Sosialurinarkiv
Sosialurin 1988-12-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1988síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Gomul fólk minnast ikki verri vind enn tann, sum herjaði landið mikukvøldid og hósnáttin => I ianato. FIUNA DUHar Tia Ia? Vit ringdu i gjår til poi stødirnar kring landið og fregnaðust um vindskað ar TVØROYRI ør ak STK US KUKVØ Storur vindst radtals hus og um alt ÆR $ > vnn Siuúkilngarr s1uUKra sin MI HU nr FiiiSs- Og rek rneir ð sun såa ve ð sjúkrahúsið ; | | Husini hjå Thorvaldi Haraldsen i Dj. i Geilgøtu i Havn eru millum teirra, sum fingu størstan skaða í ódnini eisini takið av heilseluni hjá Poul Hansen á Hvíta- nesi Harafturat hava minst 25 sethús fingið vind- skaða, summi stóran Onnur hava fingið skaða av takplátum og eðrum, sum er komið við vind- inum. Nógvir bilar hava fingið skaða, og onkur varð vrak. Eisini í Hvalba fingu hús skaða, men politiið á Tveroyri hevði ikki frætt um skaðar í Sandvík og Famien kl. 10.30 í gjár. Hvussu steðan var í sunn- aru helvt, visti politiið ikki at siga tá, tí onki tele- fonsamband var tann RUNAVÍK A politisteðini í Runavík ringdi telefonin uttan steðg mikukveldið, hós- nåttina og í gjár. Ørindini vóru i flestu førum tey somu fráboðan um skaðar. I Eysturoynni hava sethús og handilshús fingið skaða og eisini bilar. Ein húsvognur fór á flog í Runavík. Helvtin av honum varð seinni funnin á einum hegni. Í Kambsdali, har nógv hús eru í gerð, var skilið ringt og partar av oynni mistu streymin. Til demis varð myrkt í Rituvík, tá eitt seyðahús feyk á há- spenningarlinjuna. Annars var steðan í Eysturoynni tann sama sum aðrastaðni í land- inum: takplátur og annað byggitilfar lá og sleddist alla staðni. Onkrar tak- plátur vóru so væl vavdar uttan um telefonsteyrar, at tær fingust ikki av aftur uttan við amboðum. Æðuvík var avbyrgd, tí ein skúrur feyk á vegin í Fossdali. Ikki er frætt um fólka- skaða í Eysturoynni, tá ferðsluvanlukkan miku- kveldið er undantikin. TÓRSHAVN Í Havn tosaðu vit við Brandsteðina. Hagar komu 184 fráboðanir um skaðar frá kl. 21.30 miku- kveldið til hósmorgunin. 22 mans høvdu úr at gera og afturat vóru 40 mans frá Havnar Bjargingarfel- ag og sjålvbodnir. Onkur fråbodan kom av Velbastad og ur Kirkjubø, men hagar fór fólk ikki úr Havn, tað var ikki hildið vera ráðiligt í tí veðri, sum var. Í Havn og á Argjum hava nógv hús og bilar fingið skaða og ódnin Nr. 152 — 23. desember 1988 gjørdi eisini av við alda- gomul tre í miðbýnum. Fleiri heilsølu-, verk- staðs- og goymslubygn- ingar á Hálsi, Sandvíka- hjalla og í vesturbýnum fingu skaða Ikki er frætt um bátar, sum fingu skaða. Men ein bátabrúgv við Skálatreð sleit. Ongin fráboðan kom um eld mikukveldið og hós- náttina, hóast neistarokið stór úr ellinjunum, tá teir slógu saman. A deild 2 á Landssjúkra- húsinum gjerdist neyðugt at flyta sjúklingarnar, tí takið byrjaði at ríva. KLAKSVÍK Í Klaksvík var skaðin ikki so umfatandi sum so nógva aðrastaðni, sum tað foto kalmar skilst. Nekur sethús og sterri bygningar fingu tó skaða og vindurin var heilt upp í 35 m/sek. Fleiri bátar hava eisini fingið skaða. Í Klaksvík hendi einasti fólkaskaðin, vitað er um, vindurin gjerdi. Ein maður, sum var á veg oman á bryggjuna at hyggja eftir einum báti, fekk eina takplåtu í høvd- ið. Hann bleiv lagdur inn á sjúkrahúsið, har skurð- urin varð seymaður við 18 pentum. Politiið í Klaksvík hevði seinnapartin í gjár ikki frætt um skaðar á Kals- oynni og í Kunoynni, men úr Fugloynni, Svínoynni og av Viðareiði vóru komnar fráboðanir um vindskaðar á hús.