mikudagur 15. januar 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 9 - 15. januar 2003
Halle Berry vil hava Denzel
Nú frættist, at James Bond
diddan, Hally Berry, er vorðin
troytt av manninum hjá sær.
Nú hevur hon fingið eyga á
tann so vælkenda Denzel
Washington. Tað sigst, at
Halle er púra ør eftir honum.
Um tað er umvent eisini,
sigur søgan so onki um, men
Denzel Washington og
konan nærkast teirra 20 ára
brúdleypsdegi. So um tað fer
at verða til nakað millum
Halle Berry og Denzel
Washington - tað kann bara
tíðin vísa...
Julia Roberts sjúk
Tann nýgifta Julia Roberts fekk stutt eftir brúdleypið hjá sær
og manninum, Danny Moder, staðfest eina bløðarasjúku.
Henda sjúkan kann millum annað hava við sær, at hon
lættliga kann fáa innvendigar bløðingar í húð, slímhindum
og maganum.
Sjúkan er varandi, men hon kann tó viðgerast við kortison
ella skurðviðgerð.
Ríka Catherine Zeta Jones...
Sjónleikarakvinnan Catherine Zeta Jones, vinnur pening
sum ongantíð fyrr. Væntast kann, at tað verður ikki longi til
hon fer at eiga fleiri pengar enn maðurin, tann so víðagitni
Michael Douglas. Catherine hevur fingið fleiri avbera góð
tilboð um at gera filmar, men harafturat hevur hon so eisini
fingið eitt tilboð frá einum kasino í Las Vegas. Ætlanin er,
at hon í leypi av trimum mánaðum skal hava einar 70
framførslur. Aftur fyri hetta fær hon 85 milliónur krónur.
Enn hevur Catherine ikki svarað, tí hon hugsar seg um.
Men hon hevur góðan hug til at fáa gongd í eina møguliga
sangkarrieru, og skuldi hetta tilboðið verið ein rættiliga
áhugaverd byrjan - sigst...
Jennifer og Ben skuldu giftast
Ársins brúdleyp í Hollywood
verður fyribils ikki av nøkrum.
Tey bæði Jennifer Lopez og
Ben Affleck høvdu sett
Valentines Day, 14. februar, til
teirra brúdleypsdag, men nú
frættist frá teirra vinum, at
brúdleypið er útsett. Og tað er
ongin annar enn besti vinurin
hjá Ben, Matt Damon, sum er
komin millum parið. Ikki
soleiðis at skilja, at hann og Jennifer eru blivin ov væl,
heldur tvørturímóti. Hon kann ikki tola Matt, og hon hevur
sagt við Ben, at hann má velja millum seg og Matt, tí hon
tolir hann stutt sagt ikki.
Tri›ju fer› Harry Potter
Ikki er Harry Potter tikin niður
av veggunum í øllum
biografunum kring heimin,
áðrenn tosið um trý-aran
longu er byrjað.
Næsti filmur í røðini er Harry
Potter and the prisoner of
Azakaban. Warner Bros hevur
gjørt av, at partar av filminum
skulu takast upp í skotska
hálandinum. Staðið, sum er
valt út til upptøkurnar, er Clencoe. Og tað verður so
karmur um triðja skúlaárið hjá Harry Potter.
Eini 400 fólk fara at luttaka í upptøkunum, sum byrja
longu í februar og halda fram til mei næsta ár.
Warner Bros hevur søkt um loyvið at byggja filmsettið í
Glencoe í Skotlandi. Tað fer at geva tí lokala ídnaðinum eitt
ískoyti áljóðandi tríggjar milliónir pund.
Tað er annars ikki fyrstu ferð, at hetta staðið verður nýtt til
filmsupptøkur.
Í 1995 bleiv Braveheart, sum Mel Gibson leikstjórnaði og
leikti høvuðsleiklutin í, tikin upp har.
Golden Globe
handanin nærkast
Hollywood ger seg kláran til eina av teimum heilt stóru
hendingunum, sum altíð plaga at savna eina rúgvu av
kendum stjørnum saman. Nevniliga Golden Globe
virðislønahandanin. Hóast hon ikki er Oscar, so stendur
heiðurin av at fáa eina Golden Globe onki aftan fyri
Oscar standmyndina.
Uppskotini til eina Golden Globe eru í tveimum
høvuðsbólkum, sjónvarp og filmar. Í bólkunum eru so
aftur teir ymisku undirbólkarnir, har vinnarin so verður
kosin.
Fimm uppskot eru til besta filmin og teir eru: About
Schmidt, Gangs of New York, The Lord of the Rings:
The Two Towers, The Hours og The Pianist.
Millum leikararnar, sum eru í uppskoti til at vinna ein
Golden Globe eru, Jack Nicholson, Leonardo DiCaprio
og Daniel Day-Lewis og Nicole Kidman, Salma Hayek
og Meryl Streep.
Tá tað kemur til sjónvarp, so er tað mest áhugaverda
nokk, hvør sending verður kosin at vera tann besta.
