá fólki á landi.
– Vit halda, at hetta upp-
skot er eitt gott grundarlag
fyri eini rímiligari skipan
fyri fiskimenn, sigur Før-
oya Fiskimannafelag.
Føroya Fiskimannafelag
hevur boð uppá, hvussu
viðurskiftini hjá
fiskimonnum í ALS skulu
loysast.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
5
4