Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-01-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. januar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 15. januar 2003 23 8 Sosialurin Nr. 9 - 15. januar 2003 topp.10/dvd 1. Hart´s War 2. Blade 2 3. Out Cold 4. Den Skjulte Sandhed 5. Star Wars – Klonernes Angreb 6. Spiderman 7. Big Fat Liar 8. Men In Black II 9. Queen of the Dammed 10. We Were Soldiers topp.10/fløgur 1. Westlife – Unbreakable Vol. 1 2. Elton John – Greatest Hits 3. Eminem – The Eminem Show 4. Ymiskt – Now 2 5. Eminem – 8 mile 6. Robbie Williams – Escapology 7. Ymiskt – Hip Hop 4 8. Las Ketchup – The Ketchup Song 9. Avril Lavigne – Let go 10. System of a Down – Steel This Album topp.10/cd-rom 1. Celtic Kings – Rage of War 2. Icewind Dale 2 3. Commandos 2 4. Zoo Tyc oon 5. Unreal Tournament 2003 6. Might and Magic IX 7. Zoo Tycoon – Dinosaur Digs 8. Age of Mythology 9. War Craft III 10. Unreal Tournament 2003 Síðan Rage Against the Machine ikki er nakað serligt at hoyra longur, so hevur System of a Down ordiliga tikið seg til rættis á politiska rock trónuni. Við nýggju fløguni Steal This Album vísa teir rættiliga at tað er ein væl uppiborin sessur. Á fløguni eru 16 skeringar, og halda teir áfram við teirra Los Angeles “rock møtir punk” stíli, Ið er væl krydraður við Armenskum fólkatónleiki. Í veruleikanum eru løgini ikki nýggjar innspælingar, men ein samling av løgum frá uml. 1995 til 2001. Teir siga sjálvir at hettar ikki eru løg Ið er løgd burturfrá. Og tá ein hoyrir løgini, er hettar heldur einki at ivast í. Tey vísa System of a Down har teir eru best, heilt frá teimum undarliga skemtingarsomu løgunum, til tey beinhørðu politisku løgini, við tí sera óvanliga men hugtakandi sangháttinum. Fleiri av løgunum vóru skrivaðI til Toxicity, men komu ikki við, tí tey vóru ikki liðugt upptikin ella miksaði. Fløgan er útgivin fýra ymiskum avmarkaðum útgávum. Fløgan er hevur einki pappírshylki fremst. Hettar er fyri at fløgan skal síggja heimagjørd út. Hvør limur í bólkinum hevur hevur gjørt sítt lay-out til hesa útgávu. (Útgávan á myndini er tann hjá bassspælaranum Shavo Odadjian. Alt í alt kann sigast, at eftir at hava hoyrt fløguna ígjøgnum einar 10 ferðir, átti ein at trúð at hettar var eitt planlagt samansett meistaraverk, tí tað er veruliga hvat tað er!!! system of a down - steal this album fakta: bólkur/einstaklingur: system of a down heiti á útgávu: steal this album útgávudato: 26.november 2002 skeringar á útgávu: 16 longd á útgávu: 43.22 min framleiðari: rick rubin og daron malakian útgávufelag: columbia meting: ljóðgóðska: dygd í løgum: heildarmeting: video/dvd Í hesum filminum spælir Bruce Willis ein gíslatikin offiserur, sum noktar at geva upp í bardaganum móti nazistunum í hesi hugtakandi søguni frá seinna veraldarbardaga. Hann spælir saman við Colin Farrell ( Minority Report ). Hart´s War er fullur av góðum actionscenum, og filmurin er ein grípandi fagnaður til soldátar fyri teirra dirvi og æru. Tá offiserurin McNamara ( Willis ) verður tikin til fanga og settur í eina týska fangalegu, ger hann av at halda fram við bardaganum – hóast hann er í klørnum á fíggindanum. Ein ungur loytnantur (Farrell) býður seg til at hjálpa honum og í einari genialari ráðagerð móti teimum, sum hava tikið hann til fanga, setur McNamara alt upp á spæl í eini atsókn við tí fyri eygað, at hann og hansara menn endurvinna sítt frælsi – og broyta úrslitið av krígnum. fløgur Hart´s war Í filminum spælir Ashley Judd, Claire Kubick, ein vitugur løgfrøðingur, hvørs perfekta verð dettur sundur, tá FBI ákærir mann hennara, ( Jim Caviezel ) fyri morð á ósek civil under eini loyniligari militeratsókn fyri fimtan árum síðani. Við stuðuli frá einum gløggum fyrrverandi løgfrøðingi frá herinum ( Morgan Freeman ) berjist Claire fyri at reinsa navnið hjá manninum. Men hon verður nær við at avdúka eina myrkalegging frá stjórnarsíðuni á vegnum. Nú má hon seta sína karrieru upp á spæl – ja, enntá sítt lív – fyri at finna sannleikan. Den skjulte sandhed Góði, gamli Slowhand, Eric Clapton er nú komin út við enn eini fløgu. Hetta er ein live-fløga, sum er tikin upp á konsert í Los Angeles í 2001. Teir kendu sangirnir, sum til dømis Layla og Tears in Heaven eru eisini við. Talan er um eina dupult fløgu við tilsamans 19 løgum. Fløguna hava Eric Clapton og Simon Climie framleitt. Tað er plátufelagið Reprise Records, sum gevur fløguna út. Eric Clapton – One More Car, One More Rider Hann er kendur úr dreingjabólkinum N´Sync og sum fyrrverandi drongur Britney Spears. Talan er jú nevniliga um Justin Timberlake. Hann hevur jú givið eina solo-fløgu út, sum hann kallar fyri Justified. Fløgan hevur 13 skeringar, og er tað Virgin Records, sum gevur fløguna út. Justin Timberlake – Justified topp.10/video 1. Hart´s War 2. Ringenes Herre 3. Ice Age 4. Showtime 5. Barnaprix 2002 6. Scorpion King 7. Hal´s Store Kærlighed 8. Blade 2 9. Men In Black 2 10. Big Fat Liar Dreingjabólkurin Blue er nú eisini komin á marknaðin við eini fløgu. Heitið á fløguni er One Love. Eisini eru teir aktuellir nú inni á heimsins hitt-listum við Sorry Seems to be the Hardest Word, sum teir framføra við Elton John. Fløgan hevur 15 skeringar, og er tað Hugh Goldsmith, sum hevur framleitt fløguna. Tað er Virgin Records, sum gevur fløguna út. Blue – One Love C M Y K 23 22