Tær, sum eru í uppskoti, eru: Innan drama The
Sopranos, Alias, Six Feet Under, CSI: Crime Scene
Investigation og The West Wing, meðan tær innan
skemt eru: Curb Your Enthusiasm, Friends, Sex and the
City, The Simpsons og Will and Grace.
Hvør verður besti filmur, og hvør fer heim við einari
Golden Globe verður greitt, tá handanin fer fram í
Beverly Hilton Hotel tann 19. januar.
Gene Hackman hei›ra›ur
Vælkendur er hann, Gene Hackman. Hann hevur spælt
við í einum ótali av filmum gjøgnum fimm tíggjuár.
Nevnast kunnu millum aðrir Bonnie and Clyde, Young
Frankenstein, Superman, Enemy of the State og Behind
Enemy Lines. Hetta eru bert nakrir heilt fáir av teimum
kendastu filmunum, sum Gene Hackman hevur spælt
við í.
Nevndin, ið umsitur Cecil B. DeMille heiðurslønina,
hevur avgjørt, at Gene Hackman verður hann, sum fær
virðislønina hesuferð. Hackman er nú 72 ára gamal, og
tá Golden Globe verður, verður hann samstundis
heiðraður fyri hansara ískoyti til filmsheimin tey seinastu
mongu árini.
Onnur, ið hava fingið hendan heiðurin, eru: Harrison
Ford, Al Pacino, Dustin Hoffman, Shirley MacLaine, Jack
Nicholson, Sean Connery og Sophia Loren.
Hóast hann nú má sigast at vera komin fitt upp í árini,
so er Hackman júst nú í ferð við at spæla ein film inn,
sum eitur The Runaway Jury. Her spælir hann saman við
John Cusack og Dustin Hoffman.
Box office topp skorarar í januar
1.
The Lord of the Rings:
The Two Towers
$25,017,279
2.
Catch Me If You Can
$21,142,434
3.
Two Weeks Notice
$11,126,397
4.
Maid in Manhattan
$8,621,757
5.
About Schmidt
$8,533,162
6.
Gangs of New York
$7,327,177
7.
The Wild Thornberrys Movie
$5,510,465
8.
Drumline
$5,303,002
9.
Chicago
$4,964,938
10.
Harry Potter
and the Chamber of Secrets
$4,653,389
Sosialurin Nr. 9 - 15. januar 2003
7
»Útvarp Føroya, góðan
morgun«. Klokkan er farin
av sjey, og útvarpið er
longu frá. Nógv fyri. Tað er
soleiðis hvønn morgun
áðrenn eg skal í skúla.
Útvarpið MÁ frá. Og so
skulu vit plágast við
tíðindum og øðrum tvætli
áðrenn man yvirhøvur
hevur fingið eygu. Typiskt
foreldur. Hasum eru tey
uppvaksin við, og soleiðis
má tað helst bara vera.
Men hvør veit, kanska eg
sjálv eisini verði soleiðis tá
eg verði eldri.
Líkamikið. Tað er kanska
ikki vert at øsa seg um.
Bussførarin tykist eisini at
vera útvarpstilhangari.
Útvarpið er eisini frá har.
Áh nei, tað kann ikki vera
rætt. At ein veruliga skal
verða togaður ígjøgnum
hálvan annan tíma, við at
lurta eftir hasum vertinum.
Hann skal altíð vera so
stuttligur og í so góðum
lag. Morgungronin nærkast
bara. Og hetta myrka
veðrið ger tað ikki betri.
Tíbetur er tað ikki so langt
til skúlan.
Bussurin koyrir víðari og vit
skulu ígjøgnum
morgunsang og lítlar
anekdotur, sum útvarps-
verturin hevur upplivað,
sum hann heldur er “áh so
stuttligt”. Neinei, morgun-
gronin er eitt stig nærri.
Tað er stuttligt hóast alt at
síggja, hvussu troytt og lin
øll eru um morgnarnar.
Onki lív er í bussinum. Tey
flestu sita við eini bók ella
onkrum skúlatingum, sum
tey ikki hava gjørt kvøldið
fyri. Og útvarpið spælir
framvegis í bakgrundini, og
sjenerar ikki tey tað heilt
stóra...
Hoyr, nú var endiliga ein
góður sangur í
Útvarpinum... tralalalala...
Endiliga - skúlin! Bjarga
mær vekk frá hesi útvarps-
sendingini áðrenn eg
kvalist!
Tíbetur hava vit onki radio í
skúlastovuni, so kanska eg
sleppi so nøkunlunda
heilskapað ígjøgnum dagin.
Tá man so kemur
heimaftur, so er tað
lítlibeiggi. Hann elskar Rás
2. Juhuuu, hvat er so kul?
Allar útvarpsstøðir skuldu
verið niðurlagdar um tú
spyrt meg.
Og so ikki at gloyma á
nátturða. Tað ber ikki til at
hoyra mannamál, tí at
tíðindini eru tað
týdningarmesta kring
borðið hesa løtuna. Og
hvat so???? Tey hava hoyrt
alt ígjøgnum dagin, minst
100 ferðir. Nei, heilt erligt -
onkur burdi tikið seg
saman.
Huff, puff. Men gott er.
Tað er ikki so galið kortini.
Tí um onki útvarp var, so
skuldi eg funnið útav at
grenja um tað. So tað kann
ikki vera so heilt av leið,
ha?
Anna
Gó›an morgun, Føroyar!
Ung
or›:
Ali G: Indahouse
Hann er nakað fyri seg hesin Ali
G. Nógv kenna hann óivað frá
hansara sjónvarpssendingum, har
hann ikki er smæðin fyri at siga
sítt við kend og ókend. Hann hev-
ur eitt nú fingið sjálvan Mohamm-
ed Alfayed at rappa um sítt lív.
Nú er ein filmur eisini gjørdur um
fyribrigdið Ali G, sum er sjónleik-
arnavnið hjá einum bretskum sjón-
leikara. Filmurin er mær vitandi
ikki heilt nýggjur, men tað kann so
gera tað sama í hesum førinum.
Filmurin mest av øllum um Ali G.
Tað er ikki nógv handling, men
nógv av Ali G. Hann er kendur fyri
at ver a grovur í munninum, og
hann livir upp til sítt umdømi í
filminum. Hann heldur ikki aftur
við at spilla ein og hvønn út.
Tey flestu vita væl, áðrenn tey
síggja filmin og áðrenn hesar regl-
ur verða lisnar, hvussu ein filmur
við og um Ali G er.
Filmurin fylgir einum ráki innan
ungdómsfilmar, sum eftir øllum at
døma vinnur fram á báðum síðum
av Atlantshavinum. Rákið innan
ungdómsfilmar er tað, at alt støð-
ugt gerst meira og meira grovt.
Tað verður ikki hildið aftur við
“toilet humorinum”, og mestsum
hvør einasti setningur snýr seg um
sex, undirlív og annað gott. Hetta
kann mann so dáma ella ei. Er
stemningurin í salinum góður,
kann filmurin vera stak skemtiligur
í støðum, men intellektuelt av-
bjóðandi ella stimbrandi heilaføði
er ikki nógv at koma eftir, tá Ali G
er á skíggjanum.
Lívið hjá Ali G og harvið filmurin
snúgva seg fyri tað nógva um sex
og hvussu kynslimurin á besta hátt
kann røkjast.
Søgan er tann, at bretski forsætis-
ráðharrin er í trupulleikum. Hann
er ógvuliga illa umtókur millum
ungu veljararnar, og hann vil tí
hava fatur á einum ungu valevni.
Varaforsætisráðharrin ynskir sjálvur
at røkka ovastu rók, og hann finn-
ur so tann vánaligasta og tápilig-
asta mannin at stilla upp fyri
flokkin í einum tryggum valdømi.
Og hesin maðurin eitur sjálvandi
Ali G.
Við einum ynski um at varðveita
eina miðstøð fyri ung fer Ali G
glaðbeintur inn í politikk. Tá tað
so vísir seg, at argasti kappingar-
neytin hjá honum hevur nakað
nær kynsliminum hjá einum hesti
(jú, hetta er veruliga tað, filmurin
snýr seg um, og tað sigur ikki so
lítið), so slóðar hetta fyri, at Ali G
verður valdur í bretska parlamenti.
Hansara “Keep it real” verumáti
vekjur ans allastaðni, hann kemur,
og við eitt er Ali G at finna í
bretsku stjórnini.
Á henda hátt fáa bæði vøkur ung
kvennmenni millum mongu inn-
flytararnar uppihaldsloyvi.
Meira skal ikki sigast um søguna
her.
Filmurin er rættiliga frískur og
nýggjur í stílinum, hóast tónleikur-
in av einari ella aðrari orsøk er
nøkur ára gamal.
Ali G ynskir sær meira enn nakað
annað at eins skrappur og fólk í
ghettoini í Los Angeles.
Hetta sama ynskir filmurin eftir
øllum at døma eisini. Stílurin er
ikki til at fáa fatur á, men tað er
ger heldur ikki so nógv, tá prátið
um kynslimir og “Doggy style” er
endaleyst.
Við einum opnum sinni, kann
filmurin vera ógvuliga skemtiligur í
støðum. Hann roynir heldur ikki at
spæla seriøsur, men tað er fult út
satiru kendur allan vegin.
Áskoðararnir, tá Sosialurin vitjaði
kykmyndahøli, vóru øll ung fólk,
og filmurin er eisini burturav
gjørdur til hetta ættarliðið.
Einki verður hildið heilagt. Um tað
er kynshárini hjá drotningini ella
gleðin av samkyndum kynsligum
royndum er eitt feitt hjá Ali G.
Alt í alt fær filmurin við og um Ali
G ikki nakað fløvandi skoðsmál
herfrá. Tað er bara gott fyri filmin,
at vit ikki hava ein stiðja at geva
skoðsmál eftir.
Ali G er fúlur og frekur, og eisini
oftani stuttligur. Men hvat er at
fara ov langt, og hvat er ein
minstamark, kann ein spyrja seg
sjálvan.
Heri á Rógvi
fakta um Ali G - Indahouse
leikarar:
ali g og onnur
longd:
110 min.
sta›:
havnar bio, um tú ert 12 ár ella
eldri
C
M
Y
K
21
